Uttanlands

Stjórin í IEA ávarar um brennievnistrot í summar, verri enn í 1970unum

Stjórin í Altjóða Orkustovninum, IEA, segði í samrøðu við týska blaðið Der Spiegel í dag, at roknast kann við eini trífaldari orkukreppu og troti, verri enn í sjeytiárunum

2022-05-31 21:23 Author image
Jón Tyril


  • Europa og USA standa fyri brennievnistroti so hvørt sum summarfrítíðin byrjar, segði stjórin í IEA við Der Spiegel
  • Fatih Birol ávarar um trot á diesel, bensini, og petroliumi, og segði at núverandi orkukreppan er verri enn tann í sjeytiárunum.
  • “Vit hava eina oljukreppu, eina gasskreppu og eina el-kreppu samstundis," segði hann.

Í USA kunnu vit fara at síggja brennievnistrot í summar, so skjótt sum fólk byrja at fara í summarfrí - og Europa kann verða hart rakt av manglandi veitingum, ávaraði stjórin fyri altjóða orkustovnin, IEA (International Energy Agency).

“Tá ið summarfrítíðin byrjar í Europa og USA, hækkar eftirspurningurin eftir brennievni,” segði Fatih Birol við Der Spiegel. “Tá kunnu vit fara at síggja trot — til dømis á diesel, bensini ella petroliumi, serliga í Europa."

Birol segði eisini við týska blaðið, at orkukreppan, sum nú er í gongd, verður verri, og fer at vara longri enn oljuprís sjokkini í sjeytiárunum, tí hendan trýstir á trimum hermótum.

“Tá snúði tað seg bara um olju,” segði hann í samrøðuni, sum varð givin út týsdag 31. mai. “Nú hava vit eina oljukreppu, eina gasskreppu og eina el-kreppu samstundis.”

Oljuprísirnir toppaðu í 1973 og 1979 tá ið Yom Kippur kríggið og Iranska kollveltingin steðgaðu ráoljuútflutninginum úr miðeystri. Geopolitiskar hendingar hava rakt marknaðin aftur í 2022, nú vestanlond seta handilsforðingar í verk ímóti Russlandi vegna innrásina í Ukraina.

Beint nú hækka olju-, gass- og elprísirnir báðumegin Atlantshavið, og elva til eina kreppu í kostnaðinum at lívbjarga sær.

Tað er meira sannlíkt at trot verður á brennievni um summari, tí fólk koyra meira í bili tá ið tey fara á ferð. Hetta fer væntandi at trýsta prísirnar enn meira uppeftir næstu mánaðirnar, segði Birol eisini.


Keldur:

Der Spiegel - Benzin, Diesel und Kerosin – kommt der Spritengpass im Sommer?

Business Insider - IEA chief warns of summer fuel shortages and a triple energy crisis that will outstrip the oil shocks of the 1970s

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald