Uttanlands

Shanghai slakar viðvíkjandi avbyrging av børnum, men leingir niðurlæsingina

Myndugleikarnir í Shanghai slakað nú eitt sindur viðvíkjandi avbyrging av børnum, samstundis verður hildið fast í avmarkingar og niðurlæsingin av býnum verður longd

Starvsfólk í verjubúnum skilja posar við grønmeti og gerandisvørum, sum skulu býtast út í einum íbúðarøki í Shanghai 5. apríl 2022 - China Daily via REUTERS

Starvsfólk í verjubúnum skilja posar við grønmeti og gerandisvørum, sum skulu býtast út í einum íbúðarøki í Shanghai 5. apríl 2022 - China Daily via REUTERS

2022-04-06 14:27 Author image
Jón Tyril

Vit skrivaðu í gjár um ógvusliga avbyrgingarpolitikkin hjá myndugleikunum í Shanghai, har børn niður í 3 mðr aldur verða skild frá foreldrunum. Nú sær út til at vera bati at hóma hjá stúrnum foreldrum. Reuters skrivar í dag at myndugleikarnir í Shanghai hava slakað við illa lýddu kovidtiltøkunum, sum skildu børnini frá foreldrunum, og sum elvdu til stór mótmæli á sosialum miðlum. Samstundis leingja myndugleikarnir niðulæsingina av býnum, har summir íbúgvar stríðast fyri at fáa hendur á matvørum.

Niðurlæsingin av fólkaríkasta býnum í Kina, sum byrjaði fyri 10 døgum síðani í ávísum pørtum av býnum, umfatar nú nærum allar 26 milliónir íbúgvarnar, sum eru noyddir at halda seg heima, um teir eru frískir, og á eini sóttarhaldsmiðstøð, um teir eru smittaðir. Tiltøkini hava brotið av gerandislívið hjá bæði borgarum, handilslívi og vinnufyritøkum.

Almennu atfinningarnar ímóti avmarkingunum í býnum, sum eru partur av landsumfatandi null-kovid strategiini hjá tjóðarmyndugleikunum í Beijing, snúgva seg um alt frá klagum um yvirfyltar og illa reinhildnar sóttarhaldsmiðstøðir, til trupulleikar at fáa fatur á mati, og at fáa læknaliga viðgerð. Hóast smittutølini í Shanghai eru lág sambært vesturlendskum standardum, so er býurin blivin til eitt slag av kanningarstovu, har tilgongdin, at kvikliga rudda burtur smittuna við at kanna, smittuuppsora og avbyrgja øll smittað og teirra tættu sambond, verður roynd í verki.

Sambært greinarum hava avmarkingarnar stóra ávirkan á búskapin, serliga millum smærri vinnurekandi. Tilsamans eru nærum 200 milliónir fólk í Kina undir onkrum slagi av niðurlæsing í løtuni.

Tann mest umstrídda mannagongdin í hesari niðurlæsingini í Shanghai higartil, hevur verið hetta við at skilja kovid-positiv børn frá foreldrunum, sum leygardagin elvdi til øsing um alt Kina.

Myndugleikarnir í Shanghai svaraðu aftur fyri tveimum døgum síðani og lótu foreldur, sum eisini vóru smittað, sleppa at vera hjá sínum børnum á avbyrgingarstaðnum. Men fólk hildu á at klaga um børn, hvørs foreldur ikki vóru smittað.

Og mikudagin slakaðu myndugleikarnir eitt sindur afturat. Ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar segði at verjar at børnum við serligum tørvi, kundu nú søkja um at sleppa at vera saman við børnunum, men tey máttu halda seg til ávísar reglur og skriva undir eitt skjal, har tey váttaðu at tey vóru greið yvir váðarnar.

Tá ið myndugleikarnir vórðu trýstir eftir meira kunning, svaraðu teir, at teir høvdu sent vegleiðingar út til avvarandi heilsustovnar, og at foreldur, sum ynskja at vera saman við sínum smittaðu børnum, mugu venda sær til hesar stovnar.

Fráboðanin skapti ein lætta millum mong, serliga foreldur, hóast summi settu spurnartekin við, hví tað var neyðugt at søkja um at sleppa at vera saman við børnunum.

Myndugleikarnir í Shanghai søgdu eisini mikudagin, at teir fóru undir eitt nýtt umfar av kovidkanningum, sum skulu umfata allar borgarar í býnum. Avmarkingarnar sum halda fólk heima í íbúðum sínum, standa í øllum førum við inn til kanningarúrslitini eru eftirmett, søgdu talsfólk fyri býin.

Tað eru tekin um at avmarkandi tiltøkini, sum upprunaliga bara skuldu vara í 5 dagar, byrja at ganga fólki upp á nervarnar. Mong eru farin at stúra fyri mati og drekkivatni, tí at supermarknaðirnir eru stongdir og vøruveitingar avmarkaðar.

Summi hava klagað á sosialum miðlum, um at tey mugu fara upp í lýsingini fyri at hava nakran møguleika at bíleggja eina veiting av gerandisvørum, og at alt verður útselt innanfyri nøkur sekund.

Umboð fyri býarmyndugleikarnar søgdu tíðindafólkum, at myndugleikarnir arbeiða við at fáa ymsar fløskuhálsar í rættlag, soleiðis at grundleggjandi tørvirnir hjá íbúgvunum kunnu nøktast.

Royndir vera gjørdar at fáa mat og aðrar neyðsynjarvørur sendar frá øðrum økjum í landinum, og at seta neyðveitingarstøðir upp kring býin, fyri at tryggja nóg mikið av grønmeti. Men størsti trupulleikin er at fáa hesar veitingar bornar út í heimini, sambært umboðnum.

Býruin hevur sett upp 62 fyribils sóttarhalds miðstøðir á hotellum, stadiumum og framsýningarmiðstøðum, og er í løtuni við at umskapa 150.000 m2 stóra National Convention and Exhibition Center til eina støð, sum kann taka 40.000 fólk í sóttarhaldi.

Beijing vísir ongi tekin um at vilja víkja frá sínari null-kovid strategi. Myndugleikarnir hava sett herin og umleið 38.000 heilsustarvsfólk úr øðrum provinsum inn at hjálpa til við halda tamarhaldi á smittuni.

Mikudagin segði Mi Feng, talsmaður fyri National Health Commission, at Kina fór at halda fast við hesa ætlan uttan nakað himpr.

Wu Zunyou, sum er høvuðssmittulækni við Kinesiska Center For Disease Control and Prevention, at smittustøðan fór at batna skjótt um bara Kina syrgdi fyri at halda fast í og fremja verandi tiltøkini á strangan hátt.

Kelda: Reuters - Shanghai eases child separation under COVID policy but extends lockdown

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald