Reuters skrivar leygardagin 2. apríl, at myndugleikarnir í kinesiska milliónabýnum Shanghai, við 26 mió íbúgvum, hava læst býin niður í tveimum stigum síðani 28. mars. Niðurlæsingin er partur av eini ætlan at kanna allar íbúgvar í býnum fyri kovid og at skilja tey, sum eru smittað, frá teim ósmittaðu, í eini roynd at fáa tamarhald á einum smittuútbroti har.
Reuters hevur prátað um Esther Zhao, sum helt seg gera tað rætta, tá hon fór við tvey og eitt hálvt ára gomlu dóttrini á eitt sjúkrahús í býnum, tí dóttirin hevði fepur.
Tríggjar dagar seinni bønaði Zhao myndugleikarnar um ikki at skilja hana og dóttrina frá hvørjum øðrum, eftir at hon og gentan báðar vóru testaðar positivar fyri kovid. Dóttirin er ov ung at verða tikin burtur í eina sóttarhaldsmiðstøð fyri børn, segði Zhao.
Læknarnir lurtaðu ikki, men hóttu Zhao, at dóttirin skuldi verða verandi eftir á sjúkrahúsinum, meðan hon bleiv send á eina miðstøð, um hon ikki játtaði at lata gentuna verða flutta til eina fólkaheilsumiðstøð í Jinshan økinum.
Síðani dóttirin var send til miðstøðina hevur Zhao bara fingið eini stutt boð, send umvegis eitt bólkakjatt við læknarnar, at dóttirin hevði tað gott. Hetta hóast Zhao og maðurin, sum eisini er settur í sóttarhald á eini aðrari miðstøð, eftir at hann eisini testaði positivur, ferð eftir ferð hava biðið læknar og myndugleikar um at fáa meira at vita frá dóttrini.
“Vit hava ikki fingið nakra mynd ella nakað…. eg eri so stúrin, eg havi ikki ánilsi fyri hvussu dóttirin hevur tað,” segði Zhao við táravættum eygum leygardagin. Zhao var framvegis ikki sloppin út av sjúkrahúsinum hon fór við dóttrini á í seinastu viku. “Læknin segði at reglurnar í Shanghai eru, at børnini mugu sendast til serlig støð, vaksin til sóttarhaldsmiðstøðir, og foreldur sleppa ikki við børnunum.”
Zhao er vorðin enn meira óttafull, eftir at myndir av grátandi børnum á heilsustøðum í Shanghai eru farin um alt Kina á sosialu miðlunum. Viðkomandi, sum ónavngivin hevði postað hesar myndirnar, segði at tær vóru av børnum, sum vóru testað positivt fyri kovid, og síðani vóru skild frá foreldrunum og send til miðstøðina í Jinshan. Kinesisku myndugleikarnir hava síðani víst aftur, at myndirnar skuldu verða frá umrøddu miðstøð í Jinshan, men viædu vera við, at tær vóru frá einum barnasjúkrahúsi, sum var í ferð við at flyta innløgdu børnini á eina aðra deild.
Sambært einum posti, sum bleiv deildur við Reuters frá einum WeChat bólki, verða bróstabørn niður í 3 mðr aldur skild frá mammum sínum. Og summi søgdu frá rúmum, har 8 børn verða hildin uttan nakran vaksnan.
Síðani hetta seinasta smittuútbrotið byrjaði fyri umleið einum mánaða síðani, hava myndugleikarnir læst 26 milliónir fólk niður í býnum.
Hóast smittutølini eru lág samanborið við hvat vit eru von at hoyra um aðrastaðni, so hava kinesisku myndugleikarnir lovað at halda seg til kvikliga at rudda smittuna burtur. Ætlanin er at kanna allar íbúgvarnar í býnum, og seta øll tey smittaðu í sóttarhald á eini almennari miðstøð.
Fríggjadagin 1. apríl boðaðu myndugleikarnir frá uml 6.000 smittutilburðum og mánadagin 4. apríl var talið uml 9.000
Kelda: Reuters - Shanghai separates COVID-positive children from parents in virus fight
Les eisini: Reuters - Shanghai to extend lockdown of 26 million people as it reviews COVID test results
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald