Í eini grein í Wall Street Journal, skriva og nýliga leyslatin skjøl vísa, at Hvítu Húsini hava spælt ein avgerðandi leiklut í, hvussu amerikanarar eru vorðnir sensureraðir á sosialum miðlum. Teldupostsamskifti millum Rob Flaherty, sum er leiðarin fyri digitalar miðlar í Hvítu Húsunum og stjórar í sosialu-miðlafyritøkunum, prógva at hesi feløgini settu mannagongdir fyri sensur av koronutilfari í verk eftir áhaldandi og ágangandi trýst úr Hvítu Húsunum, ikki sjálvboðið.
Sí The Highwire umrøða málið hósdagin 12. januar
Teldupostarnir komu fram 6. januar í einum rættarmáli har statsákærarnir í Missouri og Louisiana saman við 4 borgarum saksøkja myndugleikarnar um brot á talufrælsi. Tað er felagskapurin New Civil Liberties Alliance, sum umboðar saksøkjararnar.
Hin 14. mars í 2021 sendi Hr. Flaherty ein teldupost til ein av stjórunum í Facebook, (hvørs navn ikki verður upplýst fyri at verja viðkomandi). Evnið á teldupostinum var “Tit goyma bóltin,” harumframt var eitt leinki til eina grein í Washington Post um kanningar, sum Facebook sjálvt hevði gjørt viðvíkjandi “útbreiðsluni av tankum, sum vaksa um ivasemi í sambandi við koppsetingar,” sum avísin kallaði tað. “Eg haldi her er onkur misskiljing,” skrivaði FB-stjórin aftur. “Eg haldi ikki hetta er ein misskiljing,” svaraði Hr. Flaherty. “Vit eru alvorliga stúrin um at tykkara tænasta er ein av høvuðs-drívarunum av koppsetingar-afturhaldi - punktum. . . . Vit vilja tryggja okkum, at tit royna. Vit vilja vita, hvussu vit kunna hjálpa, og vit vilja tryggja okkum, at tit ikki lumpa okkum. . . . Hetta hevði verið nógv lættari, um tit bara vóru beint fram við okkum.”
21. mars, eftir at tað var misseydnað at blíðka Hr. Flaherty, sendi Facebook-stjórin ein teldupost, har hann greiddi frá smálutunum í ætlaðum broytingum í reglugerðini og viðskiftatreytunum hjá felagnum. Nýggju treytirnar innihildu møguleikan at “strika villeiðandi kunning í samband við koppseting” og at “minka um útbreiðsluna av tilfari, ið ikki inniheldur beinleiðis villeiðing, men sum talar ímóti koppsetingum.” Facebook lýsti hetta sum “tilfar, ið ofta er satt,” sum “kann vera orðað sum stórtíðindi, ófrættatíðindi, ella sum skelkandi.” Facebook lovaði at “strika hesar bólkar, síður og brúkarakontur, sum í ov stóran mun stuðla slíkum gølukendum tilfari.” (sum t.d. bólkar um skaðar vegna koppseting, ella síður og persónar, ið skriva og kjakast um skaðar ella andlát av koppseting ella líknandi. -red.)
Í hesum samskiftinum kravdi Hr. Flaherty at fáa at vita, hvat Facebook gjørdi fyri at “avmarka spjaðingini av viralum tilfari” á WhatsApp, sum er ein tænasta at senda privatboð við, serliga havandi í huga “hvussu víða henda tænasta røkkur millum tilflytarar og millum litt.” Felagið svaraði tríggjar vikur seinni við einum langum lista av lyftum. (Tað er sama felag, Meta, sum eigur bæði Facebook, Whatsapp og Instagram. -red.)
9. apríl spurdi Hr. Flaherty “hvørjar gerðir og broytingar fremja tit fyri at tryggja. . . . at tit ikki gera koppsetingaraftranina verri í okkara landi.” Hann brikslaði felagnum fyri ikki at vera nóg íðið í sínum fyrru royndum at stýra politiskum útsagnum.: “Í sambandi við valið royndu og settu tit í verk eitt skifti í algorytmunum, sum virkaði til frama fyri kvalitets tíðindum og kunning um valið. . . . Men tit gjørdu tað ikki fyrr enn eftir eitt val, har tit vóru við til at økja um aftranina, og har ein uppreistur í stóran mun var lagdur til rættis av tykkara palli. Og síðani sløktu tit tað aftur. Eg vil hava fulla vissu, sum er bygd á veruligar dátur, at tit ikki gera tað sama aftur her.” Einfalda aftursvari frá FB-stjóranum var: “Tað er skilt.”
14. apríl kroysti Hr. Flaherty FB-stjóran við, hví “høvuðsuppslagið um koppsetingar í dag” er Tucker Carlson sum “sigur at tær ikki rigga”: “Eg vil síggja, hvussu ‘Minking’ sær út í verki,” skrivaði hann. FB-stjórin svaraði: “Eg eri í gongd við tað nú.”
23. apríl sendi Hr. Flaherty FB-stjóranum eitt innanhýsis upprit, sum hann segði var farið runt inni í Hvítu Húsunum. Uppritið slóg fast, at “Facebook spælir ein høvuðsleiklut í spjaðingini av villeiðandi kunning í sambandi við kovid-koppsetingarnar”, og ákærir felagið fyri m.a. at, “ikki at hepnast at hava eftirlit við tiltøkum sum stuðla anti-koppsetingar- og villeiðandi tilfari um kovid,” og at “beina uppmerksemi yvir á kovid-skeptikkarar og antivaksarar, sum fólk hava álit á.”
10. mai sendi FB-stjórin Hr. Flaherty ein lista við stigum, sum Facebook hevði tikið til tess at “økja um talið av teimum, sum siga ja til koppsetingar” (increase vaccine acceptance).” Hr. Flaherty svaraði forhánisliga aftur, “Tað er ringt at taka nakað av hesum seriøst, tá ið tit spæla virknan leiklut at promovera anti-koppsetingarsíður í leitifunkuni,” og leinkjaði til eitt tvit frá einum tíðindamanni á NBC. Facebook-stjórin skrivaði aftur: “Takk Rob - báðar brúkarakonturnar sum verða umrøddar í hesum tvitinum eru strikaðar fulkomiliga av Instragram fyri at bróta okkara reglugerðir.”
Biden forseti, Jen Psaki, pressu skrivari, og ovasti embætislæknin (Surgeon General), Vivek Murthy, lovaðu seinni alment at halda sosialu miðla-pallarnar til svars, um feløgini ikki øktu um sensurin. Hin 16. juli 2021 spurdi eitt tíðindafólk Hr. Biden, hvønn “boðskap hann hevði til pallar sum Facebook”. Hann svaraði, “teir drepa fólk.” Hr. Biden segði seinni, at hann meinti, at tað vóru brúkararnir, ikki pallarnir, sum drupu fólk. Men skjølini vísa, at tað var Facebook sjálvt, sum var málið, og sum átøkini hjá Hvítu Húsunum skuldu leggja trýst á.
Hr. Flaherty nýtti eisini vald ímóti Google í apríl í 2021, og legði YouTube (sum Google eigur) undir at “tveita” fólk yvir í koppsetingaraftran (vaccine hesitancy). Hann segði, at stúranin fyri hesum gjørdi seg eisini galdandi “á hægsta stað (og eg meini hægsta stað) í Hvítu Húsunum,” og kravdi at “meira arbeiði má gerast.” Hr. Flaherty kravdi at vita, hvørji víðari tiltøk, Google fór at seta í verk, fyri at strika óynskt tilfar. Ein av stjórunum á Google svaraði, at felagið arbeiddi við at “taka sær av viðurskiftum, tú nevndi í sambandi við villeiðandi tilfar um kovid-19.”
Hesir teldupostar vísa eitt greitt mynstur: Hr. Flaherty, sum umboðar Hvítu Húsini, vísir sína øði og ónøgd við at feløgini ikki sensurera tilfar í samband við kovid, soleiðis, sum hann vil hava tað. Feløgini broyta síðani sínar politikkir og reglugerðir fyri at liva upp til hansara krøv. Sum úrslit av hesum vóru túsundtals amerikanarar teptir fyri at seta spurningar við koronufrásagnirnar hjá myndugleikunum. Tveir av saksøkjarunum í Missouri, Jay Bhattacharya, professari í medisini á Stanford og Martin Kulldorff, táverandi professari í medisini á Harvard, eru smittulæknar, sum vórðu sensureraðir á fleiri ymiskum sosialum miðlum eftir boðum frá myndugleikunum fyri at geva til kennar meiningar, sum vóru vísindaliga væl grundaðar, men sum viku frá tí, sum myndugleikarnir søgdu - t.d. at børn og vaksin við natúrligum immuniteti tí tey longu høvdu havt sjúkuna, ikki høvdu fyri neyðini at verða koppsett móti kovid.
Teldupostar, sum áður eru komnir alment fram ígjøgnum onnur sakarmál, umbønir um alment innlit, og ígjøgnum Twitter-skjølini hjá Elon Musk, høvdu longu avdúkað eina víðfevnda sensurskipan sum umfataði Hvítu Húsini eins væl og amerikanska stovnin fyri sjúkubasing og fyribyrging CDC (Centers for Disease Control and Prevention), stovnin fyri innanlands trygd, DHS (Department of Homeland Security), samveldisløgregluna, FBI (Federal Bureau of Investigation), og aðrar stovnar og ráð undir landinum. Stjórnin gav tøknifeløgunum boð um at strika ávíst slag av tilfari, og enntá at sensurera ávís uppsløg og brúkarakontur. Aftur her, sannir boðskapir, ið sáddu iva um, hvussu væl munnbind virkaðu og sum settu spurning við kravdar koronu-koppsetingar, vóru ímillum tilfarið, sum bleiv sensurerað.
Fyrsta grundlógarískoytið [ið lýsir talu-, fundar- og pressufrælsi amerikumanna, -red.] forðar myndugleikunum í at sensurera ávísar meiningar (viewpoint-based censorship). Stats-virkis doktrinin forðar stjórnini í at sleppa sær undan stjórnarrættarligum avmarkingum við at fáa privat feløg at fremja ólóglig mál fyri seg óbeinleiðis.
Tey, sum verja stjórnina, detta aftur á páhaldið um at samstarvið hjá tøknifeløgunum við myndugleikarnar, var sjálvboðið, og út frá tí koma tey so til tað niðurstøðu, at fyrsta grundlógarískoytið ikki kemur í spæl. Hendan argumentatiónin er ivasom, men hóast hon skuldi verið gyldig, so er fortreytin fyri henni nú prógvað at vera følsk.
Teldupostarnir hjá Flaherty vísa, at samveldisstjórnin í síni stremban eftir at tryggja, at amerikanska fólkið einans fekk stats-góðkenda kunning um koronu, ólógliga noyddi feløgini (at fremja sensur). Úrslitið av hesum gerðum, ið eru í stríð við amerikansku grundlógina, er, at fólkið fekk eina falska mynd av at har var ein vísindalig “semja” ella konsensus um tey mest týðandi viðurskiftini kring kovid-19. Ein uppgerð við ólógligu og svikaligu framferðina hjá myndugleikunum er á veg í rættarsalunum.
Greinin stóð upprunaliga sum viðmerking ella meiningagrein í Wall Street Journal undir heitinum:
The White House Covid Censorship Machine
Høvundarnir:
Fr. Younes, er rættarsakførari hjá New Civil Liberties Alliance, umboðar privatu saksøkjararnar í Missouri v. Biden.
Dr. Kheriaty er senior vísindafólk við Brownstone Institute, stýrislimur við Ethics and Public Policy Center og ein av saksøkjarunum.
***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo
Tú kanst eisini gera tín part fyri at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald