Seinastu árini hevur nógv verið at hoyrt um skipanir, sum skulu avmarka ella beinleiðis taka av reiðan pening. Summi hava enntá tosað um “kríggið móti reiðum peningi” (the war on cash).
Hóast hvørki myndugleikarnir ella sveisiski tjóðbankin hava sagt nakað um, at ætlanir eru um at taka av reiðan pening í næstum, so vísir hetta átakið sambært Bloomberg, hvussu nógvar kenslur eru bundnar at reiðum peningi í Sveis.
Hvør einasti borgari í landinum eigur í miðal góðar 83.000 kr í reiðum peningi, sum er tað mesta í nøkrum landi, har ‘Bank for International Settlements’ savnar hagtøl.
Fólkaatkvøðan, um hon verður hildin, kann væl vekja áhugan hjá embætisfólkum og politikkarum í euroøkinum, har nógv graml hevur verið, hvørt ferð skal setast á meira digitaliseraing av pengaskipanini, t.d. við sokallaðu CBDC, sum stendur fyri Central Bank Digital Currency, sum er eitt slag av digitalum gjaldoyra, sum tjóðbankarnir í londunum veita borgarunum á eini konto beinleiðis í tjóðbankanum.
“Vit noyðast at broyta grundlógina, soleiðis at vit kunnu tryggja okkum rættin at nýta reiðan pening sum frælsi fyri komandi ættarlið,” segði Richard Koller, forseti í Sveisisku Frælsis Rørsluni, í eini samrøðu sambært Bloomberg.
Hann vísir til “rákið móti digitalum gjaldoyrum” sum myndugleikar, herundir teir í Sveis, sannlíkt taka undir við.
Í Sveis er reiður peningur framvegis mest nýtti gjaldsháttur, tó at hesin háttur er í minking. Við ársenda seinasta ár vóru 29% av gjaldingum framdar við reiðum peningi. Hetta er stór minking frá teimum 48% sum vóru í 2019, undan farsóttini, har fólk í stóran stíl vóru eggjað av myndugleikunum, til ikki at nýta reiðan pening, men heldur kort og aðra tráðleysa gjalding.
Til samanberingar verða bara 8% av gjøldum í Svøríki gjørd við reiðum peningi sambært svenska Riksbank.
Hóast sveisiski tjóðbankin kannar møguleikarnar fyri nýtslu av digitalum gjaldoyra til nýtslu millum fíggjarstovnar, so siga embætisfólk bankans við Bloomberg, at tey skoyta ikki um ein “digitalan frank” til vanlig fólk at nýta í gerandishøpi.
Tjóðbankin hevur ávarað ímóti váðanum við at avtaka reiðan pening kring heimin. Sveisiski tjóðbankin sær veitingin og útbreiðslu av reiðum peningi sum eina av sínum høvuðsuppgávum, sigur varastjórin Martin Schlegel sambært Bloomberg.
Í Føroyum hevur nakað av kjakið verið seinastu árini, um at atgongdin til reiðan pening verður meira og meira avmarkað so hvørt sum bankadeildirnar og bankaautomatirnar verða niðurlagdar kring landið.
Hetta við reiðum peningi og digitalum tjóðbanka gjaldoyra ella CBDC, (sum ikki er tað sama sum krypto-gjaldoyra), er eitt evni, sum vit fara at fylgja við og hava meira um komandi tíðina.
Keldur:
Bloomberg - Swiss May Face a Future Referendum to Enshrine Status of Cash
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald