Uttanlands

Oxfam: Heimsfarsóttin skapti 1 nýggjan milliarding hvønn 30. tíma, og nú vera milliónir trýstar út í ekstremt fátækradømi

Fyri hvønn nýggjan milliarding, sum bleiv skaptur undir heimsfarsóttini - ein hvønn 30. tíma - so kunnu nærum ein millión fólk verða kroyst út í ekstremt fátækradømi í 2022, við somu ferð, skrivar Oxfam.

2022-05-27 12:18 Author image
Jón Tyril

Eitt skriv, sum felagskapinum Oxfam gav út 23. mai, avdúkar, at fyri hvønn nýggjan milliarding, sum bleiv skaptur undir heimsfarsóttini - og teir vóru nógvir - ein nýggjur milliardingur fyri hvørjar 30 tímar - so kunnu nærum ein millión fólk verða kroyst út í ekstremt fátækradømi í 2022, við somu ferð, 1 millión fyri hvørjar 30 tímar, sambært Oxfam.

Frágreiðingin “Profiting from Pain” varð givin út, júst sum World Economic Forum — marglætissamkoman fyri heimselitina, sum kemur saman í Davos í Sveits — varð hildin.

“Milliardingar streyma til Davos at hátíðarhalda ein ótrúligan vøkstur í sínum ríkidømi. Alheimsfarsóttin, og nú ógvusligu príshækkingar á matvørum og orku hava, fyri at siga tað einfalt, verið eitt gullnám fyri teir. Samstundis vera tey framstigini, sum seinastu tíggjuáraskeiðini eru vunnin á leið fyri at basa ringasta fátækradøminum í heiminum, send eftir hæli, sum fólk standa framan fyri príshækkingum, ið gera tað ómøguligt bara at halda seg á lívi,” segði Gabriela Bucher, leiðari fyri Oxfam International.

Sambært skrivinum eru 573 fólk løgst afturat tí úrvalda skara, sum kunnu rópa seg milliardingar, meðan heimsfarsóttin hevur verið yvir okkum, tað svarar til áleið ein fyri hvørjar 30 tímar. Í ár rokna vit við at 263 milliónir fólk detta niður ekstremt fátækradømi, við eini ferð sum er ein millión fólk fyri hvørjar 33 tímar.

Ríkidømi hjá heimsins milliardingum er vaksið meira hesar seinastu 24 mánaðirnar við kovid19, enn tað er vaksið tilsamans hesi seinastu 23 árini. Samlaða ríkidømi hjá heimsins milliardingum svarar nú til 13,9 % av heimsins samlaða BTÚ. Hetta er ein trífalding - (frá 4,4 %) síðani ár 2000.

(Tá tað stendur milliardingar í greinini, so eru tað dollaramilliardingar, tvs at tað eru fólk, sum eiga minst 7 mia danskar krónur - red)

Bucher segði:

“Ríkidømið hjá teimum ríkastu milliardingunum er ikki vaksið tí teir eru klókari og arbeiða harðari. Arbeiðararnir arbeiða harðari, fyri verri løn, og undir vánaligari umstøðum.

Tey superríku eru í áratíggjur órevsað sloppin at riggað sær skipanirnar til sín fyrimun, og nú heysta tey fruktirnar.

Tey hava ognartikið ein skelkandi stóran part av heimsins ríkidømi vegna privatiseringar og monopolrættindi, avtøku av reglugerðum og rættindum hjá arbeiðsfólkinum, meðan tey hava kunnað hópað pengarnar í skattaparadísum - alt hetta við hjálp frá myndugleikum.

“Samstundis noyðast milliónir at loypa máltíðir um, sløkkja fyri hitanum, og koma afturúr við at rinda sínar rokningar, meðan tey spekulera, hvat tey nú skulu gera fyri at yvirliva. Í eystur afrika er sannlíkt at ein persónur doyr av hungri um minuttin.

Hesin avskeplaði ójavnin slítur bondini, ið halda okkum saman sum mannaætt. Hetta skilir okkum sundur, hetta etjar okkum og er vandamikið. Hetta er ójavni, sum bókstaviliga drepur.”

Nýggja granskingin hjá Oxfam vísir eisini, at fyritøkur innan orku, mat og heiligvág - har sum monopol eru serliga nógv útbreidd — hava methøg avlop, samstundis sum lønirnar næstan ikki hava flutt seg, og arbeiðsfólkið stríðist við hægstu prísir í áratíggjur undir og eftir kovid19.

Ríkidømið hjá matvøru- og orku-milliardingunum er vaksið við 453 milliardum dollarum (3148 mia DKK) seinastu tvey árini, tað svarar til 1 milliard dollarar (6,95 mia DKK) fyri hvørjar tveir dagar.

Fimm tey størstu orkufeløgini í heiminum (BP, Shell, TotalEnergies, Exxon og Chevron) tjena tilsamans 18070 krónur í avlopi um sekundið, og vit hava nú 62 nýggjar mat milliardingar.

Saman við trimum øðrum feløgum, situr Cargill familjan á 70% av landbúnaðarmarknaðinum í heiminum.

Seinasta ár hevði Cargill sítt størsta yvirskot nakrantíð (35 milliardir krónur í netto inntøkum) og roknað verður við at felagið hevur enn størri vinning í 2022. Cargill familjan hevur nú einsamøll 12 milliardingar, áðrenn kovid vóru teir 8.

Úr Sri Lanka til Sudan, so elva methøgu mat og orkuprísirnir til sosialan og politiskan ófrið. Seksti prosent av láginntøkulondunum eru á markinum til at enda í skuldarkreppu.

Meðan inflatiónin hækkar allastaðni, so hevur prísvøksturin serliga oyðileggjandi virknað fyri láglønar arbeiðarar, sum longu vóru serliga sárbarir fyri kovid19.

Fólk í fátækari londum brúka meira enn dupult so nógv av inntøkuni til mat, sum tey í ríku londunum

  • Í dag eiga 2668 milliardingar — 573 fleiri enn í 2020 — 88,3 trilliardir krónur ($12.7 trillion), sum er ein øking uppá 26,3 trilliardir krónur ($3.78 trillion).
  • Heimsins tíggju ríkastu persónar eiga meira ríkidømi enn tey lægstu 40 % av mannaættini, 3,1 milliardir fólk.
  • Tjúgu teir ríkastu milliardingarnir eiga meira enn øll bruttutjóðarúrtøkan hjá londunum sunnan fyri Sahara í Afrika tilsamans.
  • Ein arbeiðari millum lægstu 50 % noyðist at arbeiða í 112 ár fyri at forvinna tað sama sum ein úr ovasta 1 % vinnur í eitt ár.

Alheimsfarsóttin hevur skapt 40 nýggjar heiligvágs milliardingar. Heiligvágsfeløg sum Moderna og Pfizer hava 7000 krónur í vinningi um sekundið bara frá sínum einkaravtalum um kovid19 koppsetingarnar, hóast menningin av somu koppingarevnum var stuðlað við milliardum av almennum pengum.

Tey krevja upp til 24 ferðir meira fyri koppingarevndini, enn kostnaðurin vildi verið, um framleiðslan varð bjóðað frítt út.

Bucher segði:

“Tey ovurríku við valdinum hava vinning av líðing og neyð. Hetta er samvitskuleyst. … Tey útgjalda stórar bonusar og vinningsbýti, meðan tey gjalda so lítlan skatt sum gjørligt.

Vaksandi ríkidømi og vaksandi fátækradømi eru tvær síður av somu medalju, eitt prógv um at okkara búskaparliga skipan virkar júst sum tey ríku og máttmiklu hava skipað hana.”

Skrivið frá Oxfam hevur nøkur tilmæli til heimsins stjórnir, millum annað at seta í verk serligan milliardingaskatt, serligar skattir av óvurstórum vinningi hjá fyritøkum, umframt serligan skatt á ríkidømi o.a.

Skrivið sigur eisini at sambært Gabriel Zucman, hava tey ovurríka goymt sær næstan 56 trilliardir krónur ($8 trillion) í skattaskjólum.

Samstundis sum at ein persónur doyr av hungri fyri hvørji 48 sekund í Etiopia, Kenya, og Somalia, sum eru illa rakt at skerpingi.

Les alla frágreiðingina her: Profiting from pain

Oxfam var stovnaður í Oxford í Onglandi í 1942 og er ein yvirfelagskapur fyri 21 óheftar felagskapir, sum hava sum mál at stríðast ímóti fátækradømi og neyð í heiminum.


Kelda til hesa greinina:

The Defender - Pandemic Created 1 New Billionaire Every 30 Hours, Now Millions Could Face ‘Extreme’ Poverty

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald