Uttanlands

Búskaparblaðstjórin á The Guardian: “Russland vinnur búskaparliga kríggið - og Putin er ikki nærri einari afturtøku av herfólkinum"

Búskaparligi blaðstjórin á The Guardian er bara enn ein av mongum, sum í seinastuni hava ávarað um vandamiklu avleiðingarnar av handilstiltøkunum móti Russlandi, sum tykjast raka vestanlondini munandi harðari enn Russland

2022-06-03 13:34 Author image
Jón Tyril

Búskaparligi blaðstjórin (economic editor) á bretska blaðnum The Guardian, hann eitur Larry Elliot, skrivaði eina grein í gjár, hósdag 2. juni, har hann sigur at handilstiltøkini gera meira skaða á Europa enn á Russland, og kunnu koma at elva til eina heimsumfatandi humanitera kreppu.

Elliot skrivar m.a.

“Sjúkligu úrslitini av handilstiltøkum merkja hækkandi kostnaðir á brennievni og matvørur fyri restina av heiminum - og óttin fyri eini humaniterari katastrofu veksur. Fyrr ella seinni má ein avtala gerast.”

og

“Tað eru eingi beinleiðis tekin at síggja til at Russland skudi tikið seg úr Ukraina, og tað er ikki nakað sum kemur óvart á, tí handilstiltøkini hava havt tað rangvørgu ávirkan, at trýsta prísin á russiskum olju- og gassútflutningi, og hevur harvið hækka handilsjavnan ógvusliga, og fíggjar kríggið. Fyrstu fýra mánaðirnar í 2022 kundi Putin reypa um eitt handilsyvirskot uppá 96 mia dollarar (uml 672 mia kr) – meira enn tríggjar ferðir so nógv sum fyri sama tíðarskeið í 2021.

Tá ið ES lýsti sítt lutvísa bann móti russiskum oljuútflutningi í vikuni, fór prísurin á ráolju á heimsmarknaðinum upp og gav Kreml enn ein stóran posa av pengum. Russland hevur ongar trupulleikar at finna aðrar keyparar til sína orku. Útflutningurin av olju og gassi til Kina er vaksin meira enn 50% í apríl í ár samanborið við somu tíð í fjør.”

Víðari sigur hann:

“Í øllum fleirtjóða felagskapunum – Altjóða Gjaldoyrafelagskapinum IMF, í Heimsbankanum, Heimshandilsstovninum, WTO, og í Sameindu Tjóðum – veksur óttin fyri eini humaniterari katastrofu. Støðan er einføld: uttan so at menningarlond sjálv eru orkuútflytarar, so standa tey fyri eini trýdupultum slagi, har brennievnis- og matvøruprísir elva til eina fíggjarliga kreppu. Tá myndugleikarnir standa fyri at skula velja ímillum at geva fólkinum mat ella at rinda altjóða lán aftur, so velja teir tað fyrra. Sri Lanka var fyrsta landið síðani russisku innrásina at misshalda sínar lániskyldur, men verður neyvan tað seinasta. Heimurin sær út til at vera nærri eini fullbúnari skuldarkreppu nú enn nakrantíð fyrr síðani 1990ini.

Og:

“Kreml heldur at Russland klárar betur enn vestanlondini at halda búskaparliga pínu út, og tað er helst rætt.”

Elliot endar við at siga:

“Putin fer ikki at geva seg yvir uttan treytir, og møguleikarnir fyri ógvusligum fylgiskaðum av búskaparliga krígnum er eyðsæddur: fallandi livistøði í framkomnu londunum; hungur, matvøruófriður og skuldarkreppa í menningarlondunum.

Ræðuleikarnir sum russiski herurin hevur framt, ger tað tungt at royna eina semju við Kreml í løtuni, men búskaparligi veruleikin bendur bara á ein veg: fyrr ella seinni verður ein avtala gjørd.”

Fyrr í vikuni var ein annar háttvirdur høvundur og fyrrverandi blaðstjóri á The Times, sum hevur fasta klummu í The Guardian, Simon Jenkins, frammi við líkandi boðskapi:

ES eigur at gloyma handilstiltøkini - tey gera meira skaða enn gagn

Eisini hevur greinari hjá Forbes ávarað um áleið tað sama fyri nøkrum døgum síðani:

Forbes: Handilstiltøkini hjá vestanlondunum móti Russlandi raka okkum aftur í høvdið - ein heimsumfatandi orku- og matvørukreppa á veg

Og á fundinum hjá World Economic Forum í seinastu viku, oyðilegði fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, sum ofta verður kallaður 'faðirin at realpolitikki', Henry Kissinger, tann góða stemningin, við at heita á Ukrainar um at samráðast og slaka fyri Russlandi, so sleppast kann undan eini nógv verri støðu enn nú:

Henry Kissinger: Ukraina noyðist at geva Russlandi landøki

Men kríggið í Ukraina er ikki einasta orsøk til at ein kreppa er á veg. Ógvusligu niðurlæsingarnar í stórum parti av heiminum, har framleiðsla var niðurløgd og fólk send til hús við løn, sum londini so rindaðu við lántum pengum í tað mesta av einum ári ella meira, hevur lagt lunnarnar undir eina flóðaldu av búskaparligum ruðulleika, sum er á veg. Kríggið og handilstiløkini gera bara støðuna enn verri:

Heimskatastrofan, sum kovid-niðurlæsingarnar hava elvt til

Greinin hjá Elliot kann lesast í síni heild á upprunamálinum her:

The Guardian - Russia is winning the economic war - and Putin is no closer to withdrawing troops


Sí eisini:

Stjórin í IEA ávarar um brennievnistrot í summar, verri enn í 1970unum

Greinari á Bloomberg: Størri skakingar koma við el-rokningunum

Hveiti er dýrari enn nakrantíð og Russland fær ágóðan

Flestu gassfeløgini gjalda við ruplum til Gazprom, inntøkurnar hækka og rupilin styrknar 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald