Uttanlands

Talið av deyðføddum og pinkubarnadeyða í Íslandi tvífaldaðist í 2021

Títtleikin av deyðføddum í Íslandi nærum tvífaldaðist samanborið við miðal fyri árini 2011 til 2020. Í Føroyum og DK sær ikki út til at sama hækking ger seg galdandi.

2022-05-03 13:35 Author image
Jón Tyril

Thorsteinn Siglaugsson skrivar í grein á Daily Sceptic soleiðis um viðurskiftini í Íslandi:

[object Object]

“Í 2021 vóru skrásett 17 deyðfødd børn og 35 børn, sum doyðu áðrenn tey vóru eitt ár í Íslandi. Hetta er tilsamans 52, sum skal síggjast í mun til 28 í 2020. Fólkatalið í Íslandi er 366.000. Títtleikin av deyðføddum nærum tvífaldaðist samanborið við miðal fyri árini 2011 til 2020. Í 2020 vóru tvey deyðfødd fyri hvørji 1000 livandi fødd, men í 2021 vóru tað 3,5. Talið av teimum, sum andaðust í sínum fyrsta ári meira enn tvífaldaðist frá einum miðal á 3,5 fyri hvørji 1.000 til 7,2. Leggja vit tølini saman gevur tað 10,7 fyri hvørji 1.000, sum er ein hækking uppá 82% í mun til 10 ára miðaltalið á 5,9 fyri hvørji 1.000 (sí talvu). 

Hesi skakandi tølini komu fram í eini grein hjá íslendska miðlinum Frettin, og byggja á nýggjar dátur frá Hagstovu Íslands.

Onkrar granskingarætlanir hava bent á eitt møguligt samband millum deyðføðingar og smittu við kovid19, meðan aðrar einki samband hava funnið. Í Íslandi vóru nærum 6000 tilburðir av kovid í 2020, meðan talið í 2021 var 21.000, harav næstan ein triðjingur seinasta mánaðin í árinum, tá ið omikron gjørdi um seg. Fyrsta árið við kovid, 2020, hevði ongan vøkstur í talinum av deyðføddum og pinkubarnadeyða í mun til miðal. Sambært almennum skrásetingum, so verður eingin pinkubarnadeyði tilskrivaður kovid19. Hópkoppseting byrjaði tíðliga í 2021 og tá vit komu til 15. juli vóru 70% av fólkinum fult koppsett. Ellivu tilburðir av fosturskaða eftir koppseting vóru skrásettir hjá íslendska heilivágsstovninum fram til apríl 2022.

Lítið av gransking er tøk higartil um trygdina hjá barnakonum at lata seg koppseta, hóast tað ikki skortar uppá greinar, sum viðmæla barnakonum at lata seg koppseta til tess at verja sítt ófødda barn móti kovid19, hvørs hóttan móti barninum sera lítil. Ein kanning sum bleiv givin út tíðliga í 2021, skuldi eitast at prógva, at koppsetingin var trygg fyri barnakonur, men vísti seg síðani at vera so illa gjørd, at niðurstøðan var ógildug og mátti rættast. Hetta forðaði tó ikki fyri at kanningin bleiv dúgliga brúkt kring allan knøttin til tess at rættvísgera koppseting av barnakonum.

Nakað av anekdotiskum próvtilfari um samband millum koppseting og títtleikan av deyðføðingum og fosturláti er komið fram. Ein nýggjari kanning hjá amerikanska CDC bendir á at tað er trygt at lata seg koppseta tá tú ert við barn, men kanning lýtist av fleiri álvarssomum skeivleikum, m.a. ósamsvar millum niðurstøðurnar og undirliggjandi dáturnar, sum vísa munandi størri váða fyri ov tíðliga føddum børnum millum koppsettar kvinnur, illa samansettar kanningarbólkar (cohorts) og mangul uppá mammur, sum vórðu koppsettar í fyrsta trimestri. Tað má eisini havast í huga, at allar ábendingar um møguligan váða við koppseting av barnakonum vera staðiliga lítisgjørdar ella beinleiðis hildnar aftur av sokallaðum faktatjekkarum og vísindaligum- og mainstream-miðlum. Nýggjari datatilfar í Ísrael bendir tó á eina relativa hækking á 33% av sannlíkindunum fyri deyðføðing millum koppsettar kvinnur. Dátur úr Stóra Bretlandi týða upp á líknandi váðar. Leysgivnu skjølini frá Pfizer royndunum vísa at í djóraroyndum hópast koppingarevni í eggrótunum (eggjastokkunum) fyrstu 48 tímarnar eftir prikið. So leingi sum nærri gransking ikki er tøk, so mugu hesar ábendingar, saman við skrásettu dømunum um fosturskaðar eftir koppseting, takast sum orsøk til stúran um at koppseting hevur havt ein leiklut í brádligu hækkingunum av deyðføddum og pinkubarnadeyða í Íslandi í 2021.”

Hinvegin vendi sær til Lars Fodgaard Møller, landslækna, at fregnast, hvørt ein hækking, lík tí íslendsku, sást í føroysku tølunum. Viðv. deyðføddum, so eru føroysku tølini fyri 2021, sambært landslæknanum, ikki gjørd upp enn. Landslæknin metti ikki at tølini fyri pinkubarnadeyða í Føroyum vóru hækkað. Hann leggur afturat, at tá ið pinkubørn doyggja óvæntað, so verður landslæknin altíð kunnaður og líksýn framt. Í Danmark sær tað sambært landlæknanum heldur ikki út til at vera ein hækking í pinkubarnadeyða hesi seinastu 10 árini. Sí talvu niðast.

So kunnu vit spekulera uppá, hvat tað kann vera, sum ger at tølini í Íslandi hækka so nógv, meðan Danmark ikki sær út til at ávirkast.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald