Uttanlands

Prógv um at pilkað varð við kovid í starvstovu?

Vísindafólk eru komin fram til, at kovid-virusið inniheldur ein lítlan bita av DNA, sum passar til ein sekvens, Moderna tók patent uppá try ár FRAMANUNDAN at farsóttin byrjaði.

Var SarsCov2, sum elvir til kovidnítjan, skapt av mannahondum, ella smittaði tað natúrliga frá djóri til menniskja?

Var SarsCov2, sum elvir til kovidnítjan, skapt av mannahondum, ella smittaði tað natúrliga frá djóri til menniskja?

2022-02-26 01:03 Author image
Jón Tyril

Í Mail online verður víst til eina nýggja grein í tíðarritinum, Frontiers of Virology, har granskarar hava funnið genetiska samanfallið í sokallaðu "furin cleavage site" á spíðs-proteininum.
Hetta er sami genetiski sekvensur sum Moderna tók patent uppá í sambandi við krabbameinsgransking. Granskararnir siga víðari, at sannlíkindini fyri, at hesin sekvensurin av kovid skal hava ment seg natúrliga, er ein til tríggjar billiónir.

Men allir serfrøðingar eru ikki eins avgjørdir. Summir av teimum lýsa løgna fundið sum undarliga tilvild, heldur enn eitt ósvitaligt prógv, og at hetta ikki sigur okkum nakað meira, hvørt kovid var skapt í eini starvsstovu ella í náttúruni.

Óbeinleiðis prógv og ábendingar hava leingi elvt til spurningar um hvagani kovid stavar, og hvat sambandið er við virus starvsstovuna í Wuhan, Wuhan Institute of Virology.

Stovnurin er kendur fyri at gera royndir við flogmúsa-krúnukrímum, ið líkjast tí, ið elvdi til farsóttina.

Kinesiskir myndugleikar hava alla tíðina noktað at virusurin skuldi verið komin frá eini starvsstovu, og halda uppá, at smittan ístaðin er førd yvir á fólk á einum sokallaðum vátmarknaði, sum seldi livandi djór í Wuhan.

Meginparturin av fjølmiðlunum avvístu eisini starvsstovu-ástøði í byrjanini. Men teldupostar, sum eru liknir út, vísa at myndugleikar í Stóra Bretlandi og USA ivaðust í almennu frásøgnini innanhýsis.

Kendi bretski serfrøðingurin, Sir Jeremy Farrar, avvísti ástøðið um at virusurin var sloppin úr eini starvsstovu, sum eitt "samansvørjingarástøði", men í einum privatum telduposti frá 2020 skrivar hann, at ein "sannlík forkláring" var, at virusurin var mannaskaptur.

Farrar, sum var ráðgevi hjá bretsku stjórnini, segði tá, at sannlíkindini vóru 70 til 30 ella 60 til 40 til fyrimuns fyri at virusurin var sloppin út av eini starvsstovu av óvart, heldur enn at hann hevði ein natúrligan uppruna.

Í teldupostinum, sum hann sendi amerikonsku heilsuovastunum, Dr Anthony Fauci og Dr Francis Collins, segði Sir Jeremy at tað var møguligt, at kovid var ment burturúr sarslíknandi virusum í eini starvsstovu.

Men bretski vísindamaðurin bleiv teptur av sínum starvsfeløgum í USA, sum ávaraðu um, at framhaldandi kjak um upprunan á virusinum kundi skaða "altjóða samanhald" (international harmony).

Kelda: Grein í Mail online

Upprunakelda, grein í Frontiers of virology

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald