Sambært The Sun lækka prísirnir í Russlandi hvønn mánaða og fólkið heldur sær á gleim, sum var als einki kríggj í ríkinum.
Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar mánaða, lovaðu Joe Biden, Boris Johnson og ES leiðarin, Ursula von der Leyen, at vesturlendsku handilstiltøkini, sum ikki høvdu sæð sín líka áður, fóru at leggja russiska búskapin í sor eftir stuttari tíð.
Í mars mánaða segði Liz Truss, táverandi uttanríkisráðharri og núverandi forsætisráðharri í Bretlandi, at “Putin skal ikki ímynda sær nakað. Vit standa saman við okkara sameindu, og fara at halda á at spenna skrúvuna um russiska búskapin, soleiðis at vit tryggja okkum, at tað fer misseydnast hjá honum í Ukraina. Vit fara ikki at geva okkum.”
Men, sigur blaðið, “seks mánaðir seinni rinda vit prísin fyri innrásina við eini lemjandi livikostnaðarkreppu, men tey lokalu í Moskva eru í góðum lag”.
Og tað er sambært blaðnum ikki so løgið, at Moskovittarnir eru í góðum lag, tí hóast páhald um at tey fóru at koma í svára matneyð av handilstiltøkunum, so kunnu tey fylla innkeypsvognarnar fyri helvtina av prísinum í Bretlandi.
Í august hækkaði prísurin í Stóra Bretlandi tað skjótasta síðani búskaparskrædlið í 2008, og hoppaði 10,5 prosent, samanborið við árið fyri.
Í juli var inflatiónin á matvøruprísunum 9,3 prosent.
Men í Moskva er myndin sambært blaðnum ein heilt onnur. Har eru prísirnir lækkaðir 11,3 prosent síðani ársbyrjan.
Blaðið hevur tosað við ein serfrøðing, sum sigur at orsøkin til at Russar kunnu halda prísunum niðri, er tí landið forvinnur so nógvan pening upp á útflutning av olju og gassi. Og so leingi sum landið forvinnur nógvan pening uppá útflutning av orku, so ber til at stuðla matvørum og øðrum, og halda prísunum niðri, sambært Michael Clarke, professara, sum The Sun hevur tosað við.
“Men hvat prísirnir á orku vera næsta ár, dugir ongin at siga. Tað fer at vera truplari hjá teimum.”
“Fyrr ella seinni haldi eg at búskapurin hjá teimum fer at vera í ringum standi. Antin næsta ár, ella árið eftir tað. Men tað valdast prísin á orku,” sigur professarin m.a. við blaðið.
Tom Tugendhat, sum er formaður í onkrum, sum kanska kann samanberast við okkara uttanlandsnevnd, tað sum kallast ‘the Foreign Affairs select committee’, sigur við blaðið, at hetta vísir, hví vestanlondini mugu halda saman og standa ímóti Putin.
“Putin hevur kríggjast eitt fysiskt kríggj ímóti Ukraina og eitt búskaparligt kríggj ímóti restini av okkum. Hann brúkar pengarnar, sum bretsku húsarhaldini rinda í eykakostnaði fyri brennievni til at stuðla prísunum í Russlandi, og heldur okkum øll sum gíðslar í sínum einaræði. Vit mugu syrgja fyri, at vit ikki boyggja okkum fyri einaræði og at vit arbeiða saman fyri at verja bretskar familjur frá hesum brutala einaræðisharra,” segði Tugendhat við blaðið sunnudagin.
Men á handilshyllunum í Russlandi er kálið vorðið 33 prosent bíligari í miðal fyri alt landið.
Eplini eru lækkað 28 prosent, reyðrøturnar 27 Prosent, víndrúur 16 prosent, bananir 14 prosent, tomatir 14 prosent, gularrøtur 13 prosent, perur 11 prosent og súrepli 6 prosent.
Summar vørur hava hildið sama prís, t.d. vodka.
Mjólk, egg, te-posar og sukur eru eisini lækkað í prísi í seinastuni, men eru framvegis nakað dýrari enn tá ið kríggið byrjaði.
Flestu gerandisvørur kosta umleið helvtina av prísinum í bretlandi, men nakrar vørur, sum t.d. hakkað kjøt, kostar áleið tað sama.
Bensinprísirnir í Russlandi eru sambært blaðnum áleið triðingin av teimum í Bretlandi.
Europa er sera bundið at russiskum gassi og tað elvir til ótta fyri streymslitum, rationeringum og niðurlæsingum av framleiðslu í Týsklandi.
Hóast orkuprísurin í Russlandi er hækkaður nakað seinastu tíðina, so er tað sambært blaðnum somikið bíligt framvegis, at tað ikki er trupult hjá fólki at hava ráð til at halda húsini heit.
Eitt, sum tó er vorðið munandi dýrari og truplari at fáa fatur á í Russlandi, eru vesturlendskar luxus og designaravørur.
Les alla greinina á The Sun her: SANCS A LOT Welcome to sanction-hit Russia, where prices are DOWN as Brits suffer from soaring inflation
_________
Hjálp okkum við arbeiðinum at fáa gott tilfar á føroyskum út her á síðuna við at flyta eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald