Brádliga niðurlæsingin, sum varð kunngjørd í gjár, sunnudag, kloyvir fólkaríkasta býin í Kina í tvíningar við Huangpu-ánni sum mark. Allar brýr og tunlar um ánna verða stongdar og býurin verður læstur niður í fyribils 9 dagar.
Hetta er stórsta avbrotið í býnum higartil í sambandi við kovid.
Kunngerðin fekk fólk í býnum at fara í handlar og torg at leggja matvørur inn undir seg.
Avmarkingarnar koma beint eftir at mynugleikarnir í býnum leygardagin søgdu, at býurin fór ikki at læsa niður, men ætlaði at ístaðin at royna at fáa tamarhald á smittuni við nógvum smærri tiltøkum.
Wu Fan, ein av limunum í kovid-sefrøðingabólkinum hjá myndugleikunum í Shanghai, segði at tað var greitt við testúrslitunum, at nógv smitta var víða um í býnum, og tí kravdust sterkari tiltøk.
"At indemma stóra útbrotið er sera umráðandi, tí so skjótt tamarhald er fingið á smittaðu fólkunum, so hava vit steðgað smittuni at spjaða seg.
Smittutøl og andlát vegna kovid í Kina eru lág í mun til mong onnur lond. Kina hevur síðani byrjan havt eina null-kovid-tilgongd, har endamálið er at steðga øllum smittuketum, meðan mong onnur lond, sum t.d. norðanlond og Stóra Bretland, hava valt eina meira lagaliga kós, har endamálið er at liva við virusinum, ikki at útrudda hann.
Seinastu tíðina hava verið fleiri útbrot í Kina, og myndugleikarnir hava nevnt møguleikan, at velja eina eina eitt sindur bleytari kós. Men enn sær tað ikki út til at vera vorðið veruleiki.
Kelda: Reuters, 28. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald