Nýggj gransking úr Hull York Medical School í Stórabretlandi kannaði lungnavevnað úr menniskjalungum við micro-Fourier Transform Infrared (micro FTIR) spektroskopi.
39 sløg av mikroplastikki vóru funnin og skrásett í 11 av teimum 13 lungnaroyndunum, sum komu frá sjúklingum, ið vóru innlagdir til skurðviðgerð.
Mikroplastikkið, sum var vanligast, var polypropylen (23%), polyethylen terephthalat (18%) og resin (15%). Vevnaður frá mannfólki innihelt næstan 6 ferðirnar meira mikroplastikk enn vevnaður frá konufólki.
Tað hevur áður verið hildið, at einans bitlar, ið eru smærri enn 3 mikrometrar (µm) ella 0,003 mm sleppa inn í alveolarøkið í lungunum. Men bitlarnir, sum blivu funnir í hesari kanningini vóru upp til 1.410 µm til longdar, tað er tað sama sum 1.4 mm.
Mynd: Maskur undir mikroskopi
Hvat hevur hetta við grímur / munnbind at gera?
Møguliga einki. Tó so, at einnýtis maskurnar, sum nú liggja og hópast upp við heimsins strendur og høv, áir og náttúrulendi, eftir at hava fjalt andlitini á milliardavíst av fólkum, eru eisini gjørdar av polystyren og polyethylen samansetingum.
Men tað vanligasta evni í teimum er polypropylen, tí tað er so lætt at fáast við í ídnaðarhøpi. Hetta var eisini vanligasta mikroplastikkið, sum bretsku granskararnir funnu í lungnaroyndunum.
Læknarnir Colleen Huber og Boris Borovoy vóru millum tey fyrstu at ávara um heilsuvandan, ið stendst av innandaðum mikroplastikki og nanoplastikki frá einnýtismaskum í javnlíkamettari gransking.
Tey gjørdu eisini vart við, hvussu lætt tilfarið, sum er í einnýtis-maskunum, hevur við at molna. Her eru nakrar av myndunum tey tóku undir ljós-mikroskopi við 40x til 100x størkin og uttan størking.
Keldur:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald