Uttanlands

Citi Bank: Inflatiónin í Stóra Bretlandi kemur upp á 18% í næsta ár

Citi roknar við at bretska brúkaraprísindeksið toppar við 18,6% í januar mánaða. Bretski tjóðbankin verður noyddur at hækka rentuna til 7% um inflatiónin stendur við. Og hámarksprísurin fyri orku til eitt vanligt húsarhald fer væntandi at hækka frá 11.240 kr undan krígnum í Ukraina, upp á meira enn 32.000 kr í oktober og síðani meira enn 51.000 kr í 2023.

Mynd: Fólk til gongu fram við Bank of England, London, 8. august 2022. REUTERS/Toby Melville

Mynd: Fólk til gongu fram við Bank of England, London, 8. august 2022. REUTERS/Toby Melville

2022-08-22 22:21 Author image
Jón Tyril

Reuters skrivar í dag 22. august, at bretska brúkaraprís-indeksið sambært búskaparfrøðingum í Citi fer at toppa við 18,6% í januar mánaða. Hetta er meira enn 9 ferðir málið hjá tjóðbankanum, Bank of England. Forsøgnin er hækkað enn einaferð vegna seinastu lopini í orkuprísunum.

Bretski orkueftirlitisstovnurin Ofgem skal seta nýggjar hámarksprísir fyri húsarhaldini fríggjadagin, sum síðani koma í gildi í oktober.

Seinasta príshækkingin, sum kom í apríl mánaða stutt eftir russisku innrásina í Ukraina, hækkaði hámarksprísin hjá einum vanligum húsarhaldi frá 1.278 pundum (áleið 11.240 kr) til 1.971 pund (áleið 19.340 kr).

Næsta hækkingin verður helst enn ógvusligari, eftir at gassprísirnir eru hækkaðir 15% hesa seinastu vikuna.

Sambært forsøgnunum hjá Citi fer Ofgem at hækka hámarksprísin til 3.717 pund (32.700 kr) frá oktober, við enn fleiri hækkingum til 4.567 pund (40.178 kr) í januar og 5.816 pund (áleið 51.200 kr) í apríl 2023.

Orkugreinarafyritøkan Cornwall Insight hækkaði eisini sína forsøgn fyri hámarksprísirnar hjá Ofgem til 3.554 pund (31.279 krónur) í oktober, 4.650 pund (40.900 kr) fyri januar og 5.341 pund (áleið 47.000 kr) fyri mai.

“Tað er trupult at síggja, hvussu mong skulu klára kunna seg komandi vetur,” segði Craig Lowrey, ráðgevi hjá Conrwall Instight.

Í síni forsøgn í byrjanini av august metti tjóðbankin, Bank of England, at hámarksprísurin fór at hækka til áleið 3.500 pund (áleið 30800 kr) í oktober og at orkuprísurin síðani fór at javna seg. Tað hevði merkt, at brúkaraprísindeksið hevði toppað við 13,3 % í oktober.

Nú forsøgnirnar um inflatión toppa á munandi hægri støði enn undanfarnu forsøgnirnar, er eisini sannlíkt at gjaldoyranevndin hjá bretska tjóðbankanum fer at koma til ta niðurstøðu, at váðin er fyri áhaldandi inflatión er vorðin størri, segði Citi sambært Reuters.

“Tað merkir, at renturnar mugu fáast væl í tað avmarkandi økið, og skjótt” segði Nabarro, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Citi. “Skuldu tekin víst seg um enn meira innbygda inflatión, so halda vit, at ein bankarenta á 6-7 % verður neyðug fyri at fáa tamarhald á inflatiónini. Beint nú halda vit tó, at ábendingarnar um hetta eru avmarkaðar"

Fyrr í hesum mánaðinum hækkaði bretski tjóðbankin rentuna eitt hálvt prosentstig og íleggjarar vænta eina stóra hækking afturat næstu ferð gjaldoyranevndin í bankanum kemur við eini almennari fráboðan. Hetta verður 15. september.


Kelda: Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald