Eg kom fram á hesa hugvekjandi greinina um smábarnaserfrøðingin, Magdu Gerber, og henna tilgongd til uppaling. Hon hevur ein avstressandi, men samstundis kraftmiklan boðskap.
Eg havi greinina frá heimasíðuni janetlansbury.com, men upprunaliga er hon frá eini grein í LA Weekly eftir Gloriu Ohland
Magdu Gerbersa tilgongd til barnauppaling er eins og fyribyrgjandi heiligvágur, og hon er lekjandi fyri bæði foreldur og barn. Hennara filosofi - grundað á hennara psykoanalytisku útbúgving og arbeiði sum barnaviðgeri - leggur dent á at góðtaka seg sjálvan, tørvin á at seta mørk, týdningin, sum ritual hava, og at vit úttrykkja okkara kenslur, hetta at lívið er sett saman av valum, sum hava avleiðingar, og at eingin er eitt offur. Hetta eru kendar meginreglur fyri tey, sum kenna til ástøði um tey 12 stigini, og hesar hava minst líka víðfevnda ávirkan, tá ið tær verða brúktar í barnauppaling. Ímeðan hennara tilgongd er lág í strongd, einføld og bygd á vanligt vit og skil, og viðurkennir veruleikan hjá arbeiðandi mammum, so er endamálið stórætlað: sonn (autentisk) børn, sum verða trygg, samhugafull vaksin, sum eiga seg sjálvan.
Meðan ov mong ástøði um uppaling leggja dent á at fáa børnini at gera ella vera okkurt meira enn tey annars eru, so heldur Magda, at tess minni vit gera, jú betur, og sipar til, at mong foreldur royna ov nógv. Hon heldur at smábørn skulu sleppa at rannsaka heimin í einum barnatryggum umhvørvi við minst møguligari íblanding frá teimum vaksnu, tí at “virksemi, sum barnið tekur stig til av sær sjálvum, hevur grundleggjandi týdning. Gleðin av at mennast frá rannsókn til meistran, er sjálvstyrkjandi, og elur fram eina innaru drívmegi eftir at læra.” Men foreldur mugu eisini seta tíð av, har tey heilt einfalt bara eru tøk, har tey hyggja og lurta uttan at døma, við fullari miðsavnan um barnið. Magda sigur, “vit eru ald upp til altíð at gera okkurt. Men tað er sera troystandi at vita, at foreldrið er har, veruliga har, uttan at tann lítli persónurin skal trýstast at gera okkurt fyri at varveita uppmerksemið hjá foreldrinum.
Lyklaorðið í Magdusa orðfeingi, er virðing - fyri foreldrum og teirra tørvum, eins væl og tørvinum hjá barninum. Sjálvt tað minsta pinkubarnið verður sætt, handfarið og tosað við sum ein hugsandi, kenslulig, luttakandi menniskja, og verður ongantíð umrøtt í triðja persóni, um tað hoyrir. “Mangt ræðuligt er framt í navni kærleikans”, sigur Magda. “Men einki ræðuligt kann verða framt vegna virðing.”
Nøkur sera praktisk ráð, við tí fyrivarni, at “tað tú lærir frá tær, er tú sjálv/ur"
- Áðrenn tú tekur eitt barn upp, fortel tí, hvat tú fert at gera. Ger ymiskt saman við barninum. Ikki fyri ella við barnið.
- Lat barnið uppliva ósemjur og sjálvt greiða tær. Lat barnið uppliva pínu ella sorg, og sjálvt velja nær ella um tað kemur at fáa troyst frá tær.
- Ver greið/ur. Ver erlig/ur. Tvílyndi frá foreldrum elur fram eitt plágandi barn.
- Børn hava brúk fyri, at vit hava vónir til tey. Tey mugu kenna spælireglurnar. Agi (disiplin) er ein íbygdur partur av eini rótfestari, tryggari kenslu. Eitt barn, sum ongantíð hevur fingið eitt “nei,” er eitt vanrøkt barn.
- Tað er ein missskiljing, at børn mugu vera glað alla tíðina. Soleiðis er lívið ikki. Um barnið lærir tað ov seint, so kann lívið fara at tykjast trupult og hóttandi.
Tá ið Magda kom (til USA) úr Ungarn í 1957, var einki sum æt smábarnaserfrøðingur. Enn í dag verður hetta, at taka sær av børnum, hvørki mett høgt ella væl goldið, hóast vaksandi viðurkenning av at grundleggjandi mynstur, sum vit nýta restina av lívinum til at standa okkum í
mótgangi, og hvussu vit liva og læra, verða løgd fyrstu trý árini av lívinum.
Ungarska lærarinnan og samtarvsfelagin hjá Magdu, Dr. Emmi Pikler, sum upprunaliga setti orð á mong av hesum hugskotum - var kend fyri sítt arbeiði við børnum á búðstovnum. Á vøggustovuni, har hon arbeiddi, skapti hon eitt umhvørvi, sum eggjaði børnunum til at røkka sínum møguleikum fult og heilt. Mangar kanningar hava síðani víst, at hesi børnini ikki hava teir veikleikar í menningini,sum ofta merkir stovnsliggjørd børn - so sum manglandi evni at taka stig til ymiskt, trupult við at taka lut, og ópersónligheit í sambandinum við onnur - men at tey ístaðin eru vorðin heil og væl javnvigað vaksin.
Tað besta við uppalingarheimspekini hjá Magdu er kanska tað, at tann íbygdi vísdómurin riggar eins væl, tá vit eru vorðin vaksin. Sínamillum virðing og tað álit og góðtøka, sum virðingin kveikir, letur upp dyrnar til vælveru og eydnusemi. Sum Magda sjálv sigur: Heppið er tað barn, sum veksur upp hjá foreldrum, sum grundleggjandi góðtaka og elska seg sjálv, og sum tískil eru før fyri at góðtaka og elska sítt barn, ið tey so ofta kenna seg sjálv aftur í.
Um tú vilt vita meira um Magdu Gerber, so ber til at vitja hennara heimasíðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald