Uttanlands

Amerikansku oljufeløgini hava ovurstóran vinning av krígnum

Financial Times skrivar at amerikanska oljuvinnan stendur til at hava met vinning í ár, orsakað av príshækkingum vegna kríggið í Ukraina

2022-11-07 17:14 Author image
Jón Tyril

Amerikansku oljuframleiðararnir hava forvunnið meira enn 200 milliardir dollarar - tað er 1494 milliardir krónur - í vinningi, síðani Russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar. Hetta skrivar Financial Times, sum sigur at feløgini tjena pengar uppá geopolitiska ruðulleikan, sum hevur skakað heimsins orkumarknaðir og sent prísirnar til himmals. 

Samlaða nettoinntøkan fyri børsskrásettu olju og gasfeløgini í USA náddi 200,24 milliardum dollarum fyri 2. og 3. ársfjórðin í ár sambært eini greining, sum S&P Global Commodity Insights gjørdi fyri Financial Times. Hetta er størsti viningur, sum higartil er skrásettur nakrantíð fyri hendan geiran í eitt seksmánaðarskeið, og bendir gongdin á, at árið í ár fer at seta met, hvat avkasti viðvíkir.

Gullfepurin hjá orkuframleiðarunum er ikki fallin í góða jørð í Hvítu Húsunum, sum royna at berjast ímóti príshækkingunum í samfelagnum nú miðskeiðis val stendur fyri durum.

Joe Biden forseti segði í seinastu viku, at óhoyrdi vinningurin var eitt “windfall of war”, vit kundu kalla tað ein “krígs bonus” á føroyskum, og ákærdi orkufeløgini fyri at gera sær dælt av krígnum. Um feløgini ikki brúka yvirskotið til at gera íløgur í at pumpa meira olju upp, so prísirnir kunnu fáast niður, segði forsetin, so segði hann seg fara at biðja kongressina um at leggja høgar eykaskattir á feløgini.

Bæði í ES og Stóra Bretlandi hava sett eyka skatt á ávikavist 33 og 25 % á ovurstóra vinningin í orkugeirunum, men hetta verður mett at vera ósannlíkt at vinna frama í USA.

Kelda: Financial Times - US oil producers reap $200bn windfall from Ukraine war price surge

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun fyri at vit fyrst og fremst kunnu halda á, men eisini víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald