Innanlands

12 ráð, hvussu tú við tolni kanst uppala viljasterka og lívliga barn títt

Hevur tú eitt viljasterkt barn? So ert tú heppin! Meðan börnini eru smá kann viljastyrkin tykjast avbjóðandi, men við eymligari uppaling gerast tey framúrskarandi tannáringar og ung vaksin. Her eru 12 góð ráð frá Dr. Lauru Markham, sálarfrøðingi, rithøvundi og serfrøðingi í barnauppaling, hvussu tú á bestan hátt kanst menna og menta títt viljasterka barn.

2023-03-03 02:25 Author image
Dr. Laura Markham

Hevur tú eitt viljasterkt barn? So ert tú heppin! Meðan börnini eru smá kann viljastyrkin tykjast avbjóðandi, men við eymligari uppaling gerast tey framúrskarandi tannáringar og ung vaksin. Við egnari drívmegi og innari kumpass, fara tey eftir tí, sum tey vilja, og lata mestsum ikki bólkatrýst rína á sær. So leingi sum foreldrini ikki geva eftir fyri freistingini, at “bróta viljan” hjá barninum, so gerast hesi børn ofta leiðarar seinni í lívinum.

Hvat er eitt viljasterkt barn í grundini? Nökur foreldur kalla tey: “stríggin” ella “treisk”, ella positivari: “lívlig”. Men vit kunnu eisini síggja viljasterk börn sum rættlætin fólk, ið ikki lættliga lata onnur stýra sær burtur frá tí, tey sjálv halda. Viljasterk börn eru lívlig og djörv. Tey vilja læra seg sjálv, heldur enn bara taka við tí, sum onnur siga, og tí kanna tey mørkini umaftur og umaftur. Tey vilja “ráða” sær sjálvum og onkuntíð freistast tey til at “hava rætt” óansæð hvat. Tá ið tey hava sett sær okkurt fyri, vísir tað seg at vera ringt, at fáa tey at broyta meining. Viljasterk börn hava stórar ovurhugaðar kenslur og alt koyrir við fullari ferð.

Oftani hava börn við sterkum vilja lyndi til at stríðast við foreldrini um maktina. Hinvegin skulu tveir partar til. Tær nýtist ikki at taka lut í hvörjum kjaki, tær er í boði! Um tú megnar at anda djúpt, tá ið tú merkir sinnið koma í teg, og minnir teg sjálva á, at tú kanst lata barnið sleppa undan eyðmýking, og framvegis fáa tað, sum tú vilt, kanst tú læra teg at skáka tær undan hesum maktstríðnum. (Ikki lata títt fýra ára gamla fáa teg at uppföra teg sum eitt fýra ára gamalt).

Ongum dámar at fáa harraboð, men viljasterk börn halda tað vera ótolandi. Foreldur kunnu sleppa undan maktstríði, við at hjálpa barninum at kenna, at tey skilja tað, eisini meðan foreldrini seta mörk. Ver innlivandi, gev nökur val, og hugsa um at virðing gongur báðar vegir. Við at finna vinn/vinn loysnir ístaðinfyri at ramsa reglur upp, heldur tað viljasterkum börnum frá at gerast frá sær sjálvum og lærir tey grundleggjandi förleikar, at tingast og finna semjur.

Viljasterk börn royna ikki at vera trupul. Tey föla at teirra rættlætiskensla verður sett í vanda, um tey verða noydd at geva seg undir viljan hjá öðrum. Har tey sleppa at velja, dámar teimum væl at samstarva. Um hetta órógvar teg, tí tú heldur lýdni vera eina týdningarmikla dygd, fari eg at heita á teg, at umhugsa málið av nýggjum. Sjálvandi vilt tú uppala eitt ábyrgdarfult, umhugsið og samstarvssinnað barn, ið ger tað rætta, eisini tá ið tað er trupult. Men tað krevur ikki lýdni. Tað krevur, at vit gera tað rætta, tí vit vilja tað.

Moralur er at gera tað rætta, líkamikið hvat tú hevur fingið boð um. Lýdni er at gera tað, tú hevur fingið boð um, líkamikið hvat er rætt.
- H.L. Mencken

Sjálvsagt vilt tú hava barnið at gera, sum tú sigur, men ikki tí tað er lýðið og altíð ger tað, sum onkur störri enn tað sigur, tað skal gera. Nei, tú vilt hava barnið at gera sum tú sigur, tí tað hevur álit á TÆR, tí barnið hevur lært, at hóast tað ikki altíð fær sín vilja, so er tað tó altíð barnsins besta, tú hevur í huga. Tú vilt uppala barnið til at hava sjálvsaga, til at taka ábyrgd og at vera umhugsið — og tað sum er mest umráðandi, at duga á at skyna, hvörjum tað kann hava álit á og nær tað skal lata seg ávirka av öðrum.

At bróta viljan hjá einum barni ger tað viðbrekið og lætt hjá öðrum at ávirka — ofta ikki við tí besta í huga. Tað, sum verri er, er at tað er brot á andliga sáttmálan, vit gera sum foreldur.

Tá ið tad er sagt, kunnu viljasterk börn vera stríggin — full av orku, avbjóðandi og treyst. Hvussu verja vit hesar frálíku dygdir og eggja teimum at samstarva?

12 ráð, hvussu tú við tolni kanst uppala viljasterka og lívliga barn títt

1. Hugsa um, at viljasterk börn læra við at gera sær royndir.

Tað merkir, at tey sjálv mugu kanna um ovnurin er heitur. So, uttan so, at tú ert bangin fyri at barnið fær álvarsaman skaða, er munadyggari at lata barnið læra av royndum, heldur enn at royna at stýra tí. Tú kanst rokna við, at viljasterka barnið fer at royna tíni mörk umaftur og umaftur — tað er soleiðis tað lærir. So skjótt tú veitst hetta, er lættari at vísa tolni, og sleppa undan at lata tað ganga uppá nervarnar og slíta parlagið upp.

2. Meira enn nakað annað, ynskir viljasterka barn títt at hava fult tamarhald.

Lat barnið taka ræðið á so nógvum av sínum egna virksemi, sum møguligt. Ikki júka um at busta tenninar; spyr heldur: “hvat annað er eftir at gera áðrenn vit fara?” Um barnið ivast, set kross í listan við tí tit gera hvönn morgun: “Vit eta morgunmat, busta tenn, fara á vesi og pakka taskuna. Eg sá teg pakka taskuna, tað er ófört! Hvat er eftir at gera innan vit mugu fara”? Börn, ið föla seg sjálvbjargin og at tey skipa fyri, hava minni törv á vera í andstöðu. Ikki at gloyma, tey gerast tíðliga ábyrgdarfull.

3. Gev viljasterka barni tínum nökur val.

Barnið verður næstan við vissu rísið, um tú gevur boð. Um tú bjóðar eitt val, fölir barnið seg sum harra yvir egnari lagnu. Sjálvandi bjóðar tú bara val, ið tú kanst liva við, og tak tær tað ikki nær um tú letur eitt vet av maktini frá tær. Um tað ikki flættast við barnið, tá ið tit skulu til handils, tí tað heldur vil halda fram við spælinum, er eitt hóskandi val:

"Heldur tú vit skulu fara nú ella um tíggju minuttir? Í lagið, tíggju minuttir uttan hóvasták? Avtalað (við lógvataki)....og av tí at tað kann vera trupult at gevast at spæla um tíggju minuttir, hvat kunnu vit tá gera, fyri at tað skal verða lættari fyri teg um tíggju minuttir"?

4. Gev barninum myndugleika yvir sær sjálvum.

“Eg síggi, at tú vilt ikki í jakka. Tað er kalt í dag, og eg fari í hvussu so er í jakka, men tú ræður sjálvandi yvir tær sjálvum — um tað ikki ger teg sjúkan — so tú fert í jakka um tú vilt. Tó eri eg bangin fyri, at tú verður køld so skjótt sum vit koma út, og vit venda ikki heimaftur eftir jakkanum. Hvat heldur tú um at eg koyri jakkan í taskuna, og so hava vit hann um tú broytir stöðu”?

Hon fær ikki lungnabruna, uttan so at tú trýstir hana til tað, og uppförir teg sum um tú hevur vunnið,  tá ið hon biðjur um jakkan. Um barnið ikki verður fyri eyðmýking av at fara í jakkan, bönar tað um hann, so skjótt sum kuldin merkist. Tað er bara ikki so lætt fyri barnið at ímynda sær at vera kalt, tá ið tað er so heitt beint nú inni í húsinum, og jakkin fölist tungur og heitur. Hon er vís í, at hon hevur rætt — hon merkir tað á sínum egna kroppi — eyðvitað er hon ímóti tær. Hetta sjálvsálitið vilt tú ikki bróta niður, men heldur bara læra barnið, at tað er eingin skomm at broyta meining, um stöðan broytist.

5. Slepp undan at stríðast um maktina, við at hava vanar og reglur.

Soleiðis sleppur tú undan at blanda teg uppí alt, tí hjá okkum er tað soleiðis:

❝ "Reglan er, at vit fara á pott ella vesi eftir hvörja máltíð og hvönn drekkamunn" ella "Vit slökkja ljósið klokkan átta, um tú gert skjótt av, náa vit tvær bökur" ella "hjá okkum verða skúlatingini gjörd áðrenn vit hyggja í skerm".

6. Ikki trýsta barnið at treiskast ímóti tær.

Tvingsil elvir altíð til mótstríð — hetta er galdandi fyri fólk í öllum aldri. Um tú tekur eina avgjörda og skjóta avgerð, trýstir tú lættliga barnið til at treiskast ímóti tær, bara fyri at prógva málið. Tú kennir tað aftur, tá ið talan er um maktstríð, og tú setir tær fyri at vinna. Gevst! Anda djúpt og minn teg á, at ein sigur í bardaga móti barninum hjá tær, förir altíð til tap av tí týdningarmiklasta: tilknýtinum tykkara millum. Um tú ivast, sig tá:

❝ "Í lagið, tú kanst avgera hetta".

Letur tað seg ikki gera, sig honum tá hvussu langt hann ræður, ella finn ein annan hátt fyri hann at rökka máli sínum, at ráða sjálvur, uttan at tað gongur útyvir heilsuna ella trygdina hjá honum.

7. Skáka tær undan maktstríði við ikki at eyðmýkja barnið.

Tær nýtist ikki at prógva, at tú hevur rætt. Tú kanst, og eigur, at seta grundaðar vónir og handhevja tær. Men tú eigur undir ongum umstöðum at royna at bróta niður viljan hjá barninum og noyða tað at samtykkja tínar áskoðanir. Hann skal gera, sum tú sigur, men hann má hava loyvi til sínar egnu áskoðanir og kenslur um tað.

8. Lurta eftir barninum.

Tú, sum hin vaksni, gongur kanska av röttum út frá, at tú veitst best. Men hetta viljasterka barnið hjá tær hevur sterkan vilja, partvís sum úrslit av sínum rættlæti. Barnið hevur eitt sjónarmið, sum fær tað at standa fast við sítt, og royna at verja okkurt, sum tykist hava týdning fyri tað. Einans við at lurta róliga eftir barninum, og at endurspegla tað, sum barnið sigur, kanst tú skilja, hví barnið mótsigur tær. Tá ið barnið noktar at fara í bað, til dömis, royn tá ódömandi, viðurkennandi og forvitin: 

❝ “Eg síggi at tú tímir ikki í bað. Kanst tú siga mær eitt sindur um hví so er”?

Tú fært kanska fram í ljósmálað (sum eg fekk við míni trý ára gomlu Alice), at hon er bangin fyri at verða skolað niður í frárenslið, sum Alice í sanginum. Tað ljóðar kanska ikki sannlíkt fyri tær, men hon hevur eina orsök. Og tú finnur ikki útav orsøkini, um tit enda í hornatökum og tú noyðir hana í karið.

9. Hygg úr hansara sjónarhorni.

Hann er til dömis illur, tí tú lovaði at vaska superman-skikkjuna hjá honum, og gloymdi tað. Fyri tær er hann treiskur. Fyri honum, er hann á gosi av röttum, og tú ert hyklandi, tí honum er ikki loyvt at bróta síni lyfti, men tú breyt títt til hansara. Hvussu fáa tit skil á hesum og koma víðari? Tú biður hjartaliga um fyrigeving fyri ikki at halda lyftið, tú vissar hann um, at tú roynir inniliga at halda tíni lyfti, og síðani fara tit, saman, at vaska skikkjuna. Hann lærir kanska enntá, hvussu hann kann vaska síni egnu klæðir, tú endar ikki í hesi stöðuni aftur framyvir og hann er styrktur. Hugsa um, hvussu tú vilt verða viðfarin, og far við honum á sama hátt.

10. Al upp við at hava góð viðurskifti við barnið — ongantíð við at revsa tað.

Um tú vilt hava barnið at broyta kós, hugsa tá, at tað ræður um at stuðla barninum, heldur enn at noyða tað. Tað er eingin mongd av noyðslu í verðini, ið fær eitt inniliga viljasterkt fólk at lata sær noyðslu lynda. Hinvegin veksur mótstöðan, tí rættlætiskensla teirra letur tey ikki bakka, bara av at verða fyri hóttan.

Men ert tú nóg stuðlandi, og tey kenna seg nóg tilknýtt, eru börn við sterkum vilja vanliga fús at gera tað, sum tú vilt, heldur enn tað, sum tey vilja. Börn samstarva, tí har er nakað tey vilja meira enn at fáa sín vilja í løtuni — tey vilja hava góð viðurskifti við okkum. 

Tess meira tú dystast móti og revsar barn títt, tess meira brýtur tú niður hugin hjá barninum, at varðveita góðu viðurskiftini við teg. Minst til, at börn læra ikki, tá ið tey eru mitt í einum stríði. Sum við okkum öllum, er tað tá at adrenalinið pumpar og læring verður kvett av. So ístaðin fyri at royna at læra frá tær undir slíkum kenslubornum lötum, anda djúpt og fá samband. Um barnið er tungt í huga, hjálp tí tá at lýsa pínuna, bangilsið ella skuffilsið, fyri at fáa kenslurnar at fjara burtur. Síðani verður barnið til reiðar at lurta eftir tær, tá ið tú minnir á, at heima hjá tykkum snakka öll blídliga hvört við annað. (Sjálvandi mást tú vera ein fyrimynd. Barnið fer ikki altíð at gera sum tú sigur, men tað fer altíð, sum frá líður, at gera tað sum tú gert).

11. Vís barninum virðing og innlivan.

Tey flestu börnini við sterkum vilja berjast fyri virðing. Um tú vísir teimum tað, er ikki neyðugt hjá teimum at berjast fyri at verja stöðu sína. Og eins og við okkum öllum, hjálpir tað nógv um tey kenna seg vird. Skilir tú sjónarmið hansara, men heldur at hann fer skeivur — hann vil til dömis í superman-skikkju í kirkju og tú heldur ikki tað sömir seg — ber kortini til at vísa honum innlivan og at möta honum á miðjuni, meðan tú setir markið.

❝ "Tær dámar ómetaliga væl hesa skikkjuna og vildi fegin sloppið at vera í henni, ikki so? Men, tá ið vit fara til gudstænastu klæða vit okkum virðuliga, og tí ber ikki til at vera í skikkjuni. Eg veit at tær fer at leingjast at sleppa í hana. Hvat sigur tú til, at vit hava hana við okkum og at tú kanst vera í henni á vegnum heim"?

12. Tilknýti, tilknýti, tilknýti.

Tilknýti er 80% av uppalingini fyri öll börn, tí ikki fyrr enn tey kenna seg tilknýtt, fara tey at lurta eftir tíni leiðbeining. Hetta er serliga galdandi fyri viljasterk börn. Tá ið viljasterka dóttir mín var 21, segði hon við meg, at um onkur annar hevði alt seg upp, hevði hon kanska verið blivin kriminell. Sjálv haldi eg ikki tað, men hon var sanniliga avbjóðandi sum barn, og mátti ongantíð hóttast. Hon gjördi eftir mínum “mentandi” ráðum, bara av tí at hon elskaði meg og hevði virðing fyri mær. Tilknýti verður altíð munabesti hátturin at ávirka tað viljasterka barnið.

Ljóðar hetta sum eftirlátlig foreldraumsorgan? Tað er tað ikki. Tit seta mörkini. Men tey verða sett við virðing fyri sjónarhorninum hjá barninum, sum tá eisini verður meira samstarvshugað. Tað er í grundini ongantíð orsök til at vera keðiligur (um tað)!  Sum Dalai Lama segði: “Ver altíð vinaligur, tá ið tað ber til. Tað ber altíð til.”

**

Greinin er endurgivin við loyvi frá høvundanum. Upprunagrein: Aha! Parenting - Peaceful Parenting Your Strong-Willed Child

Høvundur: Dr. Laura Markham, stovnari av AhaParenting.com, høvundur at bókunum Peaceful Parent, Happy Kids; Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook

Týtt: Kristfríð Tyril

Aðrar greinar um uppaling:

12 mátar at styrkja barn títt ímóti happing - harímillum happing á netinum

Óð? Sissa teg, ikki missa teg!

Tá ið illsinnið hjá barni tínum fær öði í teg

Íkensla, empati: Grundarlagið undir kensluligari heilsu

10 góð ráð, hvussu tú kanst fáa tað besta burturúr summarinum saman við familjuni

4 lættir vanar við orðum, sum styrkja sjálvsálitið hjá børnunum

Okkara børn, vit sjálv

Soleiðis kanst tú tosa við børnini um kríggið í Ukraina

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.

28. februar fylti Hinvegin 1 ár. Áleið 300 greinar umframt video við samanumtøkum og poddvarpi er tað blivið til higartil.
Vit hava hvørki lýsingar ella krøv um haldaragjald á síðuni. Hetta tí vit ynskja at tilfarið frá okkum skal síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at okkara arbeiði hevur týdning, og er vert at stuðla.
Um tú eisini hevur hug at hjálpa okkum at fáa gott tilfar út á føroyskum, so høvdu vit verið sera takksom, um tú vildi stuðlað okkum við antin at lata eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við at gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald