Uttanlands

Bloomberg: Tað fer at taka fleiri ár hjá Týsklandi at javna missin av russiskum gassi

Ein ríkistinglimur sigur við Bloomberg, at “sannleikin er, at har verður ikki nóg mikið av framleiðslukapasiteti til í heiminum, at framleiða nóg stórar mongdir av LNG soleiðis at vaksandi eftirspurningurin kann nøktast hesi næstu trý til fýra árini, so tann ósagda strategiætlanin er, at Týskland skal halda á við at rinda svakar prísir, meðan onnur, minni rík lond, ganga tómhent.”

Mynd: BASF SE

Mynd: BASF SE

2023-01-23 13:56 Author image
Jón Tyril

Bloomberg skrivar í dag, 23. januar 2023, at Týskland er fleiri ár burtur frá at kunna javnviga gassið, sum kom úr gassleiðingum úr Russlandi, við LNG-gass úr øðrum londum. Hetta sambært metingum frá búskaparmálaráðnum í landinum. 

Olaf Scholz, ríkiskanslari, segði við Bloomberg í seinastu viku, at landið hevur lært sína lektiu við at hava verið ov bundið av Russiskum veitingum. Nú var málið at byggja út rúmføri, soleiðis at Týskland hevur møguleika at fáa hendur á eins nógvum gassi, sum undan innrásini, uttan at skula innflyta tað úr Russlandi, segði hann.

Men tað fer at taka heilt til 2026 hjá Týsklandi at seta upp móttøkur til 56 milliardir kubikkmetrar av innanríkis LNG goymsluføri, ella áleið soma mongd, sum varð innflutt úr Russlandi í 2021, skrivaði búskaparmálaráðið í einum svari til eina røð av spurningum frá Vinstraflokkinum. Í 2030 er ætlanin at landið skal vera ført at taka ímóti 76,5 milliardum kubikmetrum, ella áleið 80% av samlaðu gassnýtsluni hjá Týsklandi í 2021.

[object Object]

Higartil hevur Týskland megnað at minka um bundinskapin at russiskum veitingum við at skera niður upp á samlaðu nýtsluna, innflyta LNG frá europeiskum grannalondum, og við at økja um innflutningin umvegis gassleiðingar úr Noregi og Hollandi. Partar av hesum veitingum eru tó óvissar, tí ætlanir eru um at steingja stóra gassfeltið í Groningen í Hollandi í næsta ár.

“Sannleikin er, at har verður ikki nóg mikið av framleiðslukapasiteti til í heiminum, at framleiða nóg stórar mongdir av LNG soleiðis at vaksandi eftirspurningurin kann nøktast hesi næstu trý til fýra árini”, segði Christian Leye, ein av tinglimunum fyri Vinstraflokkin, við Bloomberg.  “So tann ósagda strategiætlanin er, at Týskland skal halda á við at rinda svakar prísir, meðan onnur, minni rík lond, ganga tómhent.”

Bloomberg skrivar, at búskaparmálaráðið ynskti ikki at gera viðmerkingar til málið.

Kelda: Bloomberg - Germany Still Years Away From Replacing Russian Gas Capacity


***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald