Uttanlands

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur I - óttafull og í døpurhuga

Her er fyrsti partur av eini greinarøð í fýra pørtum eftir teir báðar professararnar Frijters og Fosters og journalistin Baker. Greinin gongur gjølla ígjøgnum avleiðingarnar kovidtiltøkini í vesturheiminum hava havt fyri børn okkara.

2022-05-04 18:56 Author image
PAUL FRIJTERS, GIGI FOSTER, MICHAEL BAKER

Tað sum myndugleikarnir í vestanlondunum hava gjørt við uppvaksandi ættarliðini hesi seinastu árini - fyri at halda tey trygg, sjálvandi - hevur verið vanlukkuligt. Heldur enn at royna at bøta um trupulleikar, sum longu vóru týðiligir, væl skjalfestir, og støðugt versnandi, so hvørt sum tíðin gongur, so fóru myndugleikarnir í marsmánaða í 2020 undir at fremja serstakliga ræðulig sosial eksperiment við teimum. Hvat verður tað fyri eitt ættarlið, sum kemur burturúr hesum?

Óttafull og í døpurhuga?

Áðrenn 2020 vóru ótti og depressión millum ung fólk longu í vøkstri. Ein kanning frá 2018 vísti ein vøkstur í óeydnusemi upp á 15% millum ung í UK, 10% í USA og 5% í miðal í ríku OECD londunum samlað. Evnismissnýtsla millum tannáringar, bundinskapur at telduspølum og onnur órógvandi tekin hava eisini blunkað reytt hesi seinastu 10 árini fram til 2020. Í 2020 komu so niðurlæsingar, sosial frástøða, niðurlæstir skúlar, krøv um at ganga við masku, krøv um koppseting, og óendaligt propaganda.

Ein grein í The Lancet frá 2021, sum byggir á dátur frá 204 londum, málar eina dapra mynd av úrslitinum. Høvuðsúrslitið var ein sera sjónsk øking uppá 25% av bæði ótta- og depressions-ólagi. Sum grafurin niðanfyri vísir, vóru tey sum júst eru við at gerast vaksin, tey millum 15 og 25 ár, umframt kvinnur, harðast rakt.

[object Object]

Nú, tað er vert at gera vart við, at dáturnar, sum hesi tølini byggja á, eru ikki tær allar bestu. Tær líða undir broytingum í kanningarhættum yvir tíð, eini sera trongari skilmarkan av depressión, umframt onnur lýti. Harumframt bólkar grafurin dátur saman í eitt, sum ganga heilt fram til endan á januar 2021, so tað er møguligt, at uppgangandi rákini bara endurspegla ein fyribils virknað eftir fyrsta panikkin tíðliga í 2020.

So lat okkum savnað okkum um mest álítandi tølini, sum vísa broytingar yvir tíð í teimum best kannaðu londunum. Eitt gott umboð fyri hendan undirbólkin, er Holland, eitt land, sum leingi hevur verið kent fyri serliga eydnusamar tannáringar og ung vaksin.

[object Object]

Fyri tey sum ikki lesa hollendskt, so eru mest umráðandi strikurnar her tann myrkabláa, sum umboðar nøgdsemi við lívið millum tey 18 til 25 ára gomlu, og tann myrkagrøna, sum umboðar hvussu eydnusom tey eru júst nú. Tær ljósaru strikurnar eru hini sum eru omanfyri 18 ár, t.e. alt tað vaksna fólkið í Hollandi.

Hesir báðir vísararnir lækkaðu nakað eftir 2012 fyri tey 18-25 ára gomlu, raktu síðani ein ávegis tind í 2019, fyri síðani at falla bratt í 2020, við áhaldandi brøttum falli í 2021. Nøgdsemi við lívið fall næstan 10 prosentstig millum 2019 og 2021. Hetta svarar nærum til eina tvífalding av álvarsligum depressións títtleika, sum passar við tað, sum vit síggja í Stóra Bretlandi og USA millum tannáringar, har umleið ein triðjingur av tannáringum søgdu seg kenna seg óeydnusamar ella ‘deprimeraðar’ (í gerandistýdninginum, heldur enn kliniska týdninginum av orðinum).

Eitt líknandi mynstur sæst í øðrum hágóðsku-dátum fyri niðurløst vestanlond, sum t.d. tað, sum kann síggjast burturúr viðurkendum longdar-kanningum í Stóra Bretlandi og Australia.

Fyri at taka samanum sæst eitt órógvandi høgt tal av børnum, sum nú stríðast við ótta og depressión, har tingini gerast verri, so hvørt sum niðurlæsingar halda á. Tað var ikki gott, sigur tú, men er hatta tey einastu ringu tíðindini? Fólk koma yvir eina depressión, so at skaðin verður bara fyribils, ha? Tíverri ikki.

Ovurfeit og býtt?

Sambært eini kanning í The Lancet frá seint í 2021 er ovurfiti millum børn hækkaður við 50% í Stóra Bretlandi í mun til árini framanundan. Dáturnar úr Stóra Bretlandi, sum síggjast niðanfyri, vísa mátini av vekt yvir tíð millum ein ávísan bólk av børnum:

[object Object]

Álvarsligt ovurfiti (severe obesity) í Stóra Bretlandi tvífaldaðist næstan hesi bæði niðurlæsingarárini, og øll sløg av yvirvekt bólgnaðu órógvandi nógv. Dáturnar og myndirnar fyri USA eru ikki eins greið, men yvirskipaði boðskapurin er hin sami har eisini. Sum ein nýggjari kanning frá CDC vísti, er vakstrarferðin í BMI-num (rate of BMI increase) millum tey 2 til 19 ára gomlul áleið tvífaldað undir farsóttini. Harafturat: “Samanborið við aðrar aldursbólkar hava børn 6-11 ár upplivað stórstu ferðøkingina í sínum BMI-vøkstri (0,09 kg/m2/month), við einum broytingartali sum er 2,5 ferðir hægri enn áðrenn farsóttina.” Vánalig heilsuráðgeving frá okkara almennu “serfrøðingum” á heilsustovnunum — “halt teg heima, ikki koma saman við øðrum” — umskapti børn okkara til klumpar.

Men takkað verið teirra “treystleika” kundu vit vónað, at børnini skjótt koma yvir eitt sindur av depressión og klára at tapa seg nøkur fá kilo, so hvørt sum orsøkirnar til trupulleikarnir fjara burtur, ha? Hetta er ein ovur-bjartskygd vón, tá havt verður í huga, hvussu illa politiksu átøkini, sum skulu vinna á ovurfiti millum børn, hava riggað higartil.

Hatta eru so teirra kroppar, men hvat við heilunum hjá okkara børnum? Vitskutal (IQ) og fatanarligu evnini og førleikarnir mennast alt eftir hvat vit leggja í børnini í ungum árum, og vanliga verður hildið, at henda menning fjarar tá vit koma inn í vaksnamannaárini. Hvat síggja vit so, eru fruktirnar av hesum kovid-ørskapi fyri okkara børn á hesum økinum?

Tað hyggja vit uppá í parti II, sum kemur út í morgin.

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur II - inteligensur og fatanarevni

(framhald)

_____

Greinin er upprunaliga frá Brownstone Institute undir heitinum: What Covid Containment Has Done to Our Children

Høvundarnarnir: 

 er professari í Wellbeing Economics við London School of Economics: frá 2016 til og við november 2019 við Center for Economic Performance, síðani við Department of Social Policy
, senior scholar á Brownstone Institute, professari á School of Economics við University of New South Wales, hevur verið í UNSW síðani 2009 eftir seks ár við University of South Australia.
 hevur ein BA (Economics) frá University of Western Australia. Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur fíggjarráðgevi og freelance tíðindamaður.

Somu høvundar hava eisini skrivað greinina Heimskatastrofan, sum kovid-niðurlæsingarnar hava elvt til sum vit løgdu út her 25.04.2022

Týtt: JT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald