Business Insider skrivar í dag, at ein bólkur við 30 vinstrahallum demokratiskum umboðum úr umboðsmannatinginum, ið telur kend nøvn sum eitt nú Ilhan Omar og Alexandria Ocasio-Cortez, eggjar Joe Biden forseta at fara í holt við samráðingar við Russland, sum skulu fáa enda á krígnum í Ukraina. Hetta er sambært miðlinum fyrsta tekin um at ósemja er í flokkinum, um hvørjari strategi, hvítu húsini skulu fylgja.
Í brævinum til Biden siga lógarsmiðirnir, undir leiðslu av Pramila Jayapal, úr Washington, at beinleiðis samráðingar við Russland eiga at vera tiknar upp, til tess at sleppa undan at kríggið dregur meira út.
“Havandi í huga tað oyðilegging, sum kríggið hevur elvt til í Ukraina og heiminum, eins væl og vandan fyri vanlukkuligari herðing av stríðnum, halda vit, at tað eisini tænir áhugamálunum hjá Ukraina, USA og restini av heiminum, at sleppa undan einum longdum stríði,” skrivaðu fólkavaldu umboðini til forsetan.
“Av teirri grund heita vit teg at para hernaðarliga og fíggjarliga stuðulin, USA hevur veitt Ukraina, við einum proaktivum diplomatiskum skumpi, og at tvífalda royndirnar at finna ein gjørligan hátt at fáa eina vápnahvíld í lag,” stendur eisini í brævinum.
Áheitanin, at royna at fáa vápnahvíld í lag, gongur í móti verandi strategi hjá USA, sum er at veita Ukraina vápn og stuðul og annars at lata tað fult og heilt upp í hendurnar hjá Ukraina at ráða fyri, nær og um, samráðingar vera.
Ukrainsk embætisfólk hava alsamt víst frá sær hugskotið um at samráðast við Russland. Í seinasta mánaða segði Volodymyr Zelenskyy forseti, at russisku royndirnar at innlima ukrainskt landøki inn í Russland merkja, at har “einki er at tosa um” so leingi sum Putin situr við valdinum.
Republikanararnir, sum hava ein máttmiklan avbyrgingarhugaðan (á enskum ‘isolationist’, sum er tann bólkurin, sum helst ikki vil blanda seg í viðurskifti í øðrum londum) bólk í flokkinum, kunnu vinna ræðið á umboðsmannatinginum hin 8. november, tá ið miðskeiðisval vera. Hetta kann gera tað truplari at fáa játtað pengar at senda sum hjálp ella vápn til Ukraina.
Minnilutaleiðarin í umboðsmannatinginum (House Minority Leader) Kevin McCarthy, hevur sagt, at tað er ikki vist, at Republikanararnir ganga við til at rinda fyri meira hjálp til Ukraina og segði nýliga, at har fer ikki at vera nakar “blankokekkur” útskrivaður til Kyiv. Hinvegin segði minnilutaleiðarin í Senatinum, Mitch McConnell í seinastu viku tað øvuta, og lovaði at stuðla fígging av stríðnum hjá Ukraina víðari.
USA hevur veitt Ukraina meira enn 60 mia dollarar (áleið 460 mia kr) í hernaðarligari og humaniterari hjálp síðani Russland við sínum herdeildum tók seg inn í landið í februar.
Hvítu Húsini hava sagt, at tað er upp til Ukraina at avgera, nær samráðast skal við Russland, men summir greinarar halda, at USA noyðist at spæla ein forvirknan leiklut og leiða samráðingarnar.
Tey sum finnast at áheitanunum um friðartingingar, siga, at samráðingar í løtuni í veruleikanum ikki eru annað enn eftirlætispolitikkur, og vísa á, at Russland hevur framt ræðuleikar, og at talsfólkini hjá Kreml og russisku miðlarnir eggja til fólkadráp.
Eftir atfinningar móti brævinum frá summum floksfeløgum í demokratiska flokkinum, viðmerkti Jaypal á Twitter har hon segði, at brævið var ikki ætlað sum eitt signal um manglandi stuðul mótvegis handfaringini hjá Biden av Ukrainamálinum.
“Lat meg gera greitt: Vit standa saman sum demokratar í okkara óvikandi stuðli av Ukraina í teirra stríði fyri fólkaræði og frælsi,” skrivaði hon. Og víðari: “Og einki í brævinum talar fyri nakrari broyting av tí stuðlinum.”
Í eini viðmerking til Reuters segði talsmaðurin hjá amerikanska statsráðnum, Ned Price, at einki tekin er um at Kreml er til reiðar at koma til nakrar veruligar og væl meintar samráðingar.
***
Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út við at stuðla okkum - antin við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald