(Reuters. Stockholm) Svøríki hevur ikki verið í kríggi síðani 1814 og hevur ístaðin bygt sín uttanríkispolitikk á at halda seg uttan fyri hernaðarligar samgongur. Men landið hevur fingið tættari og tættari samband við NATO seinastu árini, samstundis sum spenningarnir millum Russland og londini við eystursjógvin eru øktir.
Russiska innrásin, sum russar kalla eitt “serligt hernaðarligt átak,” hevur fingið summi at heita á Svøríki av nýggjum, um at fara upp í NATO saman við Finnlandi, sum eisini hevur hildið seg uttan fyri samgonguna.
“Um Svøríki skuldi funnið uppá at sent eina umsókn um at sleppa upp í NATO í verðandi løtu, so hevði tað verið við til at gjørt støðuna meira óstøðuga í Europa, og økt um spenningarnar”, segði Andersson við tíðindafólk.
“Eg havi verið púra greið alla tíðina, og sagt, at tað, sum er best fyri trygdina hjá Svøríki og fyri hendan partin av Europa, er at stjórnin hevur ein javnan og forútsigiligan langtíðarpolitikk á økinum, og tað haldi eg framvegis.”
Russland vil ikki hava Finnland ella Svøríki at fara upp í NATO, og Moskva hevur ávarað um “álvarsligar hernaðarpolitiskar fylgjur,” um tey fara uppí.
Andersson tosaði við tíðindafólk, eftir at hon hevði havt fund við andstøðunaleiðararnar um versnandi trygdarstøðuna.
Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald