Her eru nøkur brot úr greinini:
“Tey veittraðu við skeltum, sum søgdu “Burtur við harraboðunum” og “Ongar koppsetingar.” Tey róptu herróp sum “Verjið børnini” og “Okkara børn, okkara val”.
Flestu teirra høvdu ongantíð verið til ein mótmælisfund fyrr. Men eftir at hava sæð børn síni vónleys tíðliga í koronutíðini, vóru tey í døpurhuga, søgdu tey. Á Facebook funnu tey onnur ørkymlað foreldur, sum kendu tað á sama hátt. “
“Nærum helvtin av amerikanarum eru ímóti at nýta munnbind, og ein líknandi partur er ímóti at krevja av skúlabørnum, at tey skulu koppsetast, vísa meiningakanningar. Men tað sum ikki sæst í hesum tølum, er hvussu brennandi eldhugað, summi av hesum foreldrum hava tikið hesar meiningar til sín. Tey sum einaferð lýstu seg sjálv sum Demokratar ella Republikanarar, rokna seg nú sum óheft, ið seta krossin einans sambært koppsetingarpolitikkinum.
Hetta er komið óvart á strategarnar hjá bæði demokratiska og republikansa flokkinum, sum óttast at teir fara at missa atkvøður til tey valevnini, sum taka mest avgjørdu støðurnar til mál sum viðvíkja koppseting og munnbindum.
Stuðulsfólk løgdu hagtøl um kovid út á bólkar á Facebook. Ofta komu hesir upplýsingar úr almennu koppsetingar-skaða-skrásetingar-skipanini (en: Vaccine Adverse Event Reporting System, stytt VAERS), sum er ein dátugrunnur, sum sjúkuviðger og fyribyrgingarstovnurin, C.D.C (Centers for disease control and prevention) og mat- og heiligvágsstovnurin, FDA (Food and Drug Administration) umsita, og sum loyvir einum og hvørjum at senda upplýsingar inn. C.D.C hevur ávarað um at “dátugrunnurin kann ikki prógva, at ein koppseting elvir til trupulleikar.”
Tó so, í einum uppslagi í Facebook-bólkinum hjá Ms. Snyder í september mánaða, vísa foreldur til tøl úr VAERS yvirlitinum, sum tey siga vísir túsundtals deyðsføll vegna koppsetingina.
“Hetta er so avgjørt vandamikið!” skrivar eitt foreldur. “Hetta er ikki kannað til fulnar, og ER ÓNEYÐUGT!” skrivar eitt annað.
50 ára gamla Natalya Murakhver sá einaferð seg sjálva sum Demokrat, sum legði dent á umhvørvismál og tað sum hevði við burðardygd innan mat at gera. Sam James, 41 ár, demokratur, sum sigur hann hugsaði mest um mál viðvíkjandi veðurlagsbroytingum. Sarah Levy, 37 ár, var óheft, sum hugsaði mest um mál viðv. sosialum rættvísi. Tað var áðrenn farsóttina. Í 2020 koronuvirusurin kom og legði seg um landið og elvdi til niðurlæsingar, fóru døtrarnar hjá frú Murakhver - 9 ára gamla Violet og 5 ára gamla Clementine - at gremja seg um keðsemi og gráta um at tær saknaðu sínar vinir.
…Frú Barsotti, sum plagdi at vera demokratur, segði at landsins kosnu høvdu svikið hennara familju undir farsóttini og at hon nú í valinum í november ætlar sær at velja valevni, sum eru ímóti koppsetingarkrøvum.
“Um tað eru republikanarar, so má tað bara vera so. Um tað er óheft valevni, so er eisini fínt,” segði hon. “Eg hyggi ikki eftir hvønn flokk tey hoyra til, men hvat teirra støða er til hetta eina evnið. Tað hevur broytt meg sum persón og sum veljara.””
So kunnu vit seta okkum spurningin her heima í Føroyum, hvørt mál, sum viðvíkja rættinum til upplýst samtykki, avmarkingar fyri summi, ikki fyri onnur og tílíkt, fer at seta sín dám á komandi føroyska løgtingsvalið.
Videoklippið ovast er frá The Highwire við Del Bigtree. Sí meira á thehighwire.com
Greinin kann lesast í síni heild á New York Times her (krevur hald).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald