Uttanlands

Snyrilsgølan í Grønlandi - tá ið tú ikki eigur rættin yvir egnum kroppi

Í seksti árunum vaks burðartalið og harvið fólkatalið í Grønlandi skjótt. Hetta hildu danskir myndugleikar vera óheppið, og settu sær fyri at fyribyrgja, at grønlendingar fingu so nógv børn. Loysnin var at seta snyril í genturnar, uttan at tær ella foreldrini vistu tað. Burðartalið fall, og mangar fingu ongantíð børn. Nústaðni í ár er gølan komin fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-06-02 09:40 Author image
Jón Tyril

Danskir heilsumynugleikar hildu í sekstiárunum, at grønlendingar fingu ov nógv børn. Sum ráð fyri tí, avráddu teir, at snyrlar, tað sum á donskum nevnist spiralur, setast í 4.500 grønlendskar gentur millum 13 og 19 ár, til tess at steðga fólkavøkstrinum. Átakið, sum í høvuðsheitum fór fram árini frá 1966 til 1970, umfataði sostatt áleið helvtina av øllum 9.000 gentunum í landinum í hesum aldursbólkinum. Hetta var gjørt uttan samtykki frá gentunum og uttan at foreldrini vistu um tað.

Ætlanin var at steðga fólkavøskstrinum

Átakið var liður í teimum royndum, sum danska stjórnin gjørdi fyri at steðga stóra fólkavøkstrinum, sum var í Grønlandi hesi árini. Málið hevur verið loynililigt til nú, og kom alment fram í sambandi við eina podcast sendirøð á Danmarks Radio undir heitinum “Spiralkampagnen” 6. maj í ár.

Við fyribyrging sum skálkaskjóli - hvørki gentur ella foreldur vistu, hvat gekk fyri seg

Ein røð av grønlendskum kvinnum eru síðani komnar fram við sínum søgum. Tær hava m.a. greitt frá, at átakið bleiv framt sum partur av undirvísingini um kynslív fyribyrging. Tær vistu ikki at snyril varð settur í, men hildu, at hetta var ein vanlig undirlívskanning, tær skuldu til hjá læknanum. Foreldrini vóru ikki kunnað.

Fleiri teirra greiða frá, hvussu stórar likamligar og sálarligar avbjóðingar átakið voldi teimum, og mangar teirra vóru ikki førar fyri at fáa børn seinni í lívinum.

Burðartalið fall

Myndugleikarnir slakaðu nakað, men hildu lutvíst á við átakinum heilt til 1975. Áleið 1.500 børn vóru fødd um árið í sekstiárunum, harav áleið 500 av einligum mammum, og tað var mett at kosta danska samfelagnum ov nógvan pening.

Tí var avgjørt at seta snyril í hjá gentunum. Og operatiónin eydnaðist. Burðartalið fall frá áleið 1.500 til áleið 900-1.000 um árið í sjeytiárunum.

Krevja nærri kanningar

Málið hevur vakt stóran ans, bæði í Grønlandi og Danmark, og reisir grundleggjandi spurningar um hvør eigur rættin til kroppin - er tað einstaklingurin sjálvur, ella tá talan er um børn, foreldur ella verji - ella er tað staturin, sum eigur teg, og tí kann gera sum hann vil.

Grønlendskir politikkarar hava víst á, at rætturin hjá hesum kvinnum, at ráða yvir egnum kroppi, varð fulkomiliga vanvirdur, og at hendingarnar liggja á markinum til at vera fólkamorð.

Grønlendski politikkarar hava kravt at málið verður lýst nærri, meðan danskir myndugleikar higartil ikki hava sagt stórvegis um tað. Tó hevur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, sagt, at hann er harmur um tað, sum er hent, og at heilsumálaráðið fer at hyggja nærri at málinum.

Sí leinki við meira um málið niðanfyri:

Podcastrøðin á DR - Spiralkampagnen

Institut for menneskerettigheder - Spiralkampagne i Grønland udgør grov krænkelse af menneskerettighederne

DR - Grønlandske politikere reagerer på spiralsag: 'Retten til egen krop er blevet fuldstændig overskredet i de her sager’

DR - Spiralkampagnen

DR Deadline - Spiralkampagnen i Grønland

RÚV - „Það var ekkert samþykki“

RÚV - Lykkjuhneyksli á Grænlandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald