Uttanlands

Argentina og Latín Amerika fara ikki at senda vápn til kríggið millum Ukraina og Russland, sigur argentinski forsetin

Argentina og Latín Amerika fara ikki at senda vápn til Ukraina at berjast ímóti russisku innrásini við. Og ei heldur fara londini at senda vápn til nakað annað stríð í heiminum, segði forsetin á tíðindafundi saman við Olaf Scholz, kanslara.

2023-02-03 06:21 Author image
Jón Tyril

Argentiski forsetin, Alberto Fernandez, staðfesti á einum tíðindafundi, at Argentina og Latín Amerika fara ikki at senda vápn til Ukraina at berjast ímóti russisku innrásini við. Og ei heldur fara londini at senda vápn til nakað annað stríð í heiminum. Hetta segði hann á tíðindafundi eftir at hava hitt týska kanslaran, Olaf Scholz, seinasta leygardag.

Forsetin gav ábendingar um at hann og týski kanslarin vóru samdir um at tað er alneyðugt at fáa steðgað stríðnum og mistu mannalívunum vegna kríggið. “Hesum eru vit avgjørt samdir um at arbeiða saman fyri,” legði hann afturat.

Fernandez hitti týska kanslaran nú hann var í Suður Amerika og vitjaði millum onnur Brazil, Chile og Argentina.

Ferandez legði eisini dent á, at Argentina “er ein stórur verji av mannarættindum í heiminum" og staðfesti, at við valinum av Lula Da Silva í Brasilia er "Mercosur (búskaparligt samstarv millum lond í suðuramerika) í eini betri støðu í sambandi við samráðingar við Europa".

Kelda: Europa Press umvegis msm

Les eisini:

Eysturríki og Ungarn fara ikki at senda Ukraina vápn. Vit eru í parti við friði og veita humanitera hjálp ístaðin

‘Eitt friðarland’: Brasilia noktar at senda vápn til Ukraina

***

Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Vit hava valt ikki at hava lýsingar ella haldaragjald fyri at tíðindi frá hinvegin kunnu síggjast og lesast. Ístaðin liva vit av stuðli frá einstaklingum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning. Um tú eisini heldur tað, so ert tú hjartaliga vælkomin at hjálpa okkum at fíggja arbeiðið við at lata antin eina fasta ella eina eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald