Í seinastu viku sendi eg øllum floksformonnunum tveir spurningar sum vóru soljóðandi:
“Hey xx,
eg siti og royni at skaffa mær eitt yvirlit yvir, hvørja støðu flokkarnir hava til avmarkingarnar, sum vóru settar í verk í sambandi við koronu. Eg ætli síðani at brúka svarini til kunning á hinvegin.fo
Í tí sambandinum havi eg tveir spurningar, sum eg sendi øllum floksformonnunum. (Um flokkurin ikki hevur eina samlaða støðu til málið, so hevði eg verið takksamur, um tað bar til hjá tær at fingið sent spurningin víðari til valevni floksins, so tey kunnu svara fyri seg).
Spurn. 1
Í november mánaða í 2021 settu Føroyar í verk eina skipan við koronupassi, har munur var gjørdur á hvørji rættindi borgarar høvdu, alt eftir, hvørt teir høvdu prógv fyri at teir vóru koppsettir, ella ikki.
Tekur flokkurin undir við at seta slíka skipan í verk aftur, um vit skuldu komið í samanberiliga støðu aftur einaferð í framtíðini?
Spurn. 2
Í Føroyum vóru átøkini sum heild rættiliga lin í mun til flest onnur lond, og bygdu í mestan mun á prinsippini um samtykki, heldur enn noyðslu. Eitt nú fekk løgreglan ongantíð víðkaðar heimildir at noyða fólk at halda tilmælir, eins og í DK og flestu londum í Europa, USA og Kina.
Tekur flokkurin undir við at halda fast í prinsippinum um samtykki, ella ynskir flokkurin at ein nýggj epidemilóg skal geva myndugleikunum víðkaðar heimildir, eins og í flestu øðrum londum, soleiðis at heimild er at noyða fólk at akta heilsupolitisk tilmæli?”
Miðflokkurin
Ein floksformaður svaraði innan fáar tímar. Tað var Jenis av Rana úr Miðflokkinum, og hann svaraði soleiðis:
“svar til spurning 1: Nei, flokkurin fer ikki at taka undir við at gera mun á borgarum eftir um hessir eru koppsettir ella ikki!
svar til spurning 2: Nei, Miðflokkurin fer ikki at virka fyri at ein antidemokratisk nýggj epidemilóg verður sett í gildi! Vit fara at halda fram á somu væleydnaðu kósini, sum var bygd á frælsi og samtykki.
Kenni meg ivaleysan í at øll valevnini standa aftanfyri hetta”
Umframt Jenis hava fleiri av valevnum Miðfloksins givið greitt til kennar, at tey eru ímóti koppsetingarpassi og tvingsli í sambandi við heilsuátøk. Valevni úr Miðflokkinum, sum hava givið hetta til kennar fyri mær, eru umframt Jenis av Rana: Axel K. Berg - Rósa Tyril Gaardlykke - Ólavur í Geil - Jóhanna Niclasen - Jórun Pólsdóttir - Palma S. Rasmussen - Rani A. Skaalum.
Fólkaflokkurin
Næsti flokkurin, sum gav til kennar sín hugburð til málið, var fólkaflokkurin, hvørs formaður, Beinir Johannesen, skrivaði til mín í gjár. Hann svarar soleiðis:
“Nú eri eg rættuliga nýggjur sum formaður, og hesi tingini hava vit ikki tikið upp.
Tó kann eg svara yvirskipað, at vit allatíð ynsktu halda fast í tilmælum, heldur enn noyðslu. Vit vildu geva fólkið álit, heldur enn at taka tað frá teimum.
Tá ein farsótt rakar skal man sjálvandi lurta eftir heilsufrøðiligum atlitum, men tey samfelagsligu atlitini skulu eisini viga høgt, herundir tað persónliga frælsi.”
Til tað spurdi nærri soleiðis:
“Takk. Um ein líknandi støða uppstendur aftur, og Pál og Bjarni fara at mæla til koppsetingarpass og víðkaðar politiheimildir, fert tú so at taka undir við tí, ella hvussu prinsipielt fyriheldur tú ella Fólkaflokkurin seg til hesi tingini?”
Til tað svarar Beinir soleiðis:
“Sum sagt, so ynsktu vit at halda fast í tilmælum og at geva fólkið álit, og tað vilja vit eisini framyvir.
Sjálvandi er tað torført at siga nú, nú man ikki veit hvussu støðan kann blíva. Men heilsufrøðilig atlit skulu takast, samstundis sum man tekur samfelagslig.”
Hóast Beinir ikki er eins greiður og avgjørdur sum formaðurin í Miðflokkinum, so vil hann halda fast í prinsippið um samtykki, tó onnur atlit skulu til. Í Fólkaflokkinum hava onnur valevni givið til kennar sína hugsan, at tey greitt eru ímóti at seta líknandi skipan við koronupassi í verk aftur og eru ímóti at noyða fólk at halda tilmæli. Hesi eru: Mona Breckmann - Eivind Jacobsen og Bárður á Lakjuni.
Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin hevur ikki svarað spurninginum frá mær. Viðv. júst sambandsflokkinum er kanska vert at hava í huga, at tað var sitandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum setti koronupassið í verk, eftir leingi at hava talað ímóti slíkari skipan. Og so var tað eisni hann, sum setti skipanina úr gildi aftur. Tíverri hevur hann ikki givið til kennar sínar hugsanir um hesi tingini nú.
Eitt av sambandsvalevnunum, sum gjørdi vart við seg í kjakinum um koronutiltøkini, var Jóhan Dahl, sum saman við Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum var fortalari fyri víðkaðum heimildum til løgreglu og saman við Unga Sambandinum talaði fyri at seta skipan við koronupassi í gildi.
Eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum, sum hevur givið til kennar, at viðkomandi vil hava prinsippið um samtykki at verða virt og er ímóti at nýta noyðslu og taka frælsi frá fólki í slíkum støðum, er Bergun Kass.
Sjálvstýrisflokkurin
Eg havi ikki fingið nakað svar frá Sámal Peturi í Grund, formanni floksins. Men í øllum førum tvey valevni hava givið til kennar, at tey eru greitt ímóti koppsetingarpassi og noyðslu í sambandi við møguligar líknandi støður í framtíðini. Hesi eru Dan Askham, Hervør Ólafsdóttir Lützen og Hjalmar Zachariassen.
Framsókn
Forkvinnan í Framsókn, Ruth Vang hevur heldur ikki svarað spurningunum, eg sendi. Men eitt av valevnum floksins hevur gjøgnum farsóttina og aftaná argumenterað fyri samtykki og ímóti noyðslu og koppsetingarpassi, talan er um Honnu Jensen.
Javnaðarflokkurin
Eg havi tíverri ikki hoyrt frá javnaðarformanninum, Aksel V. Johannsesen, ella nøkrum av valevnum Javnaðarfloksins.
Tjóðveldið
Og tíverri havi eg heldur ikki hoyrt frá formanninum í Tjóðveldinum, Høgna Hoydal, ella nøkrum av valevnum floksins.
Niðurstøða
Samanumtikið haldi eg meg kunna gera hesar niðurstøður, at Miðflokkurin er einasti flokkur, sum púra greitt og einmælt er ímóti at seta eina slíka skipan í verk aftur eina aðruferð, skuldu vit enda aftur í líknandi støðu, meðan Fólkaflokkurin sum flokkur helst vil halda fast í prinsippini um samtykki, men er eitt sindur meira flóvgvur enn Miðflokkurin, tó at summi av valevnunum eru greitt ímóti. Hesir báðir flokkarnir eru teir einastu, sum hava givið sína støðu sum flokkur til kennar.
Sambandsflokkurin hevur bæði tey sum hava talað fyri, og tey sum tala ímóti á valevnalistanum. Framsókn og Sjálvstýrið hava ikki givið sína støðu sum flokkur til kennar, men hava valevni á listanum, ið eru greitt ímóti.
Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum havi eg ikki hoyrt frá, og kann tískil ikki siga, hvar hesir standa sum flokkar ella hvønn hugburð valevni teirra máttu havt til hesi viðurskifti.
Um tú ert valevni og vilt hava meg at dagføra greinina, so ert tú vælkomin at gera vart við teg. Valevni eru eisini vælkomin at viðmerkja greinina við sínum íkasti til hetta eftir mínum tykki umráðandi kjakið í sambandi við løgtingsvalið.
(Greinin er dagførd tvær ferðir við at valevni hava gjørt vart við seg og eru komin uppá listan yvir tey, ið hava eina støðu til umrøddu spurningarnar. kl 23:18, 07.12.2022)
- Jón
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald