Uttanlands

Inflatiónin í Týsklandi kann gerast tann ringasta í 70 ár, sigur stjórin í týska tjóðbankanum

Inflatiónin í Týsklandi kann koma uppá 10% í heyst, sigur stjórin í tjóðbankanum, Bundesbank, við Rheinische Post. Landið stríðist við eina orkukreppu, nú veitingarnar av russiskum gassi minka. Fríggjadagin boðaði russiska Gazprom frá at stongt verður fyri gassinum í tríggjar dagar frá 31. august.

2022-08-23 09:17 Author image
Jón Tyril

Inflatiónin í Týsklandi kann fara upp um 10% í heyst - og í so fall verður hetta hægsta inflatiónin í landinum í sjeyti ár — hetta segði tjóðbankastjórin, Joachim Nagel við Rheinische Post.

Viðmerkingarnar hjá Nagel, sum komu út leygardagin, fella júst eftir at russiski gassrisin Gazprom fríggjadagin boðaði frá, at neyðugt verður at steingja enn einaferð fyri gassinum í Nord Stream 1 rørleiðingini, sum sendir natúrgass til europa. Gazprom segði, at leiðingini tørvar viðlíkahald og má tískil steingjast frá 31. august til 2. september.

Fráboðanin frá Gazprom sendi gassprísirnar enn meira í loft. Framanundan hesum hevur Gazprom longu minkað um floymin av gassi til einans 20% av tí, sum leiðingin kann bera, sambært felagnum vegna tøkniligar trupulleikar í samband við at fáa lutir til viðlíkahald, sum vera steðgaðir av handilsforðingunum. Týskland, sum er sera bundið at russiskum gassveitingum, hevur lagt Russland undir at nýta gassveitingina sum vápn til tess at hevna fyri handilstiltøkini, sum vestanlondini, herímillum Týskland, hava sett í verk ímóti landinum. Týskir myndugleikar stúra fyri, at gassveitingin kann vera kvett fulkomiliga, tá mest tørvur er á orku í vetur.

Kelda: Markets Insider

Les eisini: Citi Bank: Inflatiónin í Stóra Bretlandi kemur upp á 18% í næsta ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald