Stjórnin í Sri Lanka avmarkaði brádliga atgongdina til brennievni og bað fólk halda seg heima. Harvið økist vandin enn meira ófriði millum ónøgdar borgarar, meðan stjórnin noyðist at stríðast fyri at fáa til vega neyðsynjarvørur vegna ovurstóru skuldarbyrðuna hjá landinum, sum hevur elvt til daglig streymavbrot, tómar hyllar og ófrið í gøtunum í fleiri mánaðir. Hetta skrivar Bloomberg 27. juni.
Oyggjalandið valdi at avmarka atgongdina til brennievni til einans at fevna um kjarnutænastur í samfelagnum, harumframt verður almenna samferðsla millum landslutirnar helst niðurløgd eisini.
“Havnir, heilsutænastur og matvøruflutningur fær brennievni, meðan allir aðrir geirar mugu halda seg heima og bjóða sínar tænastur út online,” segði ein talsmaður fyri stjórnina. “Land okkara stendur fyri eini einastandandi fíggjar- og búskaparkreppu, sum ongantíð fyrr,” segði talsmaðurin sambært Bloomberg.
Forsætisráðharrin, Ranil Wickremesinghe, greiddi í seinastu viku tinginum frá, at búskapurin var farin “fullkomiliga um koll,” og at oyggjalandið ikki megnaði at keypa brennievni inn, samstundis sum mangul uppá neyðsynjarvørur og el versnar. Stjórnin er í samskifti við IMF og lond sum India og Kina fyri at fáa lán til at gjalda fyri innfluttning, eftir at landið fór á ríkishúsagang fyrr í ár.
Myndugleikarnir høvdu longu latið skúlar aftur og biðið almenn tænastufólk arbeiða heimanífrá til tess at minka um ferðsluna. Hetta hevur latið gøturnar í høvuðsstaðnum Colombo oydnar, hóast túsundtals akfør hava staðið í kilometurlangum bíðirøðum eftir at fáa fylt sær tangan.
Harðligur ófriður tók seg upp í maimánaða.
Sri Lanka hevur ætlanir at lata útlendsk feløg selja brennievni í landinum í eini roynd at fáa tak á kryplandi brennievnistrotinum, sum hevur lagt mesta av búskaparliga virkseminum í landinum lamið.
Stjórnin hevur sent síni sendifólk til Quatar og Russlands hesa vikuna í eini roynd at tryggja sær nýggjar veitingar, samstundis sum landið vónar at fáa eitt lán uppá 500 milliónir dollarar frá India, at keypa brennievni fyri.
Sendiharrin hjá Sri Lanka í India hittist við indiska ráðharranum fyri brennievni mánadagin fyri at práta um hjálp til at tryggja veitingar av bensini og diesel, sum eru bráneyðugar.
Kelda: Bloomberg - Sri Lanka Under Virtual Lockdown With Fuel Supplies Halted for Private Cars
____
Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald