Uttanlands

Vanlukkulig smitta - Bill Gates og tey hava aftur verið í holt við eina farsóttarsimulering

Kennir tú Event 201, sum var ein simulering av eini koronuvirus heimsfarsótt í september í 2019, stutt áðrenn vit hoyrdu um Kovid19 á fyrsta sinni? Ella hvussu við apukoppasimuleringini, sum var hildin júst eitt ár framanundan at apukopparnir brutu út? Well, í oktober í ár var skipað fyri enn einari pandemi-simulering, hesaferð fyri einum veruliga vandamiklum virusi, sum sambært venjingini rakar í 2025.

2022-12-14 09:12 Author image
Jón Tyril

The Johns Hopkins Center for Health Security, saman við Heimsheilsustovninum (WHO) og Bill & Melinda Gates Grunninum - í stóran mun somu stovnar, sum stutt fyri at Kovid-19 gjørdist kent, skipaðu fyri Event 201, ið var ein simulering við tí endamáli at venja handfaringina av eini alheims koronufarsótt - stóðu fyri enn einari venjing í oktober mánaða í ár. Venjingin varð hildin í Brússel og hevði heitið ‘Catastrophic Contagion’, sum merkir áleið ‘Vanlukkulig smitta.’ Venjingin er ein simulering av, hvussu WHO skal handfara eina møguliga neyðstøðu, har ein heimsfarsótt spjaðist frá Brasilia til restina av heiminum tíðliga í 2025. Virusurin í hesari simuleringini kallast ein enterovirus, og hevur hægri deyðstíttleika enn Kovid19 og rakar ólutfalsliga hart børn og ung.

Her er offisielt video frá tiltakinum Vanlukkulig smitta (Catastrophic Contagion):

Í Event 201 skuldu luttakararnir tosa ígjøgnum og spæla leiklutir, hvussu støðan skuldi handfarast heilsupolitiskt, umsitingarliga og politiskt á annan hátt, tá ið ein heimsfarsótt brast á. Venjingin var hildin í oktober í 2019, bara nakrar vikur áðrenn vit hoyrdu um fyrstu tilburðirnar av onkrari nýggjari krímsjúku í Wuhan í Kina.

Niðurstøðurnar og tilmælini, sum komið var fram til á Event 201 líkjast sera nógv teimum, ið vóru sett í verk í mars 2020.

Sí almenna video frá Event 201 her:

Tað vóru The Johns Hopkins Center for Health Security, World Economic Forum og Bill & Melinda Gates Foundation, ið skipaðu fyri Event 201 koronuvirus-simulerings-venjingini.

Punkt 7 í viðmælunum, ið vóru skrivaði í tí sambandinum sigur soleiðis (mín umseting, lesið endiliga originalin eisini):

“Stjórnir mugu samstarva við siðbundnu- og sosialu-miðlafeløgini, at granska og menna mátar at mótarbeiða miskunning (misinformation). Til hetta krevst, at mentur verður ein háttur at oysa miðlarnar undir við skjótari, neyvari og samljóðandi kunning. Almennir heilsumyndugleikar eiga at arbeiða saman við privatum arbeiðsgevarum og leiðarum í samfelagnum, sum fólk hava gott álit á, sum t.d. átrúnaðarleiðarar, til tess at breiða út faktuella kunning til starvsfólk og borgarar. Arbeiðsgevarar í privata vinnulívinum, sum hava stóra ávirkan, og sum fólk hava álit á, eiga at skapa sær møguleikan at økja um almennu boðberingina, at handfara slatur og óváttað tíðindi og miskunning, og at styrkja um álítandi kunning, sum stuðlar almenna neyðstøðu og tilbúgvingarsamskiftinum. Heilsumyndugleikarnir í londunum eiga at arbeiða tætt saman við WHO um at skapa umstøður til kvikliga at seta saman og senda út einsháttað heilsuboð. Fyri sín part eiga miðlafeløgini at binda seg til at syrgja fyri at boð frá myndugleikum fáa hægstu raðfesting og at følsk boð vera undirtrýst, m.a. við at nýta tøknilig amboð.”

V.ø.o.: WHO, World Economic Forum og Bill & Melinda Gates Foundation góvu í sept. 2019 tilmæli um, at í eini komandi heimsfarsótt “eiga miðlafyritøkur at binda seg til at tryggja, at boð frá myndugleikunum vera raðfest, og at følsk kunning verður undirtrýst m.a. við at nýta tøknilig amboð.” 

Sí video har Ivor Cummings knýtir saman ymsu simuleringarnar, og hvørjum vit skulu hava eyguni við:

Tann kensluleysi, skuldu vit torað at sagt konspiratoriski, lesarin hugsar kanska, at heitið “Vanlukkulig smitta” hevur røttu mongdina av drama, eitt sindur sum heitið á einum hollywood filmi, og hóskar tískil ógemeina væl til at skapa passaligt av ótta, og soleiðis eggja fólki til sjálvboðin at geva síni rættindi frá sær, eins og tað hendi kring meginpartin av heiminum í sambandi við kovid. Men lat meg ikki troytta tykkum ov nógv við hesum. Les meira um nýggjastu venjingina hjá okkara fittu og ósjálvsøknu verjum her:

Steigan - Ny scenarioøvelse forbereder neste pandemi – Bill Gates & co er på’an igjen

Vert er eisini at minna á eina aðra profetiska virussimulering, har profeterað varð um eina virussmittu, ið vit sóu fyrr í ár. Henda simuleringin var hildin júst eitt ár framanundan vit fingu eitt útrbrot av júst sama virusi, sum simuleringin snúði seg um. Ja, talan er nevniliga um apukopparnar. Tey flestu høvdu helst lukkuliga gloymt teir. Vónandi verður “Vanlukkuliga smittan” ikki eins profetisk og apukoppasimuleringin og Event 201. Vit skrivaðu m.a. hetta um appukoppamálið, tá ið tað var fyri:

Hinvegin - Hin profetiska apukoppa simuleringin: Fyrsta heimsumfevnandi útbrot av apu-koppum rakar í neyvt somu viku, sum spátt varð í eini bio-trygdar simulering fyri einum ári síðani

Onnur leinki:

Almenna síðan hjá Catastrophic Contagion

Almenna síðan hjá Event 201

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald