Í seinastu viku vóru Izzy og Shane Montague, foreldrini hjá dronginum, í rættinum, tí tey høvdu saksøkt Heaver’s Farm Primary School í Norwood, Suðurlondon. Tey skuldseta skúlan fyri beinleiðis og óbeinleiðis at gera mannamun, órættvísa viðgerð og heimildarbrot, grundað í bæði undirvísingar- og mannarættindalóggávu (Education Act 1996 og Human Rights Act 1998).
Tað var 19. juni í 2018, at Izzy Montague og hini foreldrini, sum høvdu børn í sama skúla, fingu teldupost frá skúlastjóranum, tí ein “Pride” skrúðgonga fór at vera seinni í mánaðinum. Endamálið við “Proud to be Me” skrúgonguni var, at næmingarnir sluppu at “hátíðarhalda fjølbroytnið, sum ger teir og teirra familjur serligar.”
Vikuna eftir skrivaði Izzy Montague til skúlan og greiddi frá, at hon ynskti ikk, at sonur hennara tók lut í tiltakinum. Hon spurdi um loyvda fráveru til sonin, tí hon ynskti ikki, at hann “var við í einum almennum tiltakið, sum stuðlar sjónarmiðum, hon ikki tekur undir við.” Í teldupostinum segði hon eisini, at mótmæli hennara snúði seg um, hvussu “børn okkara verða indoktrinerað við virðum, sum tey ikki hava tørv á at hoyra um, tá ið tey eru so ung.”
Skúlastjórin gav henni noktandi svar.
Izzy Montague hevði tó sonin heima dagin, tiltakið var á skránni. Tá ið sonurin aftur kom í skúla, varð hann revsaður og settur eftir í tríggjar tímar, tí hann sambært skúlanum hevði skulkað.
“Eg royndi ikki eingong at steðga “Pride” tiltakinum,” greiður Izzy Montague frá á heimasíðuni hjá felagskapinum Christian Concern. “Eg vildi bara, at barn mítt skuldi fáa eina útbúgving, ikki indoktrinatión.”
Á fundi, sum Izzy Montague hevði við skúlastjóran, Susan Papas, tá ið nýtt skúlaár byrjaði, hin 19. septembur í 2018, var dóttur skúlastjórans eisini til staðar. Attie Copeman-Papas arbeiðir á skúlanum sum næstformaður fyri trygdartiltøk. Á fundinum var Attie Copeman-Papas farin í eina troyggju við teksti prentaðum á framman. “Hví vera rasist, sexist, homofob ella transfob, tá ið tú bara kanst vera kvirrur?” var boðskapurin.
“Eg eri sannførd um, at endamálið var at gera gjøldur burturúr mínum sjónarmiðum og at hótta meg, so eg skuldi tiga,” greiddi Izzy Montague frá í Mail on Sunday. Sambært skúlanum var klædnavalið tilvildarligt og meiningin var ikki at stoyta nakran.
Á fundinum fingu Izzy Montague og maður hennara at vita, at um nakað rasistiskt, homofobiskt ella transfobiskt varð sagt, so varð fundurin steðgaður alt fyri eitt.
“Tá ið eg klagaði um, at lítla barn mítt varð noytt at luttaka í einum tiltakið, sum gongur ímóti okkara kristnu sannføringum, broyttist hugburðurin, sum skúlin hevði mótvegis mær fullkomiliga. Onnur foreldur tordu ikki at siga frá, tá ið tey sóu, hvussu skúlin fór við mær.”
“Tað var sum at verða happaður. Tey góvust at fara við mær á jøvnum føtii við hini foreldrini og gjørdust tvørturímóti fíggindasinnað ímóti mær. Eg eri sannførd um, at tey vildu hevna seg inná meg við at forða mær at vitja skúlan, gera seg inn á son mín og ikki at taka mínar stúranir um trivnaðin hjá honum í álvara.”
Izzy Montague og maður hennara valdu eftir hetta at saksøkja skúlan. Tey verða í rættinum umboðað av Christian Legal Centre, sum er ein felagsskapur, sum veitir ókeypis sakførarar fyri at verja rættindi hjá kristnum einstaklingum og felagsskapum í Bretlandi. Christian Legal Centre er systurfelagsskapur hjá Christian Concern.
Sambært Christian Concern hevði LGBT felagsskapurin, Stonewall, stóra ávirkan á skúlan og virksemið í skúlanum undir “Pride mánaðanum”. Plakatir frá felagsskapinum hingu runt allan skúlan, video frá felagskapinum vóru nýtt í undirvísingini, og børn niður í fýra ára aldur fingu søgur, sum felagskapurin mælti til, lisnar fyri sær, og sum høvdu til endamáls at normalisera parløg millum tvey av sama kyni. Sjónbond frá Stonewall vórðu eisini víst fyri børnunum niður í fýra ára aldur, har millum annað tveir menn kystust. Umframt hetta hingu “Pride” ælabogafløgg runt skúlan, og skúlin eggjaði børnum at lata seg í ælabogalitir í sama sambandi. Varaskúlastjórin á skúlanum hevði eisini fingið uppvenjing sum ein “champion” av Stonewall. “Champions” virka fyri størri LGBTQ+ inklusión.
Stonewall, sum virkar í Stórabretlandi, er størsti LGBT felagsskapurin í øllum Evropa. Men felagsskapurin er komin í trupulleikar seinastu árini. Í eini røð av virðisløntum sendingum í BBC í 2021, skjalprógvaði írski journalisturin, Stephen Nolan, bæði hvussu stóra ávirkan Stonewall hevði á felagsskapir, fyritøkur og almennar stovnar í Bretlandi, og hvussu lítið eftirlit var við felagsskapinum. Stonewall skipar fyri einum átaki, tey kalla “Diversity Champions Programme”, har arbeiðsgevarar av ymiskum slag kunnu skriva seg upp og fáa stig, alt eftir hvussu umfevnandi, teir eru mótvegis LGBTQ+ starvsfólkum. Somuleiðis veitir felagsskapurin vegleiðing í, hvussu arbeiðsgevarar kunnu ferðast upp eftir teirra javnstøðuyvirliti, Workplace Equality Index. Tað gera teir við at innføra viðtøkur á arbeiðsplássinum, sum aðrir felagsskapir og aktivistar, bæði frá høgru og vinstru, hava funnist at. Christian Concern sigur, at Stonewall “teppir talufrælsið, virðir ikki átrúnaðarligar sannføringar og ger seg inn á rættindi hjá foreldrum.” Lesbiski rithøvundurin, Julie Bindel, sigur, at við at venda sær frá mátanum, LGBT-rættindi fyrr vórðu uppfatað, og nú tvørturímóti at virka fyri tvørkyndari ideologi, er “Stonewall vorðið eitt ódjór, sum einki annað ger, enn skaða á tey, sum felagsskapurin fyrr umboðaði.”
Sambandið millum málið um son Izzy Montague og Stonewall merkir, at málið kann skiljast sum enn eitt íkast í einum størri kjakið í Bretlandi um hvat LGBT-rættindi merkja á fleiri ymiskum økjum, heldur enn ein lítil, lokal ósemja. Christian Concern vísir á, at bæði muslimsk og jødisk foreldur í øðrum førum hava funnist at, hvussu sexualundirvísing verður skipað í bretskum skúlum og kenna ikki at teirra átrúnaðarliga frælsi verður virt í tí samdandinum. Sambært lóggávu frá 2019 skulu bretskir skúlar siga næmingum frá um viðurskifti, sum hava við LGBT at gera, men tað er upp til einstøku skúlarnar sjálvar at gera av, nær næmingar eru nóg búnir til slíka frálæru. Í punkti 37 í almennu vegleiðingini um undirvísing í parlagi, kynslívi og heilsu stendur soleiðis:
“Tað stendur skúlum frítt at gera av, hvussu teir skipa slíka undirvísing, og vit vænta, at allir næmingar til rætta tíð hava fingið undirvísing í LGBT-tilfari í samband við hetta økið í undirvísingarætlanini.”
Foreldur hava sambært somu lóggávu rætt at taka barn sítt úr sexualundirvísing, partvíst ella fullkomiliga.
Rættarsakin við Izzy Montague og Heaver’s Farm Primary School er fyrstu ferð, at bretska rættarskipanin eftirkannar, hvussu undirvíst verður í LGBT-viðurskiftum í barnaskúlum. Í samband við rættarsakina fer Central London County Court at hyggja eftir, hvussu slík undirvísing kann gera átrúnaðarligan mismun, gera seg inná rættindi hjá foreldrum og teirra børnum, hvønn rætt næmingar hava at verða tiknir úr slíkari undirvísing, og í hvønn mun, skúlum er álagt at vera politiskt uttanveltaðir.
Rættarsakin byrjaði 1. februar í ár og vardi í 8 dagar. Væntað verður, at úrskurðurin hjá dómaranum, Christopher Lethem, kemur innan nakrar mánaðir.
“Eg geri hetta, so onnur foreldur fáa at vita, hvat hendir í barnaskúlum okkara,” tekur Izzy Montague samanum. “Eg vil ikki, at nakað annað foreldur í framtíðini skal fara ígjøgnum tað, eg eri farin ígjøgnum.”
Izzy Montague tók eftir hendingina og viðferðina, hon fekk, son sín úr Heaver’s Farm Primary School og meldaði hann í ein katólskan skúla.
***
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo
Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað er tí at vit vilja hava tíðindi frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning og virði.
Um tú eisini heldur tað, so kanst tú hjálpa okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta upphædd ella gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald