Uttanlands

Stjórin fyri heiligvágsframleiðsluna hjá Bayer viðgongur, at fólk høvdu ikki tikið koppsetingarnar, um tey vistu at talan var um genviðgerð

Stjórin fyri heiligvágsdeildina hjá risafyritøkuni Bayer, Stefan Oelrich, segði í eini røðu, at mRNA koppsetingarnar eru genviðgerð (genterapi), og at 95% av fólkinum ikki hevði latið seg koppseta, um tey vistu tað.

2022-06-22 22:21 Author image
Jón Tyril

Á heilsuráðstevnuni, World Health Summit, tosaði Oelrich um framtíðarvirksemið hjá Bayer. Hann segði seg síggja stórar møguleikar í genviðgerð, og at koppsetingarnar nú hava slóðað vegin fyri nógv størri útbreiðslu av hesi tøkni. Hann segði samstundis, at høvdu fólk verið spurd, um tey skoyttu um at fáa kyknu- ella genviðgerð sprænda inn í kroppin fyri tveimum árum síðani, áðrenn kovid, so høvdu nógv tey flestu sagt nei.

Stefan Oelrich:

“Fyri okkum, tískil, taka vit veruliga hatta lopið, vit sum felag, Bayer, í kyknu- ella genterapi, sum fyri meg er eitt av hesum dømunum, har sum vit veruliga fara at gera mun, so hvørt vit flyta okkum frameftir… har er nakað… í síðsta enda eru mRNA koppsetingarnar dømi um hasa kyknu- ella genviðgerðina. Eg plagi altíð at siga, at um vit høvdu spurt almenningin fyri tveimum árum síðani, hevði tú viljað tikið genviðgerð og sprænt hana inn í tín kropp, so høvdu vit helst fingið 95% noktandi svar.

Eg haldi hendan heimsfarsóttin hevur latið eyguni upp hjá mongum fyri nýmenningum á ein hátt, sum kanska ikki var møguligt fyrr.”


Tað er eitt sindur skemtiligt ella áhugavert at hugsa um hesa útsøgnina hjá Bayerstjóranum, og síðani at hugsa um hvussu nógv og heilagt tað varð bedýrað frá mongum síðum, at hesar koppsetingarnar høvdu einki við genviðgerð at gera.

Les eisini:

Svensk gransking: Koppingarevnið frá Pfizer konverterast til DNA innan í kyknum úr livrini

Skjøl frá Pfizer máa støðið undan útsagnunum sum “tryggar og munadyggar”

____

Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald