Eg datt fram á greinina við landsstýriskvinnuni og kundi ikki bara mær at leggja hesa lítlu viðmerking út á Facebook. Tú ert vælkomin at viðmerkja ella deila víðari.
Eg kundi havt skoytt uppí, at viðhvørt riggar tað at koma afturíaftur eftir falska reklamu. Tað gjørdi VW til dømis, eftir at bilmerkið varð avdúkað, at hava falsað tølini fyri útlát, og fingið tað at síggja út, sum bilarnir lótu nógv minni av luftdálking frá sær, enn teir í veruleikanum gjørdu. Men tá krevst, at tú viðurkennir tínar feilir og lovar bót og bata. So kann álitið í summum førum byggjast uppaftur, sum hjá VW.
Upprunaviðmerkingin ljóðaði soleiðis:
"Well, tá ið onkur hevur roynt at yvirselja eina vøru við falskari reklamu, so er truplari at fáa fólk at hoppa uppá tað sama kynstrið umaftur. Jú ógvusligari tú hevur reklamerað við falskari reklamu, jú ógvusligari slær tað bakk.
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo
Tú kanst eisini gera tín part fyri at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald