Framhald av grein í fimm pørtum. Hetta er annar partur, fyrsti partur kann síggjast her:
Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur I - óttafull og í døpurhuga
Í fyrsta parti sóu vit hvussu álvarslig árin niðurlæsingarnar hava havt á sálarheilsuna og kropsligu heilsuna hjá børnum okkara. Eitt rák sum var longu framanundan við øktum ótta og depressión, og við børnum, sum gerast feitari og feitari. Hesi bæði rák fingu bein at renna við undir kovidfarsóttini. Men hvat við inteligensi og fatanarevnum? Tað hyggja vit uppá her í øðrum parti.
Partur II
Granskarar vistu at vestanlondini høvdu stórar trupulleikar viðv. IQ og fatanarligu evnunum longu áðrenn farsóttina. Nakað av besta dátutilfarinum hesum viðvíkjandi kemur frá eini kanning millum innkallaðar verjuskyldugar í Noregi og vísir eitt fall uppá 5 vitskutal-stig (IQ point) millum aldursbólkin føddan í 1975 til tann føddan í 1990 (sí teig C uttast til høgru niðanfyri). Fallið eftir 1975 ger til einkis tað, sum var vunnið í tíðini eftir annan heimsbardaga.
Talvurnar vinstrumegin vísa eitt lægri fall, tí at miðal intellegensurin hjá fólki, ið sjálvboðin fara í herin, er broyttur við tíðini. Fyri at fáa eina mynd, ið betri umboðar alt fólkið, samanbar kanningin brøður úr somu familju (teigur B ) og rættaði síðani í hvørjum tíðarskeiði fyri títtleikan av fatanarligum trupulleikum í teimum inkallaðum til hertænastu í mun til norska fólkið sum heild (teigur C).
At eitt stórt fall í IQ fór fram áðrenn 2010 er eisini galdandi fyri Stóra Bretland og USA. Hóast vit ikki vita við vissu, hví so er, so er fremsta frágreiðingin, at hetta er eitt úrslit av øllum tí nógva, sum órógvar hugan, ið er komið inn í samfelagið við slíkum sum fartelefonum og internetinum, og sum í vaksandi mun hava skatt evnini hjá brúkarunum at hugsavna seg og halda torgreiddum og fjøltáttaðum hugtøkum í sínum høvdi. Djúphugsan hoyrir nú fortíðini til.
Hvat við 10-áraskeiðinum, sum leiðir upp til 2020? Aftur her koma nakrar av bestu dátunum úr Stóra Bretlandi, tí Bretland ikki biksaði við, hvørjir skúlar og bólkar av næmingum vórðu tiknir við í PISAkanningarnar, eins og mong onnur lond gjørdu. PISAkanningarnar kanna førleikar innan mál, støddfrøði og vísindi millum 15 ára gomul yvir tíð. Eitt lyklaúrslit er lækkingin í støðinum hjá teimum bestu 10 prosentunum – tey bestu av teimum bestu, sum liggja omanfyri 90inda prosentpartin – sum víst í grafinum við vísindaúrslitum niðanfyri.
Hetta er bara ein onnur útgáva av tí sama, sum vit sóu omanfyri úr Noregi: ein áhaldandi býttlingagerðing viðv. evnunum at hugsa vísindaliga, hesa ferð millum tey, sum liggja ovast og hava bestu evnini. Hetta vísir okkum, at fallið ikki einans er millum tey, sum framanundan vóru illa fyri.
So, longu áðrenn 2020 vóru tað færri og færri tannáringar, sum kláraðu seg framúr væl í royndum, sum kannaðu andligar førleikar. Ein høvuðsfrágreiðing var at sosialir miðlar og internetið fingu hugan at flákra burtur frá tí, sum skuldi til, fyri at tey veruliga kundu byggja síni andsevni upp. So skuldi tú trúð, at ein lykla-lærdómur vildi verið at hildið børnini frá snildfonum, paddum og líknandi electroniskum tólum. Og tó, hvat vóru skúlarnir noyddir at gera undir niðurlæsingunum? Og hvat man verða hent í 2020-2022?
Næsti grafurin nýtir dátur frá Rhode Island - ein statur í USA, sum elskar niðurlæsingar - sum tíðarritið Nature gav út, at vísa, hvat er hent við andligu evnunum hjá smáum børnum (3 mánaðir til 3 ára gomul) millum 2011 og 2021.
Hesin ræðandi grafurin vísir eitt fall uppá næstan 20 stig í einum máti, sum er áleið tað sama sum IQ. Hetta umboðar eitt fall niður til støðið, sum var fyri eini øld síðani, og hetta er hent eftir bara tvey ár, har vit hava kravt nýtslu av maskum og sosiala frástøðu av børnum okkara, so tey einki høvdu uttan internetið at spæla og vera saman við. Børn í hesum viðbrekna aldri læra ymiskt, sum tey ikki kunnu læra seinni á sama hátt, so sum málslig fatan tíðliga (early language recognition), sum verður stimbrað við at síggja og samskifta við heil fólk, sum vísa alt andlitið.
Dátur sum hesar benda á at tvey ár við kovidørskapi hava framt álvarsligan langtíðarskaða á børn okkara.
Tíverri eru hesi úrslit fult í tráð við tíggjutals aðrar kanningar úr ymsum londum, harímillum ein nýggjari frágreiðing fyri Brownstone Instituttið, sum vísti, hvussu skúlalæsingar lækkaðu støddfrøðiførleikarnar hjá 11-13 ára gomlum næmingum í einum ríkum fylki (county) í USA.
Hvat er so vanligasta fatanin av, hvønn virknað tað hevði, at læsa skúlarnar niður, sum bæði rík og fátøk lond gjørdu undir koronufarsóttini, mong í eitt ár ella meira? Ein gjøgnumgongd av litteraturinum kemur til hesa niðurstøðuna:
“Samanumtikið eru greið prógv fyri negativum árinum á næmingaavrik vegna kovid-19 skúlalæsingar. … virknaðurin sum var náddur við fjarlestri var líkur tí sum tey náddu, har eingin undirvísing var sett í verk yvirhøvur, í summarfrítíðini. Óhugnaligt er tað, at serliga ung børn (Tomasik et al., 2020) og børn úr familjum við lágum SES (sosial økonomiskum status) (Maldonado and De Witte, 2020; Engzell et al., 2021) vóru negativt ávirkað av skúlalæsingum í sambandi við kovid19.”
Út frá hesum kunnu vit koma til tað niðurstøðu, at eitt ár við skúlalæsingum í roynd er eitt ár av mistari útbúgving, í øllum førum fyri børn úr fátøkum korum. Hetta kemur omaná stóra fallið í IQ, sum longu var í gongd áðrenn 2020. Dáturnar vísa á eitt ættarlið av børnum, hvørs andsevni hava fingið varandi mein.
Kann tað blíva verri enn hetta – eitt ættarlið av tunglyntum, óttafullum og feitum fólkum, sum virka á einum andsligum støði, sum vit hildu langtsíðani var útdeytt? Vit eru bangin fyri at tað kann gerast nógv verri.
Men tað hoyra vit meira um í triðja parti, sum kemur út í morgin.
Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur III - kavaflykrur og aputýggi
(framhald)
_____
Greinin er upprunaliga frá Brownstone Institute undir heitinum: What Covid Containment Has Done to Our Children
Høvundarnarnir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald