Týskland hevur sett meira enn 260 milliardir evrur -- tað er áleið 1934 milliardir krónur -- av til at bøta um bráðfeingis váðan í orkukreppuni, sum rakti eftir at Russiska hermegin fór inn í Ukraina, men ein varandi haldfør loysn er munandi dýrari, um tað yvirhøvur ber til, skrivar Bloomberg.
Prísurin fyri at framtíðartryggja týsku orkuveitingina ljóðar í løtuni upp á meira enn 1 trillión dollarar, tvs meira enn 7000 milliardir krónur, sum skulu nýtast innan 2030, um málini skulu røkkast, sambært Bloomberg. Hetta umfatar at dagføra streymveitingnarlinjunetið og mest av øllum um nýggja framleiðslu, sum skal taka yvir eftir at kol- og kjarnorkuverkini vera tikin av, samstundis sum eftirspurningurin økist frá elbilum og el-hitaskipanum, og samstundis sum landið skal halda veðurlagssáttmálarnar.
Umskiftið fer at krevja at øki við sólorkupanelum verða sett upp, svarandi til 43 fótbóltsvøllir og 1.600 hitapumpur, um dagin. Harumframt krevjast 27 nýggjar vindmyllulundir á landi og 4 offshore vindmyllulundir at vera bygdar hvørja viku, hetta sambært einum ynskilista, sum Olaf Scholz, kanslari, legði fram í sambandi við eina vitjan á høvuðssætinum hjá Volkswagen herfyri.
“Hetta er eitt stórt tak at fara undir — kanska tað stórsta síðani endurbyggingina av Týsklandi,” segði varakanslarin, Robert Habeck, sum umsitur veðurlags- og orkumál.
Enn er langt á mál við orkuskiftinum í Týsklandi
Áleið 250 gigawatt av nýggjum kapasiteti má setast upp áðrenn 2030 — tá ið roknað verður við, at tørvurin verður áleið ein triðjing størri enn nú.
Fyri at seta tølini í perspektiv, so er kravda økingin nóg mikið til at føða øll húsarhaldini við teimum 448 milliónun íbúgvunum í ES við streymi.
Nýggju framleiðslueindirnar vera eftir ætlan ein blandingur av varandi orkukeldum og gass-orkuverkum, sum ein dag møguliga kunnu broytast til at koyra upp á hydrogen.
Men hetta er ein langur vegur at fara. Stjórnin hevur júst boðað frá, at hon í ár fer at fyrireika útbjóðingartilfar í samband við gassorkuverk, sum skulu kunna veita ein tíggindapart av tørvinum. Og í sambandi við varandi orku, so kann tað, at seta upp eina einstaka vindmyllu, taka upp til sjey ár, áðrenn neyðugu loyvini eru fingin í hús, sambært somu grein í Bloomberg.
Kemiski risin BASF hevur boðað frá, at ætlanin er at siga 2.600 fólkum úr starvi vegna trýst á fyritøkuna frá orkukreppuni. Fyritøkan hevði hall í seinnu hálvu í fjør og letur aftur fleiri av mest orkukrevjanri framleiðslunum, harímillum tvær ammoniakk fabrikkir og attengdar kunsttøðfabrikkir.
“Høgu orkuprísirnir leggja eina eyka byrðu á kappingarførið og møguleikarnar at skapa eitt avlop í Europa,” segði forstjórin Martin Brudermueller, sambært Bloomberg. Hann nevndi eisini “ov nógvar og stirvnar reglugerðir, umframt seina og búrokratiskar loyvisviðgerðir.”
Ein av kjarnutrupulleikunum hjá Týsklandi, eru politisku ætlanirnar at taka av ávísar orkuformar (fyrst kol og kjarnorku) uttan at hava eina greiða ætlan fyri hvussu farast skal fram at útvega aðra orku. Seinastu trý kjarnorkuverkini í landinum verða læst um miðan apríl, og nú ætlar landið sær at skunda undir ætlanina at gevast við kolorku fram ímóti 2030.
Uttan kjarnorku og kol sum orkukeldur, og uttan stóru natúrgassveitingarnar úr Russlandi er Týskland farið í holt við eina skundbygging av móttøkustøðum fyri at taka ímóti tí dýrara flótandi LNG-gassinum, soleiðis at landið kann tryggja sær nóg mikið av orku til ídnaðin, sum er avgerandi fyri búskapin í landinum. Samstundis verður roknað við at elbilar, hitapumpur og elektrolysarar til at framleiða hydrogen fara at økja um tørvin við eini 33%, soleiðis at komið verður upp á 750 terawatt tímar í 2030.
Týskland verður eisini noytt at finna eina loysn á trupulleikanum at framleiða elorku tá ið vindur og sól ikki eru tøk. Fyribilsætlanin hjá stjórnini inniber at byggja nýggj gassorkuverk, sum seinni kunnu koyra upp á hydrogen, men tað er trupult at finna íleggjarar, sum vilja fara undir slíkar kostnaðarmiklar verkætlanir.
“Undir verandi umstøðum kann ikki roknast við at nóg mikið av íleggjarum fáast,” segði Veronika Grimm, sum er limur í búskaparráðnum, sum ráðgevur stjórnina. Manglandi íløguhugurin kemst av ótryggleika í orkumarknaðunum og ógreiðum reglugerðum, legði hon afturat.
Upprunagrein:
Bloomberg - Germany Faces $1 Trillion Challenge to Plug Massive Power Gap
Les eisini:
Bloomberg: Tað fer at taka fleiri ár hjá Týsklandi at javna missin av russiskum gassi
***
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.
28. februar fylti Hinvegin 1 ár. Áleið 300 greinar umframt video við samanumtøkum og poddvarpi er tað blivið til higartil.
Vit hava hvørki lýsingar ella krøv um haldaragjald á síðuni. Tað er tí at vit gjarna vilja hava tilfarið frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at okkara arbeiði hevur týdning og er vert at stuðla.
Um tú eisini hevur hug at hjálpa okkum at reka og menna hinvegin, so høvdu vit verið sera takksom, um tú vildi hjálpt okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við at gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald