í 2019 varð Zelensky valdur við stórum meiriluta og eini sera greiðari fólksligari heimild at fáa frið í lag við Russland. Men sum navnframi professarin og Russlandsserfrøðingurin, Stephen F. Cohen, ávaraði um sama ár, so valdi USA heldur at fara í part við uttasta høgraveinginum í Ukraina og purra uppundir kríggj.
Ein heitan oktoberdag í 2019 settust eg og hátt virdi professarin í Russlands-studium, Stephen F. Cohen, á Manhattan til eitt prát, sum skuldi gerast okkara seinasta andlit til andlits samrøða (Cohen andaðist í september í 2020 81 ára gamal).
Kongressin var í gongd við at fyrireika seg til eina ríkisrættarsak ímóti Donald Trump fyri at hann hevði steðgað vápnaveitingunum til Ukraina, samstundis sum hann noyddi ukrainsku stjórnina at kanna viðurskifti hjá Joe Biden og syni hansara Hunter Biden. Stóru miðlarnir vóru yvirtiknir av eini øði av eldhuga um eitt forseta skeið í váða. Men ein av teimum fremstu lærdu serfrøðingunum í málum viðvíkjandi Russlandi, professor Cohen, var meira upptikin av, hvørjar avleiðingar hendan ríkisrættarsýningin í Washington kom at hava fyri drúgva kríggið, sum var í gongd millum USA-stuðlaðu Ukrainsku stjórnina og uppreistrarfólkini í Donbass, sum fingu stuðul úr Russlandi. Hetta var tá ið Volodomyr Zelensky einans hevði sitið nakrar mánaðir í byrjanini av síni forsetatíð, sum hann vann við at geva lyfti um at enda stríðið í Donbass. Heldur enn at stuðla ukrainska leiðaranum, nú hann hevði fingið eina heimild frá fólkinum at fáa frið í lag, so valdu demokratarnir at leggja ríkisrættarsak móti Trump, fyri at hann í eitt stutt tíðarskeið hevði steðgað vápnafloyminum, sum veitti brennievni til stríðið. Sum demokratarnir hava lyndi at gloyma nú, so noktaði Obama forseti at senda hesi somu vápn, tí hann óttaðist at tað fór at draga kríggið út og at vápna nasistar í landinum. Cohen ávaraði um, at við at sleppa politikkinum hjá Obama, so settu demokratarnir fríðartilgongdina í vanda, og kundu styrkja uttasta høgraveingin í Ukraina.
“Zelensky stillaði upp sum eitt friðar-valevni” greiddi Cohen frá. “Hann vann eina sera stóra heimild at fáa frið í lag. So tað merkir, at hann noyðist at samráðast við Vladimir Putin.” Men har var ein stór forðing. Ukrainskir fasistar “hava sagt, at teir skulu drepa og beina Zelensky burtur, um hann heldur á við hesum, at samráðast við Putin… Hann er hóttur eftir lívinum av einari at síggja til fasistiskari rørslu í Ukraina.”
Friður kundi einans fáast í lag við einari treyt, legði Cohen dent á. "[Zelensky] kann ikki fara í gongd við veruligar friðarsamráðingar við Russland, við Putin, uttan so at USA stuðlar honum í hesum,” segði hann. “Kanska tað ikki er nóg mikið, men uttan so, at Hvítu Húsini eggja til hesar samráðingarnar, so hevur Zelensky ongan kjans at samráða seg til ein enda á hesum krígnum. So her er sera nógv upp á spæl.”
Eftirfylgjandi ríkisrættarsakin og tvørflokksliga semjan um politikkin síðani, hevur gjørt tað greitt, at Washington hevði ongan áhuga í at stuðla Zelensky í friðartilgongdini, og allan áhuga í at veita brennievni til kríggið í Donbass, sum hann var valdur uppá at enda. Greiðu boðini frá kongressini, sum amerikansku fjølmiðlarnir ídnir varpaðu út og styrktu (eisini vinstrahallu miðlarnir) nærum uttan at nakar mutaði ímóti, vóru, at tá ið tað ræður um ukrainska borgarakríggið, so sær USA uttasta høgraveingin, sum sínar sameindu, og sivilfólkið sum kanónføði.
George Kent, embætismaður í amerikanska Statsráðnum, var fyrsta vitnið í ríkisrættarsakini. Hann greiddi frá, at í ukrainska stríðnum móti russiskt stuðlaðu uppreistrarfólkunum, vóru herdeildirnar at líkna við “okkara egnu minuttmenn í 1776” (minuttmenninir vóru amerikanskar hetjur úr serligari og viðagitnari herdeild, sum stríddist móti bretum í amerikanska frælsiskrígnum, red.) Í sínum innleiðandi viðmerkingum siteraði demokratiski samskiparin fyri ríkisrættarsakina, Adam Schiff, eisini Kent og segði: “USA hjálpir Ukraina og hennara fólki, soleiðis at vit kunnu kríggjast móti Russlandi har yviri, og vit ikki noyðast at kríggjast við Russland her.”
Hóast ríkisrættarmálið móti Trump misseydnaðist við atliti til at reka hann úr starvinum, so eydnaðist at nýta sakina til at styrkja málini um staðgongukríggj (proxy war), sum forsprákararnir fyri ríkisrættarmálinum vildu hava: heldur enn at stuðla friðarheimildini hjá Zelensky, so skuldi Ukraina brúkast til at “kríggjast móti Russlandi har yviri.”
Við at brúka Ukraina til at bløðga Russland, hevur USA sýnt fram sína vanvirðing fyri øllum tí, sum tað sigur seg verja, nevniliga tess fólkaræði og trygd. Við at fara við Ukraina sum eini vápnagoymslu fyri amerikonsk vápn, er USA farið í part við Ukrainsku fasistunum at oyðileggja Minsk semjuna frá 2015, sum kundi havt steðgað borgarakrígnum, sum var útloyst av einum kvetti, ið USA stuðlaði, árið fyri. Sambært Minskavtaluni skuldi russiskt talandi ukrainarnir har eystri í Donbass-økinum fáa avmarkað sjálvstýrið og viðurkenning av teirra tungumáli (russiskt). Hetta kom ikki upp á tal fyri víðgongda høgraveingin og nasistarnar, sum vóru komnir styrktir úr Maidan kvettinum í 2014, sum USA stuðlaði.
“Tann óhøgligi sannleikin er at ein rættiliga stórur partur av sitandi stjórnini í Kiev - og mótmælisfólkunum, sum syrgdu fyri at hon kom framat valdinum - eru veruliga fasistar,” skrivaðu tveir serfrøðingar á framstandandi vesturlendskum hugmyndastovnum (think tanks) í tíðarritið, Foreign Policy, í mars 2014, ein mánað eftir kvettið.
Fasistarnir hava lagt seg í vegin fyri friði í Donbass við hvørt einasta høvi. Tá ið Ukrainska stjórnin atkvøddi um eina “serliga lóg”, sum skuldi fara víðari við Minksavtalunum í august í 2015, stóðu Svoboda-flokkurin og aðrir víðgongdir bólkar ytst á høgraveinginum fyri harðligum samanbrestum, har tríggir ukrainskir hermenn doyðu og fleiri tíggjutals fólk vóru særd. Tásitandi forsetin, Petro Poroshenko, hevði skrivað undir Minsk í einum tíðarskeiði, har Obama stóð fastur ímóti tunga trýstunum frá báðum flokkum, um at senda vápn til Ukraina. Poroshenko skilti boðini, og noktaði at liva upp til ukrainska partin av avtaluni.
Í apríl 2019 var Zelensky valdur við einum risastórum meiriluta á 73% av atkvøðunum. Í valstríðnum lovaði hann at venda gongdini. Í setanarrøðu sínari mánaðin eftir, kunngjørdi Zelensky, at hann var “ikki bangin fyri at missa undirtøkuna fyri mær sjálvum, í veljarakanningum,” og at hann var “tilreiðar at leggja mítt starv til síðis - um tað er tað, sum skal til, fyri at friður kann fáast í lag."
Men máttmiklu kreftirnar uttast á høgraveinginum og vápnaðu nýnasistisku deildirnar gjørdu Zelensky greitt, at friður í Donbass fór at kosta munandi meira enn tað.
“Nei, hann hevði mist lív sítt”, segði ein av stovnarunum av Høgra Deildini (Right Sector), Dmytro Anatoliyovych Yarosh, sum tá var ovastkommanderandi í sjálvbodna ukrainska herinum, eina viku eftir setanarrøðuna hjá Zelensky. “Hann fer at hanga í onkrum træi í Khreshchatyk - um hann svíkir Ukraina og tey fólkini, sum doyðu í kollveltingini og krígnum.”
Mynd av grein. Yvirskrift, mai 2019: “Yarosh: Um Zelensky svíkir Ukraina, so missir hann ikki starvið, men lívið”
Umframt hóttanir eftir lívinum, so upplivdi Zelensky eisini beinleiðis forðingar móti síni friðarheimild á fleiri hermótum.
Tá Zelensky ferðaðist til Donbass í october 2019 til tess at tala fyri at halda val í teimum økjunum, sum uppreistrarfólkini høvdu tikið, var hann møttur av illum limum í nýnasistisku Azov-herdeildini, sum fylktust undir herrópinum “Nei til at yvirgeva seg.” í eini samrøðu, sum varð fangað á video, kjakast Zelensky við ein lim í Azov um tað at forsetin mælti til, at herurin skuldi taka seg aftur. “Eg eri forsetin í hesum landinum. Eg eri 41 ára gamal. Eg eri ikki ein tapari. Eg eri komin her at siga við teg: fá hasi vápnini burtur,” heitti Zelenski á hann.
Men Zelensky møtti áhaldandi mótstøðu. Somu kreftir á uttasta høgraveinginum settu eftirlitsstøðir upp til tess at seinka afturtøkuni av ukrainska herinum. Túsundtals nationalistar og onnur av uttasta høgraveinginum gingu mótmælisgongur í Kiev við neyðblussum sum kyndlum, undir fagnaðarrópum frá teimum frælslyntu og vællærdu.
Tá ið pressuskrivarin hjá Zelelnsky, Iuliia Mendel, “vísti á útbreiðsluna av sivilum deyðsføllum” í Donbass, sum hon skyldaði uppá “óskynsama afturskjóting (return fire) frá stjórnar herdeildum,” var hon innkallað til “eina ákærustevnu” greiddi Katharine Quinn-Judge úr Altjóða Kreppu Bólkinum frá í apríl 2020, eitt ár eftir at Zelensky var valdur. Quinn-Judge vildi vera við, at viðurkenningin av líðingini í Donbass, sum Mendel hevði víst, stavaði frá “vallyftinum hjá Zelensky, at íbúgvarnir í russiskt vinaligu økjunum skuldu viðfarast sum fullgildir ukrainar;” – men hetta kom ikki upp á tal millum amerikanskt stuðlaðu nationalistarnar á uttasta høgraveinginum, sum ongan áhuga høvdu fyri javnrættindum í Ukraina.
Hóast Zelensky drálaði við Minskavtaluni, so helt hann tó áfram at tosa um at seta hana í verk. Víðgongdi høgravongurin helt á við at vísa sína harðligu mótstøðu við hvørt høvi sum beyðst, sum til dømis í August 2021, tá í minsta lagi 8 løgreglufólk vórðu særd í vápnaðum mótmælum uttanfyri forsetaborgina.
Tað er eingin ivi um at hóttanirnar frá uttasta høgra móti Zelensky beindu fyri eini friðarsemju, sum kundi havt forðað russisku innrásini. Bara tvær vikur áðrenn russiskar herdeildir fóru inn í Ukraina, skrivaði New York Times at “tað vildi verið sera váðið politiskt hjá Zelensky so mikið sum at hugsa um eina friðaravtalu” við Russland, tí stjórn hansara “kundi komið í álvarsamar trupulleikar og møguliga verið noydd at lagt frá sær” av bólkum á uttasta høgraveinginum, um so er, at hann “gongur við uppá eina friðaravtalu, sum í teirra huga letur Moskva fáa ov nógv.”
Yuri Hudymenko, sum er leiðari fyri víðgongda høgra flokkin Demokratiska øksin (Democratic Ax), hótti enntá við einum beinleiðis kvetti: “Um nakar frá ukrainsku stjórnini roynir at skriva undir eitt slíkt skjal, so fara ein millión fólk út á gøturnar og tann stjórnin verður ikki nøkur stjórn meira."
Tað er greitt, at Zelensky hevur fangað boðskapin. Heldur enn at fara fram sambært friðarheimildini, sum hann varð valdur uppá, so er ukrainski forsetin ístaðin farin í samgongur við uttasta høgra, sum harðliga vóru ímóti (at gera semju um frið). So seint sum í januar, meðan seinasti møguleiki var tosa seg til rættis fyri at bjarga Minskavtalunum, segði ukrainski trygdarovastin, Oleksiy Danilov, sum Zelensky sjálvur hevði sett í starv, at “útinning av Minsk avtaluni, er tað sama sum at leggja landið í oyði”. Við seinasta umfar av Minsk-samráðingunum í februar, bara tvær vikur áðrenn russisku innrásina, skrivaði Washington Post, at ein “lykla forðing var mótstøðan hjá Kyiv móti at samráðast við russiskt vinaligu loysingarfólkini”
At Zelensky hevur givið eftir fyri nasistisku kreftunum, var undirstrikað hin 7. apríl, tá ið hansara tala til grikska tingið varð yvirskuggað av at hann spældi eitt video við einum limi úr nýnasistisku Azovherdeildini.
“Eg haldi at Zelensky fann øgiliga skjótt útav, at tað vegna ukrainska høgraveingin, var ógjørligt at seta Minsk II í verk,” segði John Mearsheimer, professari við University of Chicago. Mearsheimer hevur í áravís ávarað um at politikkurin hjá USA trýsti Ukraina út í eitt kríggj við Russland. Hetta segði hann á einum almennum tiltaki hendan sama dagin. “…Zelensky skilir, at hann kann ikki fara ímóti ukrainska høgraveinginum einsamallur. So vit hava grundleggjandi eina støðu, har Zelensky er steðgaður.”
(vit hava annars fyrr refererað til sama Mearsheimer á hesum stað, sí her, - red.)
Eins og vinur og starvsfelagi hansara, Stephen F. Cohen, so legði Mearsheimer dent á, hvussu umráðandi leiklut USA hevur spælt.
“Amerikanararnir fara í part við ukrainska høgraveinginum,” segði Mearsheimer. “Tí hvørki amerikanararnir ella høgravongurin í Ukraina, vilja hava Zelensky at gera eina avtalu við Russland, sum fær tað at síggja út sum at russararnir hava vunnið. So hetta er grundin til at eg eri sera pessimistiskur, hvørt Ukraina einsamalt er ført fyri at steðga hesum.”
Meðan strategarnir hjá NATO siga seg hava umsorgan fyri ukrainskum mannalívum, so hava teir samstundis víst hvussu lítla virðing teir hava fyri diplomatiskum arbeiði. Heldur hava teir, sum royndi fyrrv. amerikanski diplomaturin, Chas Freeman, segði mær herfyri, valt eina politiska kós, har mann kríggjast móti Russlandi “til tann seinasta ukrainaran.”
“Alt sum vit gera, sær út til at hava til endamáls at leingja um kríggið, heldur enn at seta ferð á at enda tað við onkrari semju,” segði Freeman, sum er fyrrverandi vara verjumálaráðharri við altjóða trygdarmálum, millum mong onnur álitisstørv á hægstu rókum.
Noam Chomsky tekur undir við Freeman, og heldur at amerikanski politikkurin er tað sama sum ein “deyðadómur” fyri Ukraina.
5. apríl gjørdi Washington Post greitt, hvat ráðandi sjónarmiðið í Washington og Brússel er: “Fyri summi í NATO er tað betri at ukrainararnir halda á við at kríggjast og doyggja, heldur enn at náa ein frið, sum kemur ov tíðliga, ella við ov høgum kostnaði fyri Kyiv og restina av Europa.” Meðan mann sigur seg virða avgerðarrættin hjá Ukraina, so er veruleikin tann, legði Washington Post afturat, at “tað eru mørk fyri, hvussu mong kompromis summi í NATO vilja ganga við til, fyri at vinna friðin.” Hetta er uttan iva tann boðskapurin, sum Zelensky fær frá Hvítu Húsunum í tí sum Trygdarráðgevin hjá USA, Jake Sullivan, lýsti sum “nærum dagligt samband” við Zelensky og hansara toymi um samráðingarnar við Russland.
Við at beina fyri friðarheimildini hjá Zelensky við at fara í part við uttasta høgraveinginum í Ukraina, so hevur USA trýst landið í eina stóra vanlukku, sum professor Cohen ávaraði um fyri nærum trimum árum síðani.
“Tað eru løtur í søguni, politisku søguni, har tað er eitt høvi, sum er so gott og skilagott, og so ofta mist, møguleikin,” segði Cohen við meg í oktober í 2019. “So møguleikin hjá Zelensky, nýggja forsetanum, sum fekk hendan risastóra sigurin, yvir 70 prosent, at samráðast við Russland um at enda hatta kríggið, hann má takast. Og tað krevur at USA stutt og greitt sigur við Zelensky, ‘far í gongd, vit stuðla tær í tí.’”
Við at lata oyruni aftur fyri áheitanum frá einsamøllum røddum, sum henni hjá Cohen, og heldur velja at stuðla ytsta høgraveinginum í Ukraina, saboteraði Washington eina søguliga friðarheimild og hjálpti til at provokera fram eitt ræðuligt kríggj ístaðin.
JT týddi við loyvi frá høvundanum, Aaron Maté.
Upprunagrein: Siding with Ukraine's far-right, US sabotaged Zelensky's mandate for peace
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald