Uttanlands

Vápn úr Ukraina enda hjá brotsmonnum í norðanlondum

Brotsmannalið í Danmark, Svøríki og møguliga eisini Finnlandi, fáa hendur á vápnum, sum vestanlond senda Ukraina. Hetta skrivar finski tjóðarmiðilin Yle.

2022-11-02 00:15 Author image
Jón Tyril

Finska fregnartænastan sigur seg hava upplýsingar um at brotsmenn í Finnlandi kunnu fáa hernaðarlig vápn, sum annars vóru ætlað Ukrainska herinum.

“Vápn, sum ein røð av londum senda Ukraina, eru eisini funnin í Svøríki, Danmark og Niðurlondum,” sigur Christer Ahlgren, kommiserur í kriminalløgregluni við Yle. 

Altjóða miðlar hava greitt frá at Europeiski løgreglustovnurin Europol hevur roknað við at brotsmannalið løgdu vápn á goymslu í Ukraina. Í summar skrivaði Europol eina fráboðan, har ávarað var um at útbreiðslan av skot- og spreingivápnum í Ukraina kundi elva til økta smugling av vápnum inn í ES umvegis kendar smuglararutur.

“Vit hava sæð tekin um at hesi vápn longu finna sær vegin til Finnlands,” sigur Ahlgren við YLE.

Løgreglan hevur ikki latið nágreiniligari upplýsingar um málið við vápnum úr Ukraina, enn at kanningararbeiði er í gongd. 

Leiðirnar og kontaktpersónarnir til tess at kunna smugla ólóglig vápn til Finnlands eru longu upp á pláss, sambært Ahlgren.

“Tríggir av heimsins størstu motorsúkklubandum - sum eru partar av størri altjóða felagskapum - eru virknir í Finnlandi. Ein av hesum er Bandidos MC, sum hevur deildir í øllum størri býum í Ukraina,” greiddi hann frá. “Vit vita at kontaktfólk og smuglingarleiðirnar verða gjørdar til reiðar, so alt er klárt.”

Síðani kríggið í Jugoslavia hava londini á Balkan stríðst við ólógligan vápnahandil.

“Tað er gott at Ukraina fær nógv vápn, men vit fara at stríðast við hesi vápnini í fleiri tíggjuár fram og rinda prísin her,” segði Ahlgren.

Hann vísti eisini á, at kríggið í Ukraina skapar størri arbeiðsbyrði fyri løgregluna, men at hetta ikki sæst aftur í øktari játtan.

Í apríl varð mett, at einans 30-40 % av vápnunum náddu fram har tey skuldu

Í eini grein á CBS News við heitinum "Arming Ukraine" stendur m.a. at USA ikki hevði yvirlit yvir hvar meginparturin av vápnunum, sum vestanlond sendu, endaðu.

Megparturin av hesum vápnum og hernaðarligu útgerð fer til markið við Póland, har USA og NATO frakta tað um markið í hendurnar á ukrainskum tænastufólkum. Og her endaði umsjónin við vápnunum. «Alt fer um markið, og tá hendur nakað, og okkurt sum 30% av útgerðini kemur fram har sum tað skal,” segði Jonas Ohman, sum er stovnari og stjóri í Blue-Yellow, sum er eitt felag við heimstaði í Litava, sum hevur verið við til at veita deildunum á hermótinum í Ukraina hernaðarliga hjálp síðani byrjanina av hernaðarliga stríðnum millum Ukrainsku herdeildirnar og russiskt sinnaðu loysingarfólkini í 2014.

Á svarta marknaðin

CBS skrivar víðari:

“Alsamt skiftandi hermótini og í høvuðsheitum sjálvbodnu og paramiliteru herdeildirnar í Ukraina, hava gjørt tað trupult at fáa hernaðarhjálpina fram hjá teimum, sum royna at finna vegin í vandamiklu veitingarleiðunum fram til móttakararnar. Summi stúra fyri vápnum, sum enda á svarta marknaðinum í landinum, sum hevur verið fongt av korrupsjón síðani Sovjetsamveldið datt sundur.”

USA hevur síðani August roynt at fáa betri eftirlit við vápnunum, sum vera send Ukraina.

Ein grein í Financial Times vísir á sama trupulleika: Stóru veitingarnar av vápnum vestaneftir, kunnu enda í hondunum á brotsmannaliðum í Europa. Eftir at vápnini eru komin á millumstøð í Pólandi og lastað á trailarar og lastbilar, er trupult hjá vestanlondunum at fylgja við, hvar vápnini enda.

Interpol gjørdi vart við trupulleikan í juni mánaða: Arms sent to Ukraine will end up in criminal hands, says Interpol chief

Keldur:

YLE - NBI suspects arms sent to Ukraine might be in criminal hands

CBS News - Why military aid in Ukraine may not always get to the front lines

FT - Nato and EU sound alarm over risk of Ukraine weapons smuggling

Íblástur - Steigan - Våpen til Ukraina havner hos kriminelle


***

Heldur tú at tað er gott at vit leggja upplýsandi tilfar út, sum ikki hoyrist nógv um í meginstreymsmiðlunum? Ver við til at stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun so vit kunnu halda á, víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald