Uttanlands

Ísrael vil ikki lata Ukraina vápn

Ísraelski verjumálaráðharrin sigur, at Ísrael fer áhaldandi at veita humanitera og medisinska hjálp, men ikki vápn, hóast Ukrainski uttanríkisráðharrin vil hava landið “opið at velja síðu”

Tað er serliga sokallaða

Tað er serliga sokallaða "jarn-hválvið," sum Ukrainar eru áhugaðir at fáa hendur á úr Ísrael

2022-10-19 15:03 Author image
Jón Tyril

Ísraelska blaðið Haartez skrivar í dag, at dagin fyri, at forsætisráðharrin Yair Lapid eftir ætlan skal hitta ukrainska uttanríkisráðharran, so útilokar Ísrael framvegis at senda Ukraina vápn. Eisini hóast russar nýta iranskt sniðgivnar dronur í sínum álopum á Ukraina.

“Lat meg gera tað púra greitt, at vit selja ikki Ukraina vápn,” segði Benny Gantz, verjumálaráðharri við útvarpsstøðina Kol Chai týskvøldið. Hann segði víðari at einans medisinsk og humaniter hjálp er send, og hetta verður støðan framhaldandi.

“Eg eri verjumálaráðharri, og eg havi ábyrgdina av hvørji vápn verða útflutt úr Ísrael.”

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, segði sambært ukrainskum fjølmiðlum týsdagin, at Ísrael fór at verða spurt um at hjálpa Ukraina við loftverjuskipanum so landið kann verja seg móti russiskum álopum.

“Um so er, at Ísrael veruliga vil mótarbeiða oyðileggjandi virkseminum hjá Iran, so er tíðin komin, at Ísrael opið fer í part við Ukraina,” segði Kuleba m.a..

Í morgin, hósdagin 20. oktober, skal Lapid hitta Kuleba og m.a. tosa um hvussu Ísrael kann hjálpa stjórnini í Kyiv.

Útsagnirnar hjá Gantz verjumálaráðharra koma sum hann skal hava telefonfund við ukrainska starvsbróðir sín, Oleksii Reznikov ein av komandi døgunum, og eftir at Russland hevur ávarað Ísrael um ikki at selja Ukraina vápn.

Ísrael hevur roynt at vissa russar um at landið ikki sendir vápn til Ukraina eftir at  fyrrverandi russiski forsetin Dmitry Medvedev mánadagin ávaraði, at gevur Ísrael Ukraina vápn, so fór tað at “oyðileggja politisku viðurskiftini millum londini bæði.”

Hetta fekk Gantz at avlýsa ein ætlaðan telefonfund við Reznikov, sum eftir ætlan skuldi verið hildin sama dag.

Ein ísraelskur embætismaður segði við Haaretz at viðmerkingarnar hjá Medvedev helst vóru aftursvar til viðmerkingar frá ísraelska útlegdarráðharranum (diaspora minister), Nachman Shai, sum sunnudagin heitti á egna stjórn um at byrja at senda hernaðarútgerð til Ukraina.

Shai skrivaði á Twitter at “Iran veitir Russlandi ballistiskar rakettir. Ivin um, hvørjum parti Ísrael eigur at vera í í hesum blóðiga stríði, er liðugur. Her er einki rúm fyri sjálvrættvísi meira. Tíðin er komin til at vit fara at stuðla Ukraina við vápnum, eins og USA og NATO gera.”

Sambært ísraelskum embætismonnum og verjumálaráðharranum, so fer hetta tó ikki at henda, sigur blaðið.

Kelda: Haaretz - Gantz Says No to Arming Ukraine Amid Russian Warnings

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald