Hagstovan hevur í dag sent út tíðindaskriv um gongdina í fólkatalinum seinasta árið. Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin er minkaður nakað.
Orsøkin til minking í vøkstrinum er, at munandi fleiri eru deyð í 2022 enn 2021, og at væl færri eru fødd. Men netto tilfytingin ger, at útslagið ikki gerst so ógvusligt.
Hagstovan:
“Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði. Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettoflytingin við.“
Nú hava vit júst fingið eina eftirmeting frá Løgmansskrivstovuni, sum snúði seg um hvussu koronufarsóttin varð handfarin av almennum myndugleikum.
Í eftirmetingini kemur fram, at 28 fólk doyðu við koronu í nærum tvey ára langa tíðarskeiðinum (tað er tíverri kki útgreinað, hvussu mong doyðu av koronu, heldur enn við koronu).
Har stendur eisini, at brúktar vóru áleið 520 mió kr til átøk av ymsum slag í samband við handfaringina av koronufarsóttini.
Sigandi permumyndin á snøgga bóklinginum er av miðbýnum í Havn frá flaggdegnum í 2020 - vakurt flaggskrýddur, men ikki eitt menniskja at síggja.
Myndin, sum prýðir eftirmetingina hjá Løgmansskrivstovuni, ið Ólavur Frederiksen / Faroe Photo hevur tikið. Síggj fleiri myndir frá koronutíðini við at klikkja á myndina.
Á mangan hátt koppaðu vit tilveruni á høvdið. Vit góðtóku at missa rættindi, sum vit áður hildu verða sjálvsøgd - sovorðið sum at vitja síni kæru á ellisheimi ella sjúkrahúsi, at savnast á flaggdegi, stevnu, festivali ella í brúdleypi. Enntá at fylgja sínum kæru til gravar, ella at fara til gudstænastu saman við sínum trúarsystkjum, var í eitt tíðarskeið tikið frá okkum, til tess at verja okkum móti heilsuvanda. Alt slíkt, sum vit annars hava mett vera sjálvsøgd rættindi, høgd í stein, var tikið frá okkum, tí vandin var so stórur.
Samstundis stóðu landsins fremstu fram á stórslignum tíðindafundum og greiddu okkum frá, hvussu vandamikil støðan var, og hvat varð kravt av okkum.
Vit hoyrdu hagtøl um farsóttina í tíðindunum og fremst á øllum portalum - hvussu mong vóru smittað, hvussu mong deyð, hvussu mong kannað osfr.
Tilsamans í áleið tvey ára skeiðinum, sum farsóttin vardi, doyðu sum sagt 28 fólk av ella við koronu, og alt var helst meira á gosi, enn vit hava upplivað í okkara livitíð. Til samanberingar doyðu 226 føroyingar undir øðrum heimsbardaga, sum er seinast, so ógvuslig inntriv hava verið gjørd í lívið hjá okkum.
Men nú eru nærum 100 fleiri fólk deyð eftir einum ári, og 73 færri fødd. Mann nakar látast um vón og royna at finna útav, hví so er? Hvat tað mann verða, sum ger, at so mong fleiri okkara doyðu og færri vórðu fødd aftan á farsóttina, enn bæði undir og undan henni.
Ella í minsta lagi at geva okkum, sum undrast, eina frágreiðing?
Tað er ikki bara í Føroyum, at metstór ovurdeyðiligheit og minkandi føðitíttleiki ger seg galdandi, og júst tað bendir á, at talan ikki bert er um nátúrligt sveiggj hjá okkum, men at okkurt hevur elvt til ovurdeyðan og minkandi burðartalið í mongum londum. Men tíverri tykist verða lítil áhugi at finna orsøkirnar.
Tíðindaskrivið hjá Hagstovuni kann lesast her: Stívliga 54.200 fólk búðu í Føroyum í desember — vøksturin er 1,2%
Video og bóklingur frá eftirmetingini hjá Løgmansskrivstovuni kann síggjast her
- Jón Tyril, redaktørur, hinvegin.fo
***
Meðan vit hava teg her. Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo
Tú kanst gera tín part og hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald