Joe Lauria skrivar soleiðis:
Úr russiskum sjónarhorni hevur kríggið í Ukraina higartil verið eitt “serligt hernaðarligt átak,” sum hevur til endamáls at verja sjálv-útnevndu sjálvstýrandi lýðveldini í Luhansk og Donetsk.
Í átta ár hevði Moskva afturvíst inniligu umbønunum úr Donbass, at viðurkenna hesi bæði lýðveldini. Nú er Russland til reiðar at taka tey til sín, sum part av Russiska Samveldinum sjálvum, saman við Kherson- og Zaporizia- landslutunum.
Mikudagin kunngjørdi russiski forsetin, Vladimir Putin, at fólkaatkvøður um at melda seg inn í Russiska Samveldið fóru at verða hildnar í hasum fýra støðunum frá fríggjadegnum og fram til næsta mikudag. Eftir tað noyðist russiska duman (lógar-tingið) at gera av, hvørt hon góðtekur úrslitini og formelt limar økini inn í Russiska Samveldið.
Tað verður roknað við, at alt tað hendir, og tá ið tað ger, so er spælið á slagmarkini broytt fullkomiliga. Sambært russiskum sjónarhorni fara herdeildir úr samveldisherinum ikki at hjálpa vápnaðu deildunum hjá óheftu lýðveldunum móti álpum frá Ukraina meira. Nú fer russiski herurin at verja russiskt øki móti álopum frá Ukraina.
Putin hótti ikki við at loypa á við kjarnorkuvápnum, so sum miðlarnir vestanfyri hava spunnið søguna, men segði, at Russland fór at verja sítt egna landaøki við kjarnorkuvápnum, um neyðugt. Tað er óvist, hvat Russland nú metir sum eitt so mikið ógvusligt álop frá Ukraina, at eitt slíkt aftursvar gerst neyðugt.
Men kjarnorku-ávaringin fer uttan iva at fáa tey í Pentagon, sum leggja til rættis vegna ukrainska herin, at hugsa seg um einaferð afturat, áðrenn stórálop verða framd við tí endamáli at vinna aftur landøki frá Russlandi.
Kelda: Consortium News - How the War Changed Overnight
__
Joe Lauria er høvuðsredaktørur á Consortium News og fyrrverandi ST korrospondentur fyri The Wallstreet Journal, Boston Globe ein hóp av øðrum tíðindabløðum, m.a. The Montreal Gazette og The Star of Johannesburg. Hann var rannsakandi tíðindamaður fyri Sunday Times of London, fíggjarligur tíðindamaður fyri Bloomberg News, og byrjaði sína yrkisleið sum 19 ára gamal leysur tíðindamaður fyri New York Times.
Tað var Robert Parry, sáli (1949-2018), sum stovnaði Consortium News í 1995, sum fyrsta rannsakandi tíðindamiðilin við høvuðssæti á internetinum. Consortium News hevur nakrar av kendastu og mest viðurkendu tíðindafólkunum á listanum yvir høvundar á síðuni, sum t.d. Pullitzer-prís-vinnandi, Chris Hedges og tvífalt ársins journalistur í Bretlandi, John Pilger.
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald