Framhald av grein í fýra pørtum. Hetta er triðji partur, fyrsti partur kann síggjast her: Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur I - óttafull og í døpurhuga
og annar partur her: Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur II - inteligensur og fatanarevni
Í fyrsta parti sóu vit hvussu álvarslig árin niðurlæsingarnar hava havt á sálarheilsuna og kropsligu heilsuna hjá børnum okkara. Eitt rák sum var longu framanundan við øktum ótta og depressión, og við børnum, sum gerast feitari og feitari. Hesi bæði rák fingu bein at renna við undir kovidfarsóttini. Í øðrum parti hugdu vit at, hvørja ávirkan hesi tiltøkini hava havt á inteligens og fatanarevni, sum vóru í stórum falli longu framanundan niðurlæsingarnar. Summastaðni er fallið í IQ so stórt, at vit hava bakkað eina heila øld aftur í tíð, hvat menningarstigi viðvíkir. Men nú kann tað ikki blíva verri, ella kann tað? Les meira niðanfyri í triðja parti:
Vaknar kavaflykrur (woke snowflakes)?
Millum ‘konservativ’ hevur tað leingi verið eitt páhald, at vesturheimurin er í gongd við at fremja hugmyndafrøðiligt sjálvmorð við at leita fram allar feilir í egnari søgu (vesturheimurin eigur at skamma seg fyri øldir við kolonialismu! Og fyri patriarkatið! Og transfobi! Og veðurlagsterrorismu!). Mentanarligar siðvenjur sum jól og kapitalisma, saman við siðvandu trúnni uppá framstig og stórleikan hjá egnari tjóð, hava eisini fingið mong skot fyri bógvin. Eitt sum peikar á hetta sama, er støðuga prosentvísa lækkingin av hvussu mangir amerikanarar eru stoltir av sínum landi: hetta er fallið frá 90% fyri uml. 20 árum síðani til 70% í 2019 og er fallið enn meira síðani.
Hvussu er og ikki, politiskt klandur og víðgongd páhald um týdningin, sum tjóðskaparligur stoltleiki hevur, hava verið vanlig mangastaðni í vestanlondunum, og tað serliga í USA í áratíggjur. Tað at ein hartrópandi bólkur nú er farin at siga, at vit øll fara í hundanar, tí at ein ideologi hjá teirra mótstøðufólkum vinnur frama, merkir ikki at alt landið er í onkrum slagið av kreppu, hvat trúgv á landsins mátt og megi viðvíkir. Tú kundi enntá hildið, at eitt sindur minni av tjóðskaparligum stoltleika var eitt sunt tekin um øktan eyðmjúkleika.
Fyri at vita, um tjóðskaparliga hugmyndafrøðin veruliga er í falli, so loysir seg ikki at lurta eftir ymiskum grenjandi bólkingum í egnum landi, men heldur lurta eftir hvat onnur rivaliserandi lond hava at siga. Her niðurstøðan, sum ein russiskur hugmyndabanki (think tank) kemur til í eini grein undir heitinum "Rætturin til sinnissjúku" um hugmyndafrøðiligu menningina í vesturheiminum, við serligum denti á USA. Í einum rættiliga hvøssum skrivi um hvussu moralurin broytist viðvíkjandi slíkum sum rasu, kynslívi, etnisiteti og so framvegis, er niðurstøðan henda:
“…siðbundin einaræði eru onkursvegna minni vandamikil enn “vakna” (“woke”) vesturlendska samfelagið. Trupulleikarnir við einaræði eru kendir og væl lýstir. Tey royna vanliga ikki at noyða sínar skipanir á onnur … og eru fyri tað mesta oyðileggjandi fyri sítt egna fólk. Hinvegin eru tey, sum boða nýggju hugmyndafrøðina nóg illa varug við vandarnar av henni. Tey halda, at tey flyta seg frameftir, men vit skilja, at tey í veruleikanum eru á veg aftur í okkara vanlukkuligu fortíð.
Vit kunnu hyggja at dagsins vesturlendsku samfeløgum á sama hátt, sum tey hugdu at bolsjevikiska Russlandi fyri eini øld síðani: ein undarligur flokkur av aputýggjum, sum undir herrópum um heimsfevnandi rættvísi hevur oyðilagt sítt egna land og grundlagt eitt drakoniskt hugmyndafrøðiligt harðræði á toftirnar av tí.”
Hesin russiski teinkjarin ger vart við at størsti smeiturin av álopinum frá hesum “undarliga flokki av aputýggjum” rakar tey ungu serliga eymt. Tey skulu slóða sær leið ímillum kærkeikan, sum foreldur og ommur og abbar teirra framvegis hava til mentanina og søguna, tey vuksu upp við, og so sjálvpíningina á sosialu miðlunum og útbúgvingarstovnunum, sum læra tey at hata hesa somu mentan og søgu.
Hesin stressandi tvípolariteturin spældi ein leiklut í ógvusliga fallinum í fatanarevnum og sálarheilsu millum okkara ungu áðrenn 2020. Men “vøkan” er farin upp á steroidir í 2020-2022, og tað er ikki at toyggja tað ov nógv, at hugsa, at sannlíkt hevur hetta rakt okkara ungu enn harðari enn restina av okkum.
Meðan okkara fíggindar halda, at vit eru í einum mentanarligum falli, so hevði enn betri prógv fyri hesum verið onkur sannlíkur empiriskur vísari. Hvørjar dátur, sum vera heintaðar regluliga, kunnu hugsast at fanga eitt fall í trúgv á egna mentan? Hvussu bera tey seg at, sum mangla eina positiva sjón uppá seg sjálv?
Møguliga er ein góður vísari fyri mist sjálvsálit og trúgv á seg sjálvan, narkomissnýtsla. Júst sum eygleiðarar sóu eitt fallandi Kina við hópi av fólki, ið var bundið at opiumi, soleiðis kunnu vit eisini hyggja við stúran at opioid farsóttini í dag. Sunn lond við nóg miklum sjálvsáliti knúgvast ikki undir til at velja lætta vegin út, sum narko bjóðar. Lond sum eru fortapt leita sær linna í narkotika.
Hvønn veg peika so dáturnar hesum viðvíkjandi? Sum American Medical Association skrivaði í februar 2022:
“Farsóttin av narkotika yvirdosum í hesum landinum heldur á at broytast og gerast verri. Eitt, sum vísir seg aftur og aftur, er tann royndi lutur, at farsóttin nú er drivin av ólógligum fentanýli, fentanýl líknandi evnum, metaamfetamini og kokaini, ofta blandað saman, ella í falsaðum hami.…
Fentanýl andlát millum tannáringar flúgva uppeftir, og svartir tannáringar eru harðast raktir.”
Hesar yvirskriftir, sum umboða tíggjutals nágreiniligar kanningar, eru ikki stuttligur lesnaður. Tíðindini eru ikki frægari í øðrum londum, sum læstu niður. Til dømis í Stóra Bretlandi gevur Hagstovan ONS (The office for national statistics) okkum hendan grafin, sum vísir gongdina seinastu 20 árini:
Áleið ein 60% øking í andlátum vegna eitran frá narkotiskum evnum er týðilig síðani 2012, við áhaldandi vøkstri í 2020. Vit bíða enn eftir samanberiligum dátum fyri 2021, men vit hava ikki góðar vónir til tær. Meðan europeiskir tannáringar, læstir heima hjá foreldrunum, kunnu hava havt trupulleikar við at sleppa at drekka seg fullar ella ganga skeivir fyri foreldrunum, so kunnu ungfólk, sum hava høvið at flýggja undan støðugum eftirliti, loyva sær hópin meira, sum eitt nú sæst millum týsk fróðskaparlesandi undir niðurlæsing.
At hugsa um
Vesturheimurin er í ferð við at uppala eitt kryplað ættarlið. Fólk sum eru fødd seinastu 5 til 25 árini eru nógv feitari, hava lægri fatanarevni, eru meira í døpurhuga, minni eydnusom, meira í stríð við seg sjálv, hava meira lyndi til at detta út í evnismissnýtslu, eru minni errin av sínum landi, og verða minni tileggjað av myndugleikunum, enn tey, sum vóru fødd bara 10 ár fyrr. Eitt andskræmiligt ættarlið, hugfrøðiliga hertikið av tí, sum uttanhýsis eygleiðarar kalla “ein undarligur flokkur av aputýggjum”, verður í løtuni skapt av okkara skúlum, miðlum og øsarum (propagandistum). Okkara ungu verða lærd at hata seg sjálv, sína egnu mentan og sína egnu søgu. Teirra veiku fatanarligu førleikar hava við sær, at tey noyðast at stríðast fyri at skilja, hvat er hent teimum, ella hvørji tey eru. Í mun til onnur ættarlið, enntá so kortsíðani sum ættarlið X, eru okkara ungu nú ósunn, óttafull, sosialt smæðin, við lyndi til at flýggja til online spøl og offline narko, hildin føst í frásøgnum um offurleiklutir, ill inn á verðina, og einsamøll.
Hvat fer hetta kryplaða ættarlið at gera, tá tey verða vaksin og fáa vald? Vit vita, at tey framleiða ikki nógv, hava vánaligar sosialar førleikar, og hava ilt við at skilja heimin. Men hvat so við hjørtum teirra - fara tey ikki í minsta lagi at vera menniskjalig og hava samkenslu við sínum medmenniskjum? Tíverri fær tað, sum vit hava lært tey á hesum økinum okkum at spáa, at tá ið tað veruliga fer at standa á hjá teimum, so fara tey ikki at himprast við at senda milliónir í deyðslegur, um so er teirra veiku sinni kunnu manipulerast til at halda, at tað fer at bjarga teimum. Vit eru í ferð við at framleiða eitt Frankensteins ættarlið.
Dagsins børn vera morgindagsins ódjór, tí okkara samfeløg í løtuni ala tey upp til at gerast ódjór. Eitt ættarlið, sum er lært upp at gleðast um ovurstrangar búrokratiskar reglur, sum snúgva seg um at ikki missa andlit, uttan atlit til offrini. Eitt ættarlið, sum er vant við propaganda og lata-sum-um vissu. Eitt ættarlið, sum er blint fyri milliónum av deyðsføllum, heima sum úti í stóru verð. Av sonnum eitt ræðandi ættarlið – ikki bara kryplað sjálv, men til reiðar at krypla onnur - er á veg út úr íbúðarblokkunum.
Hvat er til ráða at taka, og er yvirhøvur nøkur vón?
Tað hoyra vit um í fjórða og seinasta parti, sum kemur út mánadagin. (Eg veit eg havi sagt fimm partar, men eg havi umbestemmað meg og savni tveir teir seinastu í ein ístaðin - Jón.)
Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur IV - Góð ráð og djúp vón
(framhald)
__________
Greinin er upprunaliga frá Brownstone Institute undir heitinum: What Covid Containment Has Done to Our Children
Høvundarnarnir:
Paul Frijters er professari í Wellbeing Economics við London School of Economics: frá 2016 til og við november 2019 við Center for Economic Performance, síðani við Department of Social Policy
Gigi Foster, senior scholar á Brownstone Institute, professari á School of Economics við University of New South Wales, hevur verið í UNSW síðani 2009 eftir seks ár við University of South Australia.
Michael Baker hevur ein BA (Economics) frá University of Western Australia. Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur fíggjarráðgevi og freelance tíðindamaður.
Somu høvundar hava eisini skrivað greinina Heimskatastrofan, sum kovid-niðurlæsingarnar hava elvt til sum vit løgdu út her 25.04.2022
Týtt: JT
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald