Lesarar minnast bannini ímóti øllum møguligum sløgum av sangi undir niðurlæsingunum, og enntá eftir at latið var upp aftur, tí at hetta at syngja saman skuldi vera ‘smittuvandi.’ Tað vísir seg, at hetta eyðkenda slagið av koronuvitloysi var bygt á eina vánaliga vísindaliga kanning við feilum í. Kirkjublaðið Church Times hevur søguna:
Forboðið kom sum úrslit av frágreiðingum úr USA í mars 2020, at 52 av 61 sangarum, sum høvdu verið til venjing hjá kórinum Skagit Valley Chorale í Mount Vernon í Washington, høvdu eftirfylgjandi fingið koronu. Smittukeldan var dømd til at vera ein av kórsangarunum, ið var til venjingina, og sum seinni varð kannaður positivur fyri virusin, og mettur at vera super-spjaðarin.
Los Angeles Times brúkti yvirskriftina (leystliga týdd): “Eitt kór valdi at hava venjing. Nú hava tíggjutals limir koronu og tveir eru deyðir.” (Upprunayvirskrift: “A choir decided to go ahead with rehearsal. Now dozens of members have COVID-19 and two are dead.”) Ein røð av vísindaligum greinum vístu til tilburðin og kanningina av honum, sum landins heilsumyndugleikar framdu, og komu víða út. Saman við vaksandi semjuni um at luftbornir smádropar bóru smittuna millum fólk, varð allur innandura kórsangur bannaður.
Hetta rakti mong kór sera hart, bæði professionel og amatørkór. Vísindaligar kanningar tóku dik á seg. Tveir leikmannaprestavikarar frá Salisbury Cathedral tóku lut í nærlagdum kanningum á Porton Down, hernaðarliga vísinda- og tøkni-granskingardeplinum hjá bretska verjumálaráðnum, til tess at kanna, hvussu langt loftbornir smádropar kundu ferðast. Hesar og aðrar kanningar, umbidnar av deildini fyri talgildi, miðlar, mentan og ítrótt, søgdust við tíðini at hava givið bretsku stjórnini nóg stóra vissu, soleiðis at røttu smittutálmandi átøkini kundu setast í verk.
Nú er ein gjøgnumgongd av Skagit-málinum, sum vísindafólk við Nottingham Trent University (NTU), Brunel University, og Brighton og Sussex Medical School hava gjørt, komin til tað niðurstøðu, at mong av sjúkueyðkennunum hjá kórsangarunum vístu seg ov tíðliga til at smittan kundi verið komin av kórvenjingini.
Í eini vísindaligari grein sum á enskum kallast “The Skagit County Choir COVID-19 Outbreak: Have we got it wrong?” (leystliga umsett: “Koronuútbrotið í Skagit kórinum: Hava vit tikið feil?” eftirkanna og greina vísindafólkini upprunaligu dáturnar frá útbrotinum í mun til útgivnar dátur um inkubatiónstíð. Tey koma til tað niðurstøðu, at tað er “hvørvandi lítil sannlíkindi fyri at hetta var eitt smittuútbrot frá eini einstakari smittukeldu (single point source outbreak), eins og sagt var víða, og sum ymisk model hava verið bygd á.”
Ein ókannað niðurstøða leiddi til “skeivar politiskar niðurstøður viðvíkjandi váðanum av at syngja, og innandura rúmum sum heild, og um fyrimunirnir av at økja um luftútskiftingina” skriva granskararnir m.a..
“Hóast viðkomandi ongantíð bleiv eyðmerktur alment, so fekk ein einstaklingur moralsku byrðina, at vita, hvørjar heilsuavleiðingar vóru tilskrivaðar hansara ella hennara gerðum. Vit mæla til at hesi páhald verða endurkannað og at størri etisk ábyrgd verður sýnd, tá ið gingið verður út frá einari einstakari smittukeldu í kanningararbeiði av smittuútbrotum.”
Ein av med-høvundunum, Professor Robert Dingwall frá NTU, segði mikudagin, at smittuferðin, hvussu skjótt kórsangararnir vórðu smittaðir og fingu sjúkueyðkenni, var ósannlík og passaði ikki við epidemisku kurvuna.
“Øll ‘tað kundi verið’ blivu til avgjørd granskingarúrslit millum tey, sum endurgóvu [upprunaligu kanningina],” segði hann. “Vit hugdu eftir tí, og sóu at býti av døgum, har sum sjúkueyðkennini vístu seg, og sóu at tað bar ikki til, at tey øll vórðu smittað til hasa venjingina - sjúkueyðkennini komu bara ov skjótt til tað.”
Greinin í Church Times er verd at lesa í fullum líki.
Endurgivið og umsett frá Daily Sceptic
Høvundurin
Toby Young hevur verið tíðindamaður í meira enn 35 ár. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, harímillum ‘How to Lose Friends & Alienate People’, og var ein av stovnarunum av ‘the Knowledge Schools Trust’. Umframt at vera redaktørur á Daily Sceptic, so er hann eisini aðalskrivari í felagskapinum ‘the Free Speech Union’.
(JT týddi)
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum antin við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald