Uttanlands

Nürnberg í 1947

Týsk læknafrøði í 20. øld hevur eina ávaringarsøgu til okkum, sum skilagóð er at leggja sær í geyma

2022-04-04 01:26 Author image
Jón Tyril

Í 1930’unum vóru týsk læknafrøði og týskir heilsustovnar víða mett sum hini mest framkomnu í heiminum. Men smáar broytingar, sum fingu risastórar avleiðingar, høvdu longu verið ávegis í áratíggju áðrenn Hitler kom til valdið. Hetta byrjaði við at rørslan fyri ættarrøkt ella skulu vit kalla tað kynsbótararbeiði (eugenics), tók seg fram seint í 19. og fyrst í 20. øld.

Í 1922 góvu psykiatarin Alfred Hoche og sakførarin Karl Binding, út bókina “At loyva týning av lívi, sum ikki hevur lív uppiborið.” Bókin fekk stóra ávirkan, og myndamál úr henni og øðrum týðandi verkum úr tíðini, fangaði hugan hjá týsku læknastættini, og undirgróv siðbundna hippokratiska etikkin, sum hevði verið ráðandi síðani fornøld.

Heldur enn at tæna heilsuni hjá einstaka sjúklinginum, sum kom at fáa viðgerð, so vóru týskir læknar eggjaðir til at taka ábyrgd av “heilsuni” hjá “sosialu veruni” - tað vil siga fólkinum - sum heild.

Og heldur enn at síggja plágaðu einstaklingarnar sum sjúkar, og havandi tørv á umsorgan og medisinskari røkt og viðgerð, so gjørdust týskir læknar umboðsmenn fyri eina sosiopolitiska ætlan, sum var drivin av einum køldum og útroknandi nyttumorali. Um “sosiala veran” skuldi skiljast sum frísk ella sjúk, so máttu summir einstaklingar (t.e. tey sum høvdu andlig ella kropslig brek) síggjast sum krabbasvullir á flokkinum. Og hvat gera læknar við krabbasvullir? Beina teir burtur.

Tey fyrstu, sum nazistarnir gassaðu, vóru ikki jødar í kz-legum. Tað kom seinni. Tey fyrstu vóru fólk við menningartarni á psykiatrisku sjúkrahúsunum. Tey blivu dripin undir “T4 deyðshjálpar-skránni.” Hvørt einasta eitt av hesum “miskunnardrápum” var heimilað við undirskrift frá einum týskum lækna. Sjálvt eftir at deyðiliga stýrið vendi eygunum móti jødunum og øðrum minnilutum, var hildið á rættvísgera drápini við fólkaheilsu sum einum eiti av umbering: Hav í huga, at jødarnir vóru regluliga demoniseraðir av nazistunum sum “smittuberarar.” Um læknar ikki taka sær av tørvinum hjá sjúkum og viðhvomum sjúklingum, men heldur arbeiða fyri at fremja eina sosialpolitiska skrá, so vísir týska dømi okkum, hvat hendir, tá henda sosialpolitiska skrá er farin av kós vegna eitt korrupt stýri.

Tá ið ræðuleikarnir, sum nazilæknarnir høvdu framt, komu undan kavi undir Nürnberg rættarmálunum, vóru týsku læknarnir og vísindafólkini, sum høvdu tikið lut í illgerðunum av røttum fordømd av øllum heiminum. At tað, tey høvdu gjørt, var lógligt sambært lógini í Nazitýsklandi, var eingin verja; Hesir læknarnir blivu dømdir fyri brotsverk móti mannaættini við rættin í Nürnberg.

Fyri at sleppa undan endurtøkum av slíkum vanlukkum í framtíðini, blivu høvuðsprinsippini í granskingar- og læknaligum etikki — nevniliga fría og upplýsta samtykki hjá luttakaranum ella sjúklinginum - greitt orðað í sonevndu “Nürnberg yvirlýsingini” (The Nurenberg Code). Her er tað fyrsta av 10 punktum, sum blivu orðað í yvirlýsingini:

Sjálvboðið samtykki frá honum ella henni, sum taka lut, er avgerðandi neyðugt. Hetta merkir, at tann persónur, sum tekur lut, skal hava løgligan myndugleika, at geva sítt samtykki; skal vera í slíkari støðu, at viðkomandi hevur møguleika at taka eitt frítt val, uttan at nakað slag av av valdi, svindli, falsi, tvingsli ella øðrum sløgum av duldari noyðslu ella avmarking fara fram; og viðkomandi skal hava nøktandi vitan og skil fyri øllum staklutum í royndini, sum tað snýr seg um, soleiðis at hann ella hon eru før fyri skilja evnið og taka eina upplýsta avgerð. Hesin seinni partur krevur, at viðkomandi skal hava fingið nøktandi kunning, um hvat fyri slag av royndum, talan er um, hvussu leingi tær vara, og hvat endamálið er við teimum; hvørjar mannagongdir, arbeiðshættir og amboð verða nýtt; hvørjir ampar og vandar við rímiligheit kunnu væntast; og hvørja ávirkan luttøka í royndini kann hava á heilsu og persónin annars, áðrenn játtanin hjá royndarluttakaranum verður góðtikin.

Hetta prinsippið varð ment víðari í Helsinki Yvirlýsingini hjá World Medical Association, síðani í Belmont frágreiðingini, sum amerikanska samveldisstjórnin bílegði í 1970-unum, og endaliga var tað samskipað í lóg undir U.S. Code of Federal Regulations í “Common Rule,” lógin sum skipar karmar og treytir fyri gransking við menniskjum sum royndarpersónum í USA.

Um vit nú spola fram til 2020, so síggja vit, at í møtinum við nýggja krúnukrímið, og tann óttan, sum propaganda í miðlunum skapti, var prinsippið um frítt og upplýst samtykki enn einaferð slept. Tað grovasta dømi, hóast langt frá tað einasta, var kravið um at lata seg koppseta (t.d. í Eysturríki og USA), meðan koppingarevnini framvegis vóru nýtt undir neyðgóðkenningarheimild (emergency-use authorization), og sostatt pr definitión framvegis vóru “experimentel” ella “á royndarstøði”.

Hvussu ber tað til, at verjugarðurin, vit høvdu orðað og samtykt, læknafrøðiliga etikkin úr 20. øld, varð slept so skjótt og við so lítlari mótstøðu frá ráðandi læknaligu og vísindaligu oddvitunum? Hvørja beinleiðis ávirkan hevði tað? Og hvørjar vera langtíðar avleiðingarnar av at vit skifta aftur til ein grovligan nyttuetik til at stýra vísindunum, læknafrøðini og almenna heilsupolitikkinum undir eini farsótt?

Hetta eru spurningar sum eiga at vera settir og sum vit fara at leita eftir svarum uppá á hesum stað.


Kelda: Fyrstu givið út á substackinum hjá høvundinum, síðani á Brownstone

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald