Innanlands

Vælkomin til Hinvegin

Hinvegin er ein nýggj tíðindasíða, sum leggur seg eftir at bjóða fleiri sjónarhorn, enn bara tey, vit hoyra í meginstreymsmiðlunum

Hinvegin

Hinvegin

2022-02-28 10:51 Author image
Jón Tyril

Hinvegin er sprottin úr einum tørvi á at fáa fleiri og breiðari sjónarhorn fram um ymisk aktuel viðurskifti á føroyskum. Okkara grundarlag er talufrælsi, samvitskufrælsi, hugsanar og trúarfrælsi. Einans í fríum samskifti ber til veruliga at gera okkara fatan víðfevndari og meira álítandi.
Ítøkiliga høvið var kovidnítjan-farsóttin og mangan einvísa sjónarhornið, sum bleiv borið fram í stórum parti av miðlunum saman við øktum sensuri og útheinging av teimum við øðrvísi sjónarmiðum, við tí endamáli, at fáa tey at tiga.
Hetta er so ein roynd at skapa ein miðil, sum kann fyrihalda seg kritiskt til ráðandi frásagnirnar, og sum kann vera við til at víðka sjónarringin og grundarlagið fyri kjaki kring hesar frásagnir. Ein partur av tilfarinum verður um kovidnítjan, tí tørvur er á eini eftirmeting av øllum tí málinum. Men verðin snarar víðari og onnur aktuell evni troka seg á.

Vit vilja gjarna vera eitt stað á netinum, har tú kanst finna tíðindi, viðmerkingar og bakgrundstilfar um aktuel evni úr sjónarhornum, sum ikki eru bundin av politiskari korrektheit, peningaligum seráhugamálum, politiskum ella religiøsum flokkadrátti, ella bara trongdini at halda tað sama sum øll onnur. Fjølbroytni og margfeldi er ein styrki.

Stovnari og redaktørur á síðuni er Jón Tyril. Jón er útbúgvin bachelor í føroyskum máli og bókmentum, men er kanska mest kendur sum stigtakari til tónleikatiltøk sum G! Festival og HOYMA. Jón hevur fingist við samskifti stóran part av lívi sínum. 

Hinvegin.fo er fíggjað við stuðli frá fólkum, sum taka undir við endamálunum, sum tey eru lýst omanfyri.

Tey, ið ynskja at stuðla arbeiðinum við síðuni, kunnu flyta eina upphædd ella gera eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800

Um tú hevur hugskot, viðmerkingar, góð ráð, rós ella gleps, so kanst tú seta teg í samband við Jón á:

[email protected]

Tel: 741653

Vinaliga,
Jón

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald