Týsdagin helt Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri fyri arbeiðaraflokkin í Norra, røðu fyri stórtinginum um kríggið í Ukraina og trygdarpolitisku støðuna.
“Boðskapirnir frá russisku leiðsluni benda á at Russland er á veg móti einum langtíðar broti við vestanlondini. Men eitt avbyrgt Russland er ikki góð tíðindi. Tað er órógvandi, at tað er so lítið av sambandi og beinleiðis samskifti við Russland í dag,” segði Støre m.a. í frágreiðingini.
“Hetta minkar um møguleikarnar fyri at kunna samráða seg til ein enda á krígnum. Og tað kann gera sannlíkindini fyri eini herðing av stríðnum og nýtslu av ógvusligari vápnum, meira oyðilegging og meira líðing,” legði hann afturat.
Norra skrivaði annars eisini undir nýggjan sáttmála um fiskiveiðusamstarv við Russland í gjár. Støre segði soleiðis á Twitter um nýggju avtaluna.
“Semja við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2023. Umráðandi í eini krevjandi tíð við kríggi í Ukraina. Avtalan greiður viðuskifti við kvotum og tryggjar langskygda og burðardygga umsiting av havinum í norðurøkjunum. Vit taka okkum væl av heimsins størsta toskastovni og øðrum fiskasløgum í Barentshavinum. Gott!”
Keldur:
VG - Støre til Stortinget: − Putin tar høy risiko
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald