Uttanlands

Blindsjón er 2020: Gabrielle Bauer og Jeffrey Tucker frá Brownstone práta um mótstøðurørsluna

Vóru niðurlæsingarnar, krøvini og tilmælini til samfelagsins besta? Vísindin kann ikki svara tí spurninginum einsamøll. Heimsspekingar, sálarfrøðingar, búskaparfrøðingar, rithøvundar, sakførarar og onnur kunnu kasta umráðandi ljós á ymisk viðurskifti í tí sambandinum. Tað er tað, sum 'Blindsight is 2020' snýr seg um. Hoyr áhugavert prát millum høvundin og útgevaran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-16 08:36 Author image
Jón Tyril

“Blinsight is 2020”, eftir Gabrielle Bauer, er ein bók við heilt serligum frásøgnum frá nøkrum av leiðandi fólkunum í mótstøðurørsluni móti niðurlæsingunum.

Gabrielle sessast við Jeffrey Tucker, stovnara og forseta í Brownstone Institute, til eitt prát um nýggju bók hennara, Blindsight Is 2020: Reflections on Covid Policies from Dissident Scientists, Philosophers, Artists, and More. (Á føroyskum okkurt í stíl við: “Blindsjón er 2020: Tankar um kovid-politikkir frá andstøðu vísindafólkum, heimspekingum, listarfólkum og fleiri.”)

Vóru niðurlæsingarnar og krøvini (hjá okkum tilmælini, ritstj.) til samfelagsins besta? Vísindin kann ikki svara tí spurninginum einsamøll. Heimsspekingar hava umráðandi ting at siga um um tað. Eins og sálarfrøðingar, búskaparfrøðingar, rithøvundar og sakførarar. 

Teir 46 teinkjararnir sum sleppa framat í hesi bók, tiknir úr einum fjølbroyttum úrvali av vísinda- og lista- og verkagreinum og politiskum sannføringum, eru samdir um eitt: politisku tiltøkini fóru um mark og heimurin viltist av kós. Summi eru altjóða kend, onnur einans framúrskarandi. Saman seta tey kikaran á sosialu og etisku brotini í kovid-tíðarskeiðnum, so sum kenslulig manipulatión, vanvirðing fyri sivilum frælsisrættindum, og treiska noktanin at umhugsa skaðanar av at frysta samfelagið.

Høvundin minnist eisini aftur á sínar egnu royndir at fáa koronutíðina at geva meining, frá sálarviðgerð á Zoom, til at vitja Svøríki, sum ikki var niðurlæst. Bókin bjóðar okkum av at kanna skaðarnar, sum koronupolitikkirnir elvdu, sæð úr ymiskháttaðum sjónarhornum. Røddirnar, ið tala í bókini, geva okkum nýggj sjónarhorn upp á stórsta samfelagsliga umskifti í modernaðari søgu.

Les brot úr 'Blindsight is 2020' her

Keyp bókina ‘Blindsight is 2020 her

Les eisini greinina vit høvdu um bókina herfyri: Blindsjón er 2020

Endurgivið við loyvi frá Brownstone Institute

Upprunagrein: Blindsight Is 2020: Gabrielle Bauer reports on the resistance with Jeffrey Tucker

(Týtt: JT)

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo

Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað er tí at vit vilja hava tíðindi frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning og virði.

Um tú eisini heldur tað, so kanst tú hjálpa okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta upphædd ella gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald