“Nú er hetta eitt kríggj millum skotherdeildir (artelleri)” sigur Vadym Skibitsky, varastjóri fyri hernaðarligu fregnartænastuna, við The Guardian. Nú er hermótið har sum framtíðin verður avgjørd, sigur hann við blaðið, “og vit tapa, tá ið skotherdeildir umræður”.
Skibitsky segði víðari: “Alt valdast hvat vit fáa frá vestanlondunum” . “Ukraina hevur eina kanón fyri hvørjar 10 til 15 russiskar. Okkara vesturlendsku felagar hava givið okkum áleið 10 % av tí, sum tey hava.”
Ukraina brúkar 5.000 til 6.000 kanón-skot um dagin, sambært Skibitsky. “Vit hava næstan uppbrúkt alt okkara lóður til kanónirnar og brúka nú 155 kalibur standard NATO granatir”.
“Europa veitir okkum eisini lægri kalibur granatir, men so hvørt sum tað tømist hjá Europa, so minka mongdirnar.”
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskiy, segði í seinastu viku, at millum 60 og 100 ukrainskir hermenn doyggja í bardaga um dagin og eini 500 verða særdir.
Blaðið hevur eisini tosað við hermenn á hermótinum, sum vátta myndina av stríðsgongdini.
Skibitsky legði dent á at vestanlondini mugu útvega langtrøkkandi rakettskipanir fyri at kunna oyðileggja russisku kanónirnar langvegis frá. Hesa vikuna segði ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Oleksiy Arestovych, við the Guardian at Ukraina tørvar 60 langtrøkkandi rakettskipanir – nógv meira enn Bretland og USA hava lovað – um nakar møguleiki skal vera at vinna á Russlandi.
Skibitsky heldur at kríggið í høvuðsheitum verður eitt kríggj millum skotherlið næstu tíðina, og at talið av rakettálopunum úr Russlandi, fer at vera áleið tað sama sum nú, tí Russar noyðast at spara uppá rakettirnar.
Rakettir eru dýrar at framleiða og kosta alt millum nakrar hundrað túsund dollarar upp til fleiri milliónir dollarar fyri hvørja.
Í teimum báðu syðru økjunum Zaporizhzhia og Kherson, sum Russland næstan hevur tikið øll sum tey eru, gera russisku herdeildirnar seg til reiðar at halda á leingi, sambært Skibitsky, og byggja sær dupultar og trídupultar verndarrøðir.
“Nú verður tað nógv truplari at fáa hasi økini aftur, og tað er tí vit hava tørv á vápnum” sigur Skibitsky sambært blaðnum.
Hernaðarliga fregnartænastan hjá Ukraina metir at Russland kann halda á á sama hátt sum higartil uttan at framleiða meira vápn ella at kalla inn fleiri herdeildir í eitt ár afturat.
Kelda: The Guardian - We’re almost out of ammunition and relying on western arms, says Ukraine
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald