Uttan mun til hvar í verðini vit eru, so er ilt at sleppa undan tíðindum um kríggið í Ukraina. Bumbubrestir í bústaðarøkjum, flýggjandi fólk í svárari neyð osfr. Tíðindastreymurin er so áhaldandi, at børnini sleppa ikki undan at hoyra um kríggið, serliga ikki tey eldru børnini. Og tá ið stríðið er órógvandi fyri okkum og harðskapurin so meiningsleysur, so kann tað vera trupult at tosa við børnini um tað.
Hendan greinin gevur nøkur hugskot og amboð soleiðis at til ber at tosa um kríggið á hóskandi og aldurstilsvarandi hátt. Hóast tú kanska hugsar, at hetta er ein slíkur ræðuleiki, at einans vaksin eiga at tosa um, so kann tað vera, at barnið hjá tær longu hoyrir um kríggið, ger sínar egnu niðurstøður, og kennir seg óttafult. Tí er umráðandi at lata børnini vita, at tey eru trygg, og at minka um teirra ótta við at svara skilagott uppá teir spurningar, sum tey hava.
Nakrar meginreglur viðv. børnum og ógvusligum hendingum.
- Sløkk tíðindini. Tú kanst kanna av og á sjálv/ur, men slepp børnunum undan ógvusligum myndum og frásagnum. Ótti eigur ikki at seta tónan heima, heldur ikki tá tað er kríggj.
- Ansa eftir hvussu ógvusligt tú sjálvur tekur tað og ber teg at framanfyri barninum. Børnini taka sínar ábendingar frá okkum, og um vit bera okkum ógvusliga og óróliga at, so kenna tey seg ótrygg. Royn og kom niður á jørðina sjálv/ur, áðrenn tú fert at tosa við barnið.
- Tá barnið spyr ein spurning, so er fyrst at spyrja barnið, hvat tey longu hava hoyrt um málið, soleiðis at tú kanst rætta møguligar misskiljingar beinanvegin, og á tann hátt lætta um ampan hjá barninum. Tað er meira umráðandi at lurta eftir teirra stúranum og vissa tey um, at tey eru trygg, enn at geva teimum rætta kunning um evnið. Hetta er galdandi fyri børn í øllum aldri, eisini tannáringar.
- Gev barninum styrki. At síggja órættvísi og líðing í verðini, kann fáa børnini (og okkum) at kenna vónloysi og kenslukulda. So tá vit tosa við børnini um ræðuleikar, so er umráðandi at nevna tey fólkini, sum hjálpa til, og sum gera sítt til at bøta um støðuna. Síðani kanst tú spyrja barnið, hvat tað kann gera fyri at hjálpa. Kenslan av at vit kunnu gera okkurt, hvussu lítið tað so er, virkar sum móteitur móti máttloysinum, vit annars merkja, tá ið vit standa framanfyri einari ræðuligari støðu. Yngri børn, ið kanska ikki hava nógv skil fyri pengum, kunnu hava hug at tekna eina mynd, biða eina bøn, ella bara senda kærleika. Eldri børn og tannáringar hava kanska hug at lata eitt sindur av sínum lummapengum ella savna pening inn at lata til onkran hjálparfelagskap, sum arbeiðir við at bjarga mannalívum í krígsøkinum ella taka ímóti fólkum her heima.
Børn undir skúlaaldur
Børn í hesum aldrinum eiga ikki at hoyra ella síggja tíðindi, men tað kann henda, at tey hoyra ymiskt frá vinum. Um barnið hjá tær spyr um kríggið, so er at spyrja, hvat tey hava hoyrt. Góðtak alla ta stúran og ótta, sum barnið letur út. Tú kanst t.d. siga: “tað er ikki løgið at blíva bangin av at hoyra hatta”, vissa tey um, at hetta hendir langt burturi, og at tey eru trygg her. Greið teimum frá, at onkuntíð gloyma tey vaksnu eisini at brúka orð at loysa ósemjur við, og tað kann elva til stríð og bardagar, sum særa fólk og tað er altíð syrgiligt. Spyr t.d. um tey kundu hugsa sær at tekna eina mynd, biða eina bøn ella senda kærleika til fólkini í krígsrakta økinum.
Børn í skúlaaldri 6-9 ár
Tað er ikki neyðugt at taka málið upp sjálv/ur við børn undir 10 ár, men ver vakin, um barnið sjálvt tykist vilja tosa um tað. Spyr um tey hava undrast um hvat sker og og hví. Lurta eftir teirra stúranum og ótta uttan at kveistra tað burtur. Vissa síðani barnið um at tú syrgir fyri at halda tykkum trygg. “Bumbur her í Føroyum? Tað ER ein ræðandi tanki. Tíbetur fer tað ikki at henda. Kríggið er langt burturi. Og eg fari altíð at ansa eftir okkum og halda okkum trygg, líka mikið hvat.”
Børn í skúlaaldri 10-12 ár
Børn frá áleið 10 ára aldri og upp eru sera áhugað at tosað um, hvat tað er, sum hendir, so halt tær ikki aftur at tosa við tey. Gev tær far um, at teirra gløggskygni kann káva útyvir ótta og stúran, tey bera. Byrja altíð við at spyrja, hvat tey hava hoyrt, hvat tey hugsa um tað, hvat tey spekulera uppá, kann henda.
Viðurkenn teirra ótta uttan at kveistra hann burt: “Segði vinurin hjá tær, at tað kann blíva kjarnorkukríggj? Tað er ein ræðandi tanki. Eg haldi ikki tað fer at henda, men eg skilji væl hví tað er ein ræðandi tanki. Takk fyri at tú fortelur mær, hvat tú hugsar um hetta. Eg skal nokk ansa eftir tær og halda teg tryggan líka mikið hvat.”
Viðurkenn at støðan er vanlukkulig og umhugsa við barninum, um tit kunnu gera okkurt fyri at hjálpa, sum t.d. at lata eitt oyra ella savna pening inn til onkran hjálparfelagsskap.
Tannáringar
Um tú hevur ein tannáring í húsinum, so kann hetta vera eitt gott høvi at kjakast á ein hátt, sum kann styrkja førleikarnar at hugsa kritiskt, at tosa um virðir og um fjølmiðlar osfr. Tað ber til at taka spurningar upp sum t.d.:
Heldur tú tað er eitt brotsverk at gera innrás í eitt annað land?
Hvat heldur tú, er besti mátin at loysa ósemjur?
Hvussu kunnu vit gera støðuna betri ella verri, eru handilstiltøk rætta loysnin, eiga vestanlondini at fara í kríggj við Russland, skulu meira samráðingar til?
Tannáringar eru í fer við at skapa sær eina mynd av heiminum. Tað er umráðandi at tey kenna seg hoyrd og at tey vita, at tey kunnu geva sítt positiva íkast, eisini tá vit standa fyri vanlukkuligum stórhendingum sum kríggi.
Omanfyristandandi er í stóran mun umsett úr grein á heimasíðuni ahaparenting.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald