Týska blaðið Spiegel skrivar 3. november um eina kanning, sum hyggur at, hvønn hugburð týskarar hava til kríggið í Ukraina. Kanningin er gjørd einaferð í apríl og einaferð í oktober, so til ber at samanbera úrslitini. Og tað sær út til at hugburðurin hevur flutt seg nokkso fitt á summum økjum. Hugburðurin tykist at hava flutt seg meira til fyrimuns fyri Russland, hóast russiskir miðlar sum RT og Sputnik eru bannaðir í ES og at Týskland hevur sett sera stranga lóggávu í verk, har fólk sum alment vísa Russlandi sín stuðul í krígnum kunnu fáa dóm. (Sí eisini søguna um Alinu Lipp)
Fólk fingu møguleikan at svara “samdur”, “lutvíst samdur” og “ósamdur.” Útsagnirnar, tey skuldu taka støðu til, ljóða leystliga umsettar soleiðis:
NATO provokeraði Russland so leingi, at Russland noyddist at fara í kríggj.
Putin strevast ímóti eini alheims elitu, sum hálar í træðrirnar handan leiktjøldini.
Søguliga sæð hevur Ukraina einki krav um egið øki og er í roynd ein partur av Russlandi.
Ukraina hevur saman við USA rikið loyniligar lívfrøðiligar starvsstovur (biolab) har tey hava framleitt lívfrøðilig vápn (biowaffen).
Kríggið í Ukraina var neyðugt fyri at gera enda á fasistisku stjórnini har.
Kríggið í Ukraina er bara ein hugspjaðing frá koronu-farsóttini.
40 prosent av teimum spurdu (19+21) vóru samd ella lutvíst samd við at NATO provokeraði Russland til loypa á. Hetta er 11 prosent meira enn í apríl, tá tað var 29% (12+17). 60% siga seg vera ósamd.
44% siga seg taka undir við, heilt ella lutvíst, at Putin er í stríð við eina “globala elitu, sum hálar í træðrirnar handan leiktjøldini”. Hetta er tólv prosent meira enn í ápríl, tá talið var 32%. 56% siga seg vera ósamd.
35% (21+14) taka lutvíst ella heilt undir við at Ukraina eingi søgulig krøv hevur upp á landøkir, tí tey í roynd hoyra til Russland. Í apríl var hetta 18+8 ella 26%. 65% siga seg vera ósamd.
33 prosent (12+21), halda heilt ella lutvíst, at USA og Ukraina vóru í gongd við at menna lívfrøðilig vápn á loyniligum starvsstovum í landinum. 67% siga seg vera ósamd.
24 prosent (9+15) halda heilt ella lutvíst, at kríggið var neyðugt til tess at taka eina fasistiska stjórn av ræði. Hetta er vøkstur uppá 9 stig frá 15% (6+9) í apríl.
20 prosent vóru samd við at kríggið í Ukraina er bara ein hugspjaðing frá koronu.
Kelda: Spiegel - Immer mehr Deutsche glauben russischer Propaganda
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Tú kanst hjálpa okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, men eisini so vit kunnu víðka og vaksa um virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald