Spurdur um, hvørt um lýsingarherferð fyri enn einum priki var ávegis, segði heilsumálaráðharrin, Sajid Javid, at tað var “møguligt…. helst fyri tey sum eru 50 og eldri”, men, legði hann afturat, “endalig” støða er ikki tikin til tað enn.
Tey sum eru yvir 75, búgva á ellisheimi, ella hava niðursetta immunverju, fáa nú innbjóðingar til eina “vár áfylling” (spring Covid top-up) til tess at styrkja órinið.
Um tey fáa bjóðað enn eitt prik í heyst, so verður tað teirra fimmta. Summi við niðursettari immunverju fara longu at hava fingið fimm prik, tá vit koma harút, so fyri tey kann tað gerast sætta prik.
Tað eru nú seks mánaðir síðani Bretland byrjaði at bjóða triðja prik.
Serfrøðingar hava sagt seg stúra fyri, at núverandi vøkstur í smittutilburðum og innleggingum kann vera tekin um, at virknaðurin frá triðja priki fánar, og mæla tí til meira “ummf” í koppsetingarætlanina (more oomph).
Harra Javid helt, at vár-herferðin, sum umfatar tey yvir 75, tey á ellisheimum, og tey við niðursettari immunverju, fór at “fylla á aftur verjuna móti virusinum so at hesi fólkini kunnu liva ein álitisfullari gerandisdag”.
Hetta skrivar Daily Mail mánadagin 21. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald