Uttanlands

Methøg inflatión í Europa setur Miðbankan í tvístøðu

Inflatiónin er komin uppá 7,5% meðan toppurin møguliga ikki er náddur fyrr enn um fleiri mánaðir. Bundesbank mælir til táttingar, meðan høvuðsbúskaparfrøðingurin hjá miðbankanum ikki vil skunda sær. Vøksturin er næstan steðgaður.

REUTERS/Juan Medina

REUTERS/Juan Medina

2022-04-01 17:01 Author image
Jón Tyril

Inflatiónin í euroøkinum hækkaði til 7,5% í mars mánaða, og setur harvið met fleiri mánaðir áðrenn hon væntandi toppar. Hetta økir trýstið á Europeiska Miðbankan (ECB), at temja prísvøksturin, hóast búskaparvøksturin er í stórari minking.

Brúkaraprísvøksturin í teimum 19 londunum, sum brúka Evruna, hækkaði í ferð frá 5,9% í februar  og langt upp um tey 6,6%, sum roknað var við, sambært Eurostat. Kríggið í Ukraina og tiltøkini í sambandi við kríggið ávirka serliga prísirnar á brennievni og natúrgassi.

Hóast orka er størsti einstaki syndarin, so fór inflatiónin í matvøruprísum og tænastum, og haldførum vørum upp um tey 2%, sum er málið hjá ECB. Hetta vísir at prísvøksturin er breiðari enn bara ein spegling av dýrari olju.

Av tí at ECB støðugt hevur undirmett inflatiónina seinasta árið, kemur talið sum ein skelkur fyri politikkarar í londunum, og nakrir teirra eru longu farnir at mæla til ein strangari politikk fyri at sleppa undan, at høgi prísvøksturin skal gerast varandi.

“Inflatiónstølini tala fyri seg”, segði Joachim Nagel, forseti í týska Bundesbankanum fríggjadagin. “Pengapolitikkurin má ikki lata høvið gleppa sær av hondum, at seta móttiltøk í verk í rættari tíð.”

Stúrnir fyri at skjóti prísvøksturin er við at festa seg breitt, sum dagsins tøl jú tala fyri, hava tjóðbankastjórarnir í Eysturríki og Hollandi, longu mælt til rentuhækkingar í ár.

Høvuðsbúskaparfrøðingurin hjá ECB, Philip Lane, viðurkendi, at inflatiónin er sera høg, men vildi vera við, at kreftir, ið arbeiða mótsattan veg, eru í gongd, og at europeiski miðbankin eigur at taka sær tíð til at greina tølini.

“Vit hava orkuskelkin og útlit til at virknaðurin í øðrum umfari trýstir inflatiónina upp,” segði Lane við CNBC.

“Hinvegin fer viknandi hýrurin og tað, at realinntøkurnar líða undir høgu orkuprísunum, serliga sæð yvir eitt eitt til tvey ára tíðarskeið, at hava eitt negativt trýst á inflatiónsútlitini,”

Inflatiónin veksur, vøksturin stagnerar

Hetta setur ECB í eina trupla politiska tvístøðu.

Høvuðsuppgávan er at fáa inflatiónina á 2%, men ein stramming í politikkinum nú kann koppa búskapinum, sum longu er á veg eftir hæli vegna kríggj í grannalagnum og langtíðarárin eftir kovid19-faróttina.

ECB metir at búskaparvøksturin í fyrsta kvartali var positivur, men lítil, meðan vøksturin í øðrum kvartali verður næst við null, eftirsum høgir orkuprísir tálma nýtsluni og skaða íløguhugin hjá fyritøkunum.

Høgir orkuprísir virka vanliga tálmandi fyri búskaparvøksturin og tyngja á tann hátt inflatiónina, eftir at beinleiðis hækkingin er liðug. Hetta økir so vandan fyri at prísvøksturin fellur undir málið aftur.

Men ECB kann illa lata sum einki tá inflatiónin er høg, serliga tá havt verður í huga, at toppurin ikki er náddur, fyrr enn um eini tríggjar til fýra mánaðir, sambært ECB sjálvum.

Arbeiðsmarknaðurin í Euroøkinum hevur ikki verið so hart spentur í fleiri áratíggju, so lønarinflatiónin, sum er ein forteyt fyri varandi brúkarainflatión, er longu á veg. Um ECB einki ger, so fer tað eisini at vaksa um vánirnar fyri inflatión, sum sannlíkt fer at gera prísvøksturin meira varandi.

Mest sannlíka loysnin er, at bankin táttar pengapolitikkin í ár, men so lítið sum gjørligt.

Vandi er tó fyri at brádligar inflatiónshækkingar kunnu noyða ECB at tátta í skjótari, fyri síðani at  royna at heinta inn aftur seinni.

Kelda: Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald