Uttanlands

CNN: Embætisfólk hjá Biden ivast um Ukraina kann vinna landøkið aftur

Embætisfólk hjá Hvítu Húsunum eru við at missa álitið á at Ukraina nakrantíð fer at vera ført fyri at taka aftur tað lendi, sum nú er mist til Russlands hesar seinastu mánaðirnar í krígnum. Eisini hóast fleiri, tyngri og meira framkomin vápn verða send. Hetta siga embætisfólk við CNN, sum skrivar um málið í dag, 28. juni.

2022-06-28 17:13 Author image
Jón Tyril

Ráðgevar hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, eru farnir undir innanhýsis kjak um, hvussu og hvørt, ukrainski forsetin Zelensky skal broyta sína skilmarkan av hvat ein ukrainskur “sigur” merkir - og um hann skal umhugsa at stilla fatanina eftir tí sannroynd, at land hansara er tódnað munandi. 

Amerikansk embætisfólk løgdu fyri dent á fyri CNN, at hendan meira pessimistiska metingin av støðuni ikki merkir at USA ætlar at trýsta Ukraina til at avgeva nakað lendi til Russlands til tess at fáa enda á krígnum. Summi hava framvegis vónir um at Ukraina verður ført fyri at taka aftur týðandi partar av lendi í einum mótálopi seinni í ár.

Vaksandi pessismisman kemur júst sum Biden hittast við sameindum í Europa, har hann skal royna at koma við styrki og optimismu viðv. útlitunum í krígnum, nú hann skal royna at fáa hini londini at halda á at stuðla Ukraina við bæði vápnum og pengum í stríðnum móti Russlandi.

“Vit noyðast at halda saman. Putin hevur alla tíðina roknað við, at onkursvegna fóru NATO og G7 at detta sundur, men tað eru vit ikki, og tað fara vit heldur ikki” segði Biden sunnudagin á G7 toppfundi í beiersku alpunum.

Ein embætismaður úr amerikanska herinum, sum er kunnigur við metingar frá vesturlendsku fregnartænastunum, segði við CNN, at tað er ósannlíkt, at Ukraina fer at klára at savna neyðuga styrki til at taka øll økini aftur, sum Russland hevur lagt undir seg, og serliga ikki í ár, sum Zelensky, so seint sum mánadagin segði, var málið. Eitt munandi mótálop er gjørligt við meira vápnum og meira uppvenjing av ukrainsku deildunum, segði keldan, men tá fær Russland eisini tíð at sleikja sárini og gera seg til reiðar at møta tí, so tað finnast ikki nøkur garanti.

Russiskau herdeildirnar hava annars tikið seg nógv fram seinastu tíðina og hava nú tamarhald á størra partinum av eysturukrainska landslutinum Donetsk. Ukrainsku herdeildirnar tóku seg fríggjadagin aftur úr strategiskt týðandi býnum Severodonetsk.

Russisku herdeildirnar hava eisini otað seg inn í býin Lysychansk, sum er seinasti býurin í eystara Luhansk økinum, sum framvegis er undir ukrainskum ræði. Ukrainska herleiðslan situr í hesum løtum og umhugsar, hvørt herdeildirnar skulu taka seg aftur og miðsavna seg um at verja økini longur vestri.

Samstundis hava russisku oljuinntøkurnar gingið støðugt uppeftir, eisini hóast nøgdirnar eru minkaðar eftir ógvusligu handilstiltøkini móti landinum. Talsfólk fyri amerikansku stjórnina søgdu mánadagin, at USA og tess sameindu fóru at royna at fáa sett loft á oljuprísin, sum russland fær, fyri at minka um vinningin hjá landinum. Men hvussu og nær hetta prísloft skal vera sett í verk, er ikki greitt enn.

Sambært CNN sær út til at vera ein fatan í Biden-umsitingini, at Zelensky verður noyddur at tillaga sínar væntanir um, hvat Ukrainski herurin í veruleikanum kann avrika. Zelensky hevur fleiri ferðir sagt, at einasti sigurin fyri Ukraina er at Russararnir verða riknir út úr landinum og landamørkini vera í sama stað sum undan 24. februar.

“Vit hava einki annað val eftir, enn at fara frameftir - frameftir at seta øll okkara landøki í fræsli,” skrivaði hann í einum posti á Telegram. “Vit noyðast at sparka álopsmenninar út úr Ukrainsku økjunum. Hóast hermótið er meira enn 2.500 km langt, so halda vit, at vit hava fremra strategiska stevið.”

Mánadagin setti hann so tíðarfesting á. Hann vil hava kríggið yvirstaðið og vunnið í seinasta lagi í endanum á 2022, segði hann við G7 leiðararnar. 

[object Object]

Kelda: CNN - Biden officials privately doubt that Ukraine can win back all of its territory

Greining frá CNN frá 27/6 - Analysis: Tide turns in the Ukraine war as Russia makes progress in the east

_______

Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald