Uttanlands

"Niðurlæsingarnar fara at verða sæddar sum ein ovurstórur heimsumfatandi feilur"

Fleiri og fleiri serfrøðingar siga, at niðurlæsingarnar bjargaðu ikki mannalívum, og halda, at tað var skeivur máti at handfara farsóttina, sambært Mail on Sunday.

2022-03-28 15:45 Author image
Jón Tyril

Bretska blaðið, Mail on Sunday, hevur í vikuskiftinum sína triðju grein í røðini, har blaðið roynir at rógva afturá vísindaliga grundarlagið fyri handfaringini av koronufarsóttini. Áður hevur blaðið skrivað um óskil viðv. PCR testingini, sum var stórur partur av grundarlagnum undir teimum avgerðum, sum blivu tiknar. Og vit skrivaðu í seinasu viku um aðru greinina í røðini, sum viðgjørdi, hvussu ruðulleikakent andlátini av kovid vóru gjørd upp. Og hendan triðja og seinasta greinin í røðini, snýr seg um niðurlæsingarnar, ella lockdown, sum tað eisini verður rópt, og hvussu munadyggar tær vóru fyri at halda sjúku og deyðsføllum niðri.

Blaðið hevur tosað við summar av fremstu bretsku serfrøðingunum á økinum, sum halda, eins og okkara løgmaður ávaraði um, ikki mátti henda, at medisinið (niðurlæsingarnar) gjørdist verri enn sjúkan. Ein av hesum serfrøðingum er Mark Woolhouse, epidemiologur og professari við fróðskaparsetrið í Edinburgh. Prof. Woolhouse hevur fyri stuttum síðani givið út bókina, The year the world went mad, sum snýr seg um júst ymsar feilir, sum blivu gjørdir í handfaringini av kovidfarsóttini.

Á podvarpinum hjá Mail on Sunday, Medical Minefield podcast, segði prof. Woolhouse, “eg haldi at niðurlæsingarnar søguliga fara at verða sæddar sum ovurstór heimsumfatandi misstøk, av fleiri ymsum orsøkum. Tær mest eyðsæddu, eru tann stóri skaði, sum niðurlæsingarnar, framum nøkur onnur átøk, hava havt á búskapin, sálarheilsuna og trivnaðin í samfelagnum.”

“Tað er greitt, at okkurt mátti gerast, fyri at fáa tamarhald á smittubylgjunum, men mangar greiningar benda á, at niðurlæsingarnar sjálvar ikki høvdu stóra ávirkan á at minka um heilsubyrðina. Tað vóru onnur átøk, sum gjørdu tað.”

Prof. Woolhouse sigur eisini, at um so er, at endamálið við niðurlæsingunum var at verja tey veikastu, so misslukkaðist tað.

“Vit hingu føst í hugskotinum, at um vit steðgaðu virusinum at spjaða seg millum øll, so fór hetta onkursvegna at vera nóg mikið til at verja tey, sum vóru veik. Men tað var tað ikki.”

Prof. Woolhouse argumenterar síðani fyri, at at niðurlæsingarnar skuldu verið settar í verk nógv fyrri, um tær skuldu havt virknað.

 “Lockdown sum átak, gevur einans meining sum partur av null-kovid-hugsjón (zero covid), og tá vit settu tað í verk, var tað ikki rætta amboðið. Tað eru mátar, vit kundu havt handfarið hetta, har vit sluppu undan flestu niðurlæsingunum og bjarga meira mannalívum. Men niðurlæsingarnar vóru settar í verk alíkavæl, tí at tá vit komu hartil, var eingin, heldur ikki eg, sum var til reiðar at váða sær at bíða og vita, um mildari tiltøkini fóru at hava nóg stóran virknað.”

“Høvdu vit vita tá, tað, sum vit vita nú, so haldi eg ikki vit høvdu havt tørv á at læsa niður” sigur prof. Woolhouse m.a.

Blaðið nevnir eina kanning, sum myndugleikarnir í Svøríki hava gjørt av sínari handfaring av farsóttini. Í Svøríki var sum kunnigt ikki nøkur kravd niðurlæsing, og myndugleikarnir har brúktu, eins og hjá okkum, álit á at fólkið fylgdi ráðum og tilmælum, sum strategi. Niðurstøðan í kanningini hjá svensku myndugleikunum var sambært Mail on Sunday, at tað var “grundleggjandi rætt” at líta á, at fólk fylgdu tilmælum.

Svenska frágreiðingin leggur afturat, at niðurlæsingarnar um alt Europa vóru hvørki neyðugar ella ráðiligar.

Dr. Raghib Ali, epidemiologur og professari við fróðskaparsetrið í Cambridge og ráðgevi hjá bretsku stjórnini, vísir á, at “um samanborið verður millum londini í Stóra Bretlandi, so hevði Ongland linari tiltøk ønn Skotland, Wales og Norðurírland, men hóast tað, um nakað, eitt sindur lægri deyðstíttleika enn hini londini. Tað bendir á, at tað ikki er nakað eyðsæð samband ímillum avmarkingar, kravd tiltøk og deyðstíttleika.”

Ein kanning, sum var kunngjørd í The Lancet kom til eina líknandi niðurstøðu - Svøríki, sum hevði lutfalsliga lin tiltøk, hevði líknandi eyka deyðstíttleika (excess deaths) á uml 90 pr 100.000, sum Danmark og Finnland, ið bæði høvdu strangar niðurlæsingar.

Til samanberingar hevði Stóra Bretland, sum hevði strangari tiltøk enn øll trý, 127 eyka deyðsføll pr 100.000. 

Og tað er aftur væl minni enn Spania á 187 og Italia á 227 pr 100.000 – sum bæði høvdu serliga strangar niðurlæsingar.

Dr. Ali sigur í greinini, at “summi siga at niðurlæsingarnar vóru gagnligar, summi siga tær vóru ræðuligar. Veruleikin er í roynd nógv nærri tankanum, at tað gjørdi hvørki frá ella til.”

Greinahøvundurin endar við at siga, at fyri tey, sum offraðu so nógv (í niðurlæsingunum), verður hatta ikki ein lættur boðskapur at góðtaka.

Greinin fer munandi meira í dýpdina og gevur meira javnvág í argumentini fyri og ímóti niðurlæsingum, enn eg geri omanfyri. Tey sum hava hug at lesa alla greinina kunnu lesa hana her: Why more and more experts say lockdown didn't prevent people dying of Covid - and call it a 'monumental mistake on a global scale', writes JO MACFARLANE

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald